Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 5 - 8. januar 2007 tíðindi WWWCVUSYDDK ,EDIGESTUDIEPLADSERFEBRUAR PÍSYGEPLEJERSKEUDDANNELSEN I.YK’BING&.YK’BING& TLF  Tarvar og grind Týskbøldið 9. januar, í annaðkvøld, fer Durita Holm, sum er mannfrøðingur í Spania, at hava hugleiðingar um tarvafekting og grindadráp. Tiltakið verður í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Durita Holm fer at hugleiða um, at rættir menn drepa grind og tarvar, og teir hava nógv hár á bringuni og testosteron í blóðinum. Hon sigur, at tað er ikki heilt burturvið at samanbera ein føroyskan grindamann við ein spanskan tarvafektara. Broyting í býráðnum Síðani 1. november hevur varaborgarstjórin í Klaksvík, Jákup Mikkelsen, havt farloyvi frá býráðnum, men nú hevur hann aftur tikið sæti í býráðnum. Ein annar fólkaflokmaður, Atli S. Justinussen, hevur framvegis farloyvi og kemur ikki aftur í býráðið fyrr enn 1. februar. Nú Jákup Mikkelsen er komin aftur, er Jan Gardar farin úr býráðnum sum varamaður, meðan Erik Andreasen heldur fram, men nú fyri fyri Atla S. Justinussen. (Kelda: www.klaksvik.fo) Mikudagin eru liðin 75 ár síðani Norðskála kirkja varð vígd FÓLKAKIRKJAN Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Dagurin verður hátíðar­ hild­in sunnudagin 28. jan­uar við hátíðarmessu kl. 12. Hans J. Joensen, biskupur, prædikar, og sókn­arprestinum á stað­ num, Emil Olsen, hevur altartænastuna. Síðani verður døgurði á Hotel Eiði fyri innbodnum. Kl. 17 verður gudstænasta við Bjarna Bæk, dóm­prósti. Hátíðarhaldið end­ar við fe­lags­máltíð í bygdar­húsi­ num, Eydnuni, á Oyrar­ bakka. Á heimasíðu fólka­ kirkjunnar verður m.a. upp­ lýst, at kirkjan til føðingar­ dagin hevur fingið eina slupp. Stoypiarbeiðið til kirkj­ una byrjaði annars á Mort­ ansmessu í 1930. Kirkjan varð bygd í eini tíð, har togan var um um kirkjumálið skuldi verða danskt ella føroyskt. Sama ár var tí fólkaatkvøða um skriftstøðini undir altar­ talvuni og úti í forkirkjuni skuldu verða á føroyskum ella á donskum. Úrslitið var, at 40 atkvøður vóru fyri føroyskum og 29 fyri donskum. Hin 10. januar 1932 vígdi Jákup Dahl, próstur, kirkjuna. Í seinni helvt av sjeyti­ árunum varð farið undir at umvæla kirkjuna og varð tá eisini bygt uppí til fundarhølið o.a. Harum­ framt varð forkirkjan vaks­ in og kapell bygt upp í suðureftir. Norðskála kirkja 75 ár Hósnáttina noyddist eitt Boeing 737 hjá SAS við 86 ferða­ fólkum umborð at trygdarlenda í Langnes floghavn í Tromsø, av tí at brek vóru við flapsunum. FLOGFERÐSLA Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Tað gekk væl at lenda, hóast ferðin var munandi meira, enn um flapsini høvdu riggað. Flogfarið var annars á veg úr Oslo til Evenes í Noregi, men hesum forðaði brekið fyri. Heimasíðan Hangar.no sam­anber hendingina við støðurnar, ið flogfør hjá Atlantsflogi hava verið í seinastu mánaðirnar. Norskt flogfar trupulleikar við flapsunum