mánadagur 8. januar 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2007
7
tíðindi
List í Keypmannahavn
Í sambandi við at 25 ár eru liðin, síðani Galleri Sct.
Gertrud í Keypmannahavn hevði sína fyrstu framsýning
við føroyskari málningalist, verður nú skipað fyri
framsýning við málningum hjá Amariel Norðoy og
Bárði Jákupssyni. Teir báðir vóru eisini á teirri fyrstu
framsýningini. Framsýningin hesaferð er frá 12. januar til
3. februar. Samstundis flytir Galleri Sct. Gertrud í onnur
høli í Knabrostræde 1A, sum er tætt við Strøgið.
Endurstovna felag
Í annaðkvøld, týskvøldið, verður gamla bygdarfelagið
hjá gjáarfólki, Gjómaður, endurstovnað. Felagið var
upprunaliga stovnað í sekstiárunum við tí endamáli at
reisa ein minnisvarða yvir sjólátin gjáarfólk, og tá málið
var rokkið, datt felagið niðurfyri. Nú er ætlanin at
endurstovna tað, men nú skal tað hava til endamáls at
varðveita fornminni í bygdini og at tryggja, at ymiskt ikki
fer fyri skeyti. Fundurin verður í Miðlahúsinum kl. 19.30.
Stríð er í samgonguni
um, hvør eigur æruna
fyri, at flogvøllurin
verður útbygdur. Eftir
at Fólkaflokkurin
sendi eitt tíðindaskriv
út um vikuskiftið,
har sagt verður, at
uppskot verður lagt
fyri Fólkatingið um
útbyggingina eftir
áheitan frá Anfinni
Kallsberg, hava bæði
Høgni Hoydal úr
andstøðuni og John
Johannessen úr
samgonguni talað at.
- Eg taki onga æru
frá løgmanni, men
royni at skunda undir
málið, sigur Anfinn
Kallsberg
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Hvør skal skal hava heiðurin
fyri, at flogvøllurin verður
útbygdur
og
yvirtikin?
Spurningurin varð reistur
um vikuskiftið, og boðini
eru fleiri.
Málið minti ikki sørt um
sokallað spin, tá skrivarin hjá
Fólkaflokkinum á Løgtingi,
Regin W. Dalsgaard, sendi
eitt tíðindaskriv til fjøl
miðlarnar, har hann m.a.
vildi vera við, at “eftir
áheitan frá Anfinn Kalls
berg, fólkatingsmanni, verð
ur uppskotið um útbygging
av flogvøllinum í Vágum
nú lagt fram á danska fólka
tinginum, sambært avtalu
ímillum løgmann og danska
forsætismálaráðharran”.
Hetta vildi hin føroyski
fólkatingsmaðurin, Høgni
Hoydal úr Tjóðveldisflokk
inum, ikki hoyra talan um.
- Tað er harmiligt, at
hatta verður gjørt til eitt
persónsmál, tí Anfinn Kalls
berg hevur einki við hatta
at gera, sigur Høgni Hoydal
um viðgerðina á Fólkatingi
av flogvøllinum
- Vanliga verður hetta rópt
at pynta seg við læntum
fjaðrum, sigur Høgni Hoy
dal um tíðindaskrivið frá
Fólkaflokkinum.
Høgni Hoydal sigur, at
hann spurdi forsætismála
ráðharran um málið 3.
oktober 2006. Haraftur
at setti hann ferðslumála
ráðharranum,
Flemming
Hansen,
ein
skrivligan
fyrispurning um málið 8.
november í fjør.
Mistu 60-millióna
grunnin
Flemming Hansen segði
m.a. í svari sínum, at málið
fór at verða lagt fram sein
ast í desember 2006 ella
fyrst í januar 2007, og
sambært felagsyvirlýsing
frá 27. juni í fjør avtalaðu
forsætismálaráðharrin og
løgmaður m.a., at útbygg
ingin av flogvøllinum, sum
vórðu mettar til einar 365
milliónir krónur, skulu
fíggjast við peningi úr 60-
milliónagrunninum.
- Eg vænti heldur ikki, at
løgmaður er serliga glaður
fyri hatta, sigur Høgni
Hoydal, nú hann metir, at
Fólkaflokkurin roynir at
fáa tað at síggja út, sum
Anfinn Kallsberg hevur
fingið framskundað hetta
uppskotið.
- Tað er nógv áhugaverdari,
at hatta verður goldið við
okkara egnu pengum, og at
tað nú er staðfest, at danir
eiga 60-milliónagrunnin.
Høgni Hoydal vísir á, at
danskir myndugleikar hava
fingið staðfest ræðið á
grunninum, hvørs eginogn
er 700 mió. krónur, og
sum Landsstýrið annars
framman undan hevur mett
var undir føroyskum ræði.
- Vit hava forerað grunnin
fyri 350 mió. krónur, sigur
Høgni Hoydal.
Rangsnúgving
Eisini John Johannessen,
løgtingsmaður fyri Javn
aðarflokkin, harmast um
tíðindaskrivið frá Fólka
flokkinum. Í lesarabrævi,
sum er prentað í Sosialinum
í dag, sigur hann m.a.:
”Tíðindavirðið í propa
gandaskrivinum frá Anfinni
Kallsberg er, at danska
lógaruppskotið, sum verður
grundarlag undir yvirtøkuni
og útbyggingini, nú verður
lagt
fyri
Fólkatingið.
Men at hetta hendir eftir
harraboðum frá Anfinni
Kallsberg er rangsnúgving
av grovasta slag.
Boðini úr Danmark hava
leingi verið, at danska
stjórnin fór at leggja málið
fyri Fólkatingið í byrjanini
av 2007. Tí er tað púra rætt,
sum Høgni Hoydal sigur á
Portalinum sunnukvøldið,
at danir hava boðað frá, at
málið fór at verða lagt fram
antin í desember 2006 ella í
byrjanini av 2007.
Fullur sannleiki er tað
eisini, tá Høgni Hoydal í
somu tíðindagrein á Por
talinum ger vart við, at
Anfinn Kallsberg pyntar
seg við læntum fjaðrum
og at hann onki hevur við
málið at gera”.
Tekur onga æru
frá løgmanni
Anfinn Kallsberg vil tó
ikki svara beinleiðis upp
á spurningin, um tað er
eftir áheitan frá honum, at
Regin W. Dalsgaard hevur
skrivað tíðindaskrivið um
vikuskiftið.
- Hann hevur spurt seg
fyri hjá mær, um nakað nýtt
er hent í hesum málinum, og
so hevur hann skrivað tað,
sigur umboð Fólkafloksins
á Fólkatingi.
Anfinn Kallsberg sigur,
at seinkingar vóru í hesum
málinum og ivamál var
um, hvør danskur ráðharri
skuldi umsita málið, og tað
endaði hjá tí konservativa
Bendt Bendtsen, búskapar
ráðharra.
- Eg fór eftir teimum, so
tað ikki skuldi enda sum ein
kastibløka millum donsk
ministeriir, sigur Anfinn
Kallsberg, sum leggur aft
urat, at hann metir ikki, at
Høgni Hoydal hevur arbeitt
fyri hesum málinum um
flogvøllinum.
- Høgni hevur roynt at
saboterað hetta málið, sigur
Anfinn Kallsberg, ið ikki
heldur seg royna at taka
æruna frá løgmanni, eins
og John Johannessen rør
framundir.
- Eg taki onga æru frá
løgmanni, men royni at
skunda undir málið, tí
tað er rætt, at løgmaður
eigur málið, sigur Anfinn
Kallsberg.
Hann heldur, at tílík mál
hava ta siðvenju, at tey
kunnu taka drúgva tíð at
viðgera.
- Tí er mítt endamál at
skunda undir, sigur Anfinn
Kallsberg.
John samdur við Høgna
um at harta Anfinn
BP boring
á oljuráð
stevnu
13. februar
Ráðstevna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Vinnuhúsið skipar aft
ur í ár fyri eini olju
ráðstevnu í Norður
landahúsinum. Dagurin
er settur til 13. februar.
Enn er endaliga skráin
ikki løgd, men sum
skilst verður fokus
fyrst og fremst sett á
seinastu boringina á
landgrunninum hjá Stat
oilsamtaki og framtíðar
virksemið her og síðani
á komandi boringina
hjá BP samstaki. BP,
Shell
og Anadarko
fara at bora næsta
brunnin á basaltinum
í summar. Boripallurin
Transocean Rather, sum
í løtuni borar tríggjar
appraisalbrunnar hinu
megin markið, skal bora
tann sera spennnandi
brunnin.
Á oljuráðstevnuni
er eisini ætlanin at
seta ljóskastaran á leik
lutin hjá føroyskum
undirveitarum í sam
bandi við virksemið á
landgrunninum.
Her
fer umboð fyri danskar
uppstreamveitarar at
tosa um teirra royndir.
Harumframt verður so
helst eisini ein føroyskur
gestafyrilesari.
- Tað er harmiligt, at hatta verður gjørt til eitt persónsmál, tí Anfinn Kallsberg hevur einki við hatta at gera, sigur Høgni Hoydal
um viðgerðina á Fólkatingi