mánadagur 8. januar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 5 - 8. januar 2007
tíðindi
Føroyar fyri mismuni
Formaðurin í Útnorðurráðnum, Henrik Old, vil hava
íslendingar at broyta lóggávuna, so lodna, sum føroysk
skip veiða í íslendskum sjógvi, kann landast til frystingar
í Føroyum ella frystast umborð á føroyskum skipum.
Í vikuni skulu føroyingar og íslendingar samráðast um
fiskiveiðirættindi í 2007, og í tí sambandi hevur Henrik
Old sendi íslendsku samráðingarnevndini bræv, har hann
biður nevndina ávirka íslendsku politikararnar.
Bókasavnið flutt
Nes kommuna er farin undir at umbyggja og útbyggja
skúlan á Toftum út, og tað hevði við sær, at bókasavnið
í bygdini mátti lata aftur í oktober. Síðani hava fólk
í kommununi ikki havt nakað bókasavn, men frá í
dag kunnu tey aftur læna bøkur. Kommunan hevur
flutt bøkurnar í gamla handilin í Oyrunum á Toftum,
og har verður bókasavnið fyribils. Bókasavnið í
Oyrunum er opið mánadag kl. 16 til 18 og mikudag
kl. 19 til 21.
Ikki færri enn
tólv fólk mistu
koyrikortið um
vikuskiftið, sum
annars hevur verið av
teimum friðarligu
LØGREGLUTÍÐINDI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Ársins fyrsta vikuskiftið
hevur verið stak friðar
ligt, verður sagt av løg
reglustøðini
í
Havn
í
morgun. Og tó, so hevur
ferðslupolitiið ikki kett
seg. Teir hava verið úti um
kvøldarnar í vikuskiftinum,
og gjørt ferðmátingar. Ser
liga leygarkvøldið í Kald
bak høvdu teir ov mikið
at takast við, tí ímillum
klokkan níggju og hálvgum
eitt, mistu sjey koyrikortið
treytað og 15 bøtur vóru
skrivaðar.
Aftrat hesum sjey fingu
fimm onnur eisini eina
treytaða frádøming av koyri
kortinum. Ein teirra koyrdi
ávirkaður, restin koyrdi ov
skjótt. Av hesum hevði ein
eina treytaða frádøming
av koyrikortinum framm
anundan, so hesin bilførarin
missir nú koyrikortið.
– 12 mistu koyrikortið og
tilsamans 60 sakir vórðu
skrivaðar, og tað er lutfalsliga
nógv, segði vakthavandi á
løgreglustøðini í morgun.
Seinastu
mánaðirnar
hava vit sæð fleiri dømi
um ógvusligan harðskap í
býnum, og so seint sum
seinasta vikuskifti smekk
aði onkur eina fløsku í
høvdið á einum manni.
Men hóast trettanda kvøld
var og býurin var fullur av
fólki, so vóru tað ikki tey
stóru harðskapsmálini, sum
órógvaðu arbeiðsorkuna hjá
løgregluni hetta vikuskiftið.
Onkur smámál vóru og
okkurt minni herverk gjørt,
so var tað lítið av miklum í
mun til onnur vikuskifti.
12 mistu koyrikortið
Fríggjakvøldið brendi
gamla Statoilstøðin á
Trongisvági í grund.
Ein stór spreinging
hoyrdist og eldurin
var øgiligur.
Løgreglan fær onki
sagt um orsøkina enn,
og fer at kanna málið
gjøllari seinnapartin
í dag
LØGRELUTÍÐINDI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Klokkan 20.58 fríggja
kvøldið fekk løgreglan
í Suðuroy fráboðan um,
at eldur var í gomlu Stat
oilstøðini á Trongisvági,
sum er beint við síðuna av
gamla atløguplássinum hjá
Smyrli á Drelnesi.
Tá stóðu húsini longu í
ljósum loga. Eldurin var
bæði stórur og ógvusligur,
og ein spreinging hoyrdist
eisini inni úr húsinum.
- Hetta er størri enn
nýggjársbálið, ljóðaði ein
viðmerking av Tvøroyri um
eldin.
Bygningurin sum brendi,
hevur áður verið statoilstøð,
men hevur í nøkur ár staðið
partvís tómur, ella nýttur til
onnur endamál.
Leingi brann bara síðu
bygningurin, av tí at nógvi
vindurin førdi eldin burtur
frá høvuðsbygninginum.
Í vestara enda í høvuðs
bygninginum stóð ein olju
bilur. Hann varð fingin út,
júst sum eldurin breiddi
seg.
Oddur Dimon, sløkkiliðs
leiðari, segði við Suðuroyar
portalin, at hetta var sera
djarvt av bilføraranum, og
stutt eftir hetta var allur
bygningurin eitt eldhav.
Klokkan 22.30 høvdu
teir tamarhald á eldinum,
og Oddur Dimon metir,
at eftir umstøðunum gekk
sløkkiarbeiðið væl.
Brendi í grund
Men hóast sløkkiarbeiðið
gekk væl, so er lítið gott
eftir har bygningurin stóð.
Eftir standa betongele
mentini og ein partur av
uttara enda av bygninginum,
har handilshølið var. Uttan
fyri stendur ein uppkol
aður lastbilur, inni í høv
uðsbygninginum
standa
maskinur, onkur bátur,
trukkur, ein niðurfallin
tekja, jarnbjálkar hvørt
um annað, alt brent til ein
bunka av burturkasti.
Síðubygningurin,
har
eldurin byrjaði, er burtur.
Ongin gassfløska var á
staðnum, so spreingingin, ið
var í eldinum í gjárkvøldið,
stavaði ikki frá henni.
Skaði fyri meiri enn eina
millión
Tá Sosialurin tosaði við
løgregluna í Suðuroy í
morgun, var enn ógreitt hví
eldurin kyknaði, men teir
skulu út at gera nærri og
gjøllari kanningar seinna
partin í dag, og fyrr enn
tá fingu teir onki sagt um
nakra møguliga orsøk.
Tó segði løgreglan seg
kunna útiloka, at eldurin
var ásettur við tí fyri eyga,
at fáa okkurt burtur úr í
fíggjarliga, tí næstan onki í
bygninginum var tryggjað.
Enn ber eisini illa til at
siga, hvussu nógv skaðin
hevur kostað í krónum og
oyrum, men løgreglan í
Suðuroy sigur, at lítið er at
ivast í, at skaðin samanlagt
er omanfyri milliónina.
Oljuútgerð
hjá OSR
fór í
eldinum
Eldur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Leygardagin kom eldur
í
Shellgoymsluna
í
Trongisvági í Suðuroy.
Í bygninginum var eisini
væl av útgerð hjá føroyska
offshorefelagnum OSR,
”Oil Spill Response”
við Paula Einarson og
øðrum. Sum skilst fór øll
útgerðin í eldinum, her
var talan um bát og truck
og annað. OSR fekk
uppgávuna at standa fyri
tilbúgvingini í sambandi
við Brugdubrunnin í fjør
og hevur optión at taka
sær av hesi uppgávu fyri
BP samtak, sum fer at
bora í summar. Sum skilst
er enn ikki greitt, hvørja
avleiðing hetta fær fyri
OSR og komandi boring.
Nú skal fyrst staðfestast,
hvat er farið og hvat er
tryggjað. Pauli Einarson
sigur, at hetta er sera
óheppið men hann fer
so at kanna umstøðurnar
skjótast.
Ætlanin
er
framvegis at átaka sær
uppgávuna at standa fyri
tilbúgvingini í sambandi
við Williamboringina a
landgrunninum í summ
ar. Ein partur av útgerðini
til hesa uppgávuna er
so í løtuni í Noregi og
umborð á skipum, og skal
hon so koma til Føroya,
tá boringin nærkast.
Eyð-britt Tjaldrastein tók hesa myndina av ógvusliga eldinum í Trongisvági fríggjakvøldið, tá gamla Statoilstøðin brendi í grund
Ógvusligur eldur á Trongisvági