Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 5 - 8. januar 2007 Løgmaður kann ikki vera nøgdur við, at 31 prosent føroyingum kenna seg sum ein part av Visjón 2015, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur. Við hesum heldur hann so, at 31 prosent er ov lítil undirtøka. Jógvan Mørkøre hevur staðið fyri meiningakanning hjá Fynd, ið Sosialurin læt prenta um vikuskiftið. Hon vísir, at bert ein triðingur av føroyingum kennir seg sum ein part av visjónini. Hann kallar visjónina miseydnaða, og sigur m.a., at áður vóru politikarar politiskir hugsjónarmenn og gingu á odda, men nú verður hetta latið upp í hendurnar á embætisfólki. Á hendan hátt verður hin einstaka hugsjónin burtur og frástøðan til fólkið økist, sigur Jógvan Mørkøre. Hann heldur fram, at vit við hesum fáa vit eitt teknokrati. Hugsjónirnar, ið áttu at verið grundarlagið undir stevnumiðjum flokkanna, verður til eina illusjón um, at øll vilja ganga somu leið, og tað er ósunt, heldur samfelagsfrøðingurin. Hetta er ein sera álvarsom atfinning, og hon líkist nógv teimum atfinningum, ið andstøðan er komin við. Løgmaður sigur harafturímóti við blaðið, at tað er nøktandi, at 31 prosent kenna seg sum ein part av visjónini, og at 42 prosent hava kjakast um hana. Løgmaður kallar Visjón 2015 ein samfelagsmanual til ta politisku skipanina, ið skal verða brúkt í samgongusamráðingum framyvir. Hann leggur afturat, at hann vil síggja tann politikara, ið torir at taka lívið av visjónsarbeiðinum, tí ongin rættsiktaður politikari fer at skjóta góðar ætlanir í senk, sigur hann. Vit fara ikki her at taka dagar millum samfelagsfrøðingin og løgmann. Tó er greitt, at løgmaður og landsstýrið mugu fyrihalda seg til atfinningarnar. Eru vit ávegis til teknokrati? Hava vit verið á hesi kós líka síðan Normann Christensen endavendi allari umsitngini? Tað eru tey, ið halda, at aðalstjórar og løgmannstjóri í roynd og veru hava størri vald enn landsstýrismenn og løgmaður. Er tað veruliga so, at tað eru embætisfólkini, ið seta út í kortið og politikkararnir fylgja eftir? Hetta er so í stríð við grundleggjandi demokratisk principp og kann ikki góðtakast. Løgmaður, sum upprunaliga var sera atfinningarsamur mótvegis Norman Christensen, hevur her eina sera stóra ábyrgd. So er tað sjálv Visjón 2015. Vit kenna ikki endaligu uppskotini enn, men eitt vita vit, og tað er, at ætlanin kostar. Vit hava longu fingið fyrsta nosið við øllum atfinningunum frá granskingarumhvørvinum. Hetta er tíverri sera einfalt: fylgja ikki nýggjar og størri játtanir við visjónini, so fara heldur ikki 31 prosent at taka undir við visjón landsstýrisins, tá ið avtornar, og so hevur samgongan ein stóran trupulleika til valið í januar 2008. Vit hava víst á henda trupulleika áður og gera tað so enn einaferð. Visjón 2015, ið ikki sæst aftur í figgjarlógini fyri 2007, má og skal síggjast á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008. Hendir hetta ikki, fer trúvirðið og so er stórur vandi fyri, at alt dettur á gólvið og tað vildi verið stórt spell. Eitt hugskot til landsstýrið kundi verið at gjørt uppskotið til fíggjarlógina 2008 liðugt í vár og kunngjørt hetta longu á Ólavsøku, so fólkið kundi vissa seg um, at hetta er eitt mál, sum samgongan tekur í størsta álvara. Sosialurin Visjón á vegamóti Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Nú høvdu mong mist vónina um, at starvsfólkamálið á Matrikkulstovuni kundi fáa eina virðiliga loysn. So mikið størri var gleð­in, tá tíðindini bórust fríggja­ kvøldið, at tey trý fleiri ferðir upp­søgdu, nú enda­ liga hava fingið síni starvs­ viður­skifti í rættlag, eftir at Inn­lendis­mála­ráðið hevur gjørt úr­skurð. Nógv vita, hvat tað ger við fólk og teirra sálarfrið at vera upp­ søgd úr arbeiði eina ferð. Tað er ræðandi at hugsa um, hvat hendir við einum, ið er uppsagd/ur 4 ferðir. Júst hetta høvdu vit klárt í minninum, tá visjónin um Føroyar sum besta land at liva og virka í í 2015 varð framløgd. Í heyst hevur eisini ein samd trivnaðarnevnd í løg­ tinginum gjørt ta samtykt (kanska júst við íblástri av hesum máli), at landsstovnar skulu taka serlig atlit fyri teimum, sum vegna brek ella serligar umstøður hava ilt við at fáa pláss á arbeiðs­ marknaðinum. Nakað ta somu løgtings­ samtykt minnist eg eisini at vera gjørda fyri 20 árum síðani. Tá snúi tað seg um, at arbeiðspláss skuldu vera tøk til fólk við breki á øllum landsstovnum,- alt eftir hvussu stórt arbeiðsplássið var. Hetta hevur kortini ikki kunnað forða fyri tí, sum hendi á Matrikkulstovuni. Við jøvnum milllumbili, finna samgongur útav, at landsstovnar skulu spara – vælvitandi, at hetta nærum altíð førir við sær uppsøgn av starvsfólkum. Og ofta hevur tað endað við, at júst tey við skerdum førleiki vóru fyrst uppsøgd. Dømini eru mong. Meina løgtingsmenn nak­ að við tað at taka serlig atlit fyri tey førleikaskerdu, so má eisini eitt amboð vera til stovnsleiðarnar ið sigur, at farast skal ikki fyrst eftir teimum við skerdum førleika, tá ið sparast skal. Tey hava truplast við at finna annað arbeiði. Hetta kann so eisini verða eitt deilmál ávegis til visjón 2015. Tá tað er sagt, so skal ikki verða gloymt, at tað eyðnast av og á at fáa arbeiði á landsstovnum til fólk, ið annars hava ilt við at fáa arbeiði. Men sum heild má sigast, at tað er hópin lættari at venda sær til privata arbeiðsmarknaðin, tá tú ert úti í hesum ørindum. Tey hava samanumtikið betur skilt ognina í fjølbroytni og margfeldinum, og at tað er týðningarmikið, at arbeiðsmarkanaðurin mynd­ ar tað samfelag, vit liva í. Mongu lýsingarnar hjá tí almenna í seinastuni eftir fólki benda á, at lønarfólkið er farið at ivast í, hvussu hugaligt tað er at arbeiða hjá tí almenna. Men tillukku til starvs­ mannafelagið, og tillukku tit trý, ið vónandi trygg og vónrík gera tykkum til reið­ ar at fara upp til ein nýggjan og góðan arbeiðsdag. Dan Petersen hevur síðstu tíðina, bæði í útvarpi, sjón­­varpi og bløðunum, við­gjørt formannin í F.F. Óla Jacobsen á ein sera ófólka­­ligan og niðrandi hátt. Niður­lagið hjá Dan er, hvussu vána­ligur Óli er, hvussu lítið hann hevur gjørt, hvussu vána­ligt tað er, sum hann hóast alt hevur gjørt, hvussu ódemo­ kratiskur hann er o.s.v. Og sjálvsagt er tað Dan’sa rættur at halda tað, men hann kundi í minsta lagi sagt tað á ein menn­iskja­ ligan og virði­ligan hátt.   Dan skrivaði í einum lesara­ brævi, at tað eru ikki myndug­ leikarnir, men reiðarirnir, ið skulu vera teirra fíggindar – annars ein undarligur hugburður móti teimum monnum, ið leggja rygg til. Í einum lesarabrævi úttalaði Dan seg um, hvussu illa sjómenn vera viðfarnir av mynduleikunum. Fyrst vóru mynduleikarnir ongin trupulleiki, og í næstu atløgu vóru teir ein trupulleiki, so sigast kann, at tingini hjá Dan hanga ikki saman. Aftaná at Dan bara hevur skrivað sera negativt um Óla, sum formann í F.F., fari eg at venda eygunum hinvegin, og hyggja eftir tí positiva, ið Óli hevur gjørt fyri fiskimenninar. Óli er ein sera dugnaligur maður (hann er høgt virdur av fólki, bæði høgum og lágum). Óli skal hava rós fyri, at hann hevur dugað sera væl at tosa partarnar til rættis, so sloppið hevur verið undan óneyðugum verkføllum, sum bara kosta fiskimonnum og sam­ felagnum pengar. Nevnast kann, at F.F. bara hevur havt eitt verkfall í 36 ár, sum vardi í 5 dagar. Hetta má vera eindømi í Føroya søgu. Óli hevur verið formaður í F.F. í 36 ár. Sigast kann, at hann hevur lagt lív og sál í hetta arbeið, og at hann hevur bøtt munandi um korini hjá fiskimonnum. Sum dømi kunnu nevnast: skattalættin til fiskimenn - hóast harðan ágang hevur hann vart hesa skipan, sum gevur fiskimonnum uml. 60 milliónir árliga; hækka inntøkutrygdina munandi; fingið betri trygging; sátt­ málar, sum í minsta lagi eru á hædd við teirra í okkara grannalondum, og nógv ann­að, sum verður nevnt í ársfrágreiðingum felagsins. Við hesum orðum vil eg vísa Óla mína hjartans tøkk og ynskja Óla eitt gott val. Má ikki henda aftur Karin Kjølbro Tøkk til Óla Jacobsen RÆTTING Í tí mátanum, greinin CARPE DIEM (annar partur) í Sosialinum tann 5. januar 2007 er sett upp, eru tíverri nøkur mistøk komin fyri. Í greinini skuldi bara ein mynd eftir Rembrandt verið, tann av kvinnuni, ið varð tikin í hordómi. Hinir málningarnir (av Jesusar krossfesting) hóska á ongan hátt til inni­haldið í tekstinum. Og undir tí frálíku tekn­ingini av William Shake­speare (sum her er alment frammi fyrstu ferð, hugsi eg) skuldi staðið: ”í striku Ingálvs av Reyni. Vinarliga Hanus Kamban Ingolf Heinesen