Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2007 11 Í løtuni tykist alt bera til í føroyskum politikki. Onki fær avleiðingar og ongin verður settur til svars fyri nakað sum helst. Tað gagnar tíverri bert afturhaldinum, tí tað fær fólk at missa álitið á, at vit megna nakað sjálvi í hesum landi Havi undrast á at eyg­ leiða tann sera hvassa orða­dráttin og tær djúpu ósemjur, sum dagliga koma undan kavi í sitandi samgongu. Floksfelagar í javnaðarflokkinum rópa hvør annan ókvæmisorð og gera viðmerkingar um útsjóndina hvør hjá øðrum. Nevndarformenn verða av samgongufeløgum lagd­ir undir at ”lumpa og lirka”. Poul Michelsen í fólka­ flokkinum atkvøddi ímóti skattalættanum, sum hans­ ara egni formaður á tingi segði vera bestu politisku hending í árinum - og sami Poul segði seg ikki vilja taka lut í at koyra landið út av eggini. Og Lisbeth. L. Petersen, fyrrverandi forkvinna í sam­bandsflokkinum og fyrr­verandi borgarstjóri og fólka­tingskvinna, sigur í almenn­um lesara­brævi, at Løg­­maður sigur ósatt. Løg­ maður svarar aftir í lesara­ brævi og hartar tingfólkini í samgonguni fyri ikki at gera sítt arbeiði. Ikki er tað vakurt og - sum so mangt annað av politisku tómgongdini í løtuni - er tað bert við til at økja um politiska dølsknið millum fólk - og at fáa fólk at missa alt álit á dygdir og virðir í føroyskum fólkaræði. Nú hava undirritaði og Tjóðveldisflokkurin verið partur av mongum ósemjum í undanfarnum samgongum. Og ósemjur innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum hava heldur ikki verið fáar. Summ­ar neyðugar og prin­ sippi­ellar. Summar íkomnar og uppblástar av hvøssum orðalagi og ákærum. Tað hevur heldur ikki verið vak­ urt. Haldi tó, at tær eru fyri lítið at rokna í mun til tann ruðulleika, tað orðalagið og tær persónligu ákærur, sum ganga fyri seg í hesi samgongu og innanhýsis í flokkunum. Men ein avgerandi munur er: Í fjølmiðlunum verða trupulleikarnir í núverandi samgongu og innanhýsis í flokkunum í mesta lagi viðgjørdar sum smáputl og hjáputur. Í bløðunum eru tað allarhægst smátt upp­ settar greinar og okkurt lesarabræv. Í loftmiðlunum verða ósemjurnar nærum ikki nevndar, tó at sjón­ varpið stundum hevur tikið mál upp. Og tá tær verða, so verður ongin løgmaður, floksformaður ella annar ábyrgdarpersónur settur til svars ella til ábyrgd fyri støðuni og møguligum av­leið­ingum. Ístaðin slepp­ ur løg­maður ósvaraður at end­ur­taka í miðl­un­um, at alt gongur væl, og at sam­gongan stendur sterk. Har­aftur­at sleppa lands­ stýrismenn at gera brot og brølarar aftur og aftur, uttan at nakar verður kravdur eftir konsekvensi. Øðrvísi tá ósemjur og orð vórðu søgd í undan­ farnu samgongu - og tá tví­dráttur hevur verið í Tjóð­veldis­flokkinum. Eg havi ikki talið á forsíðum í Sosialin­um sum hava sett samgongurok, hvøss orð, ákærur og innanhýsis stríð í Tjóð­veldis­flokki­ num á forsíðuna. Ja, sjálvt lesarabrøv eru komin á forsíðuna og matarleparnar hjá Sosialinum. Og í bæði og Útvarpi og Sjónvarpi er alt fylgt upp og útpenslað. Viðmerkingar og avleiðingar eru kravdar millum samgongufelagar, frá løgmanni og floks­for­ monnum. Tíðindasending eftir tíðindasending hava havt slíkar ósemjur sum yvirskrivt og høvuðstíðindir. Tíðindafólk hava staðið til reiðar at kravt beinleiðis viðmerkingar uttanfyri fundarhølir, á kei ella á flogvølli. Alt gott um tað - hóast eg mangan hevði ynskt at sloppið undan tí, og eg mangan hava verið argur um, at óheppin úttalilsi eru blást upp, vend og snarað. Men tað er sjálvandi ein uppgáva hjá fjølmiðlunum at krevja svar, avleiðingar og ábyrgd, tá veruligar ósemjur eru millum sam­ gonguflokkar og innanhýsis í flokkunum. Tí er spurningurin hjá mær: Hvussu ber tað til, at so ymiskt verður raðfest, tá tíðindamiðlarnir viðgera ósemjur? Eg minnist meg ikki hava sæð nakrar forsíður, høvuðstíðindir, krøv um avleiðingar ella ábyrgd, tá ræður um merkiliga rok­ ið í hesi samgongu og í samgonguflokkunum. Eg hugsi tildømis, at um ein politikari við so drúgvum royndum og álitisessum sum Lisbeth L. Petersen hevði lagt samgonguleiðara og landsleiðara undir at siga ósatt. Floksfelagar høvdu lagt eftir útsjónd hjá hvørjum øðrum. Ella avsagt høvuðsmálið hjá flokki sínum. So hevði tað ruddað breddarnar í øllum øðrum londum - og helst eisini í Føroyum fyri nøkrum árum síðani. Lat meg tó sláa fast, at eg sjálvandi síggi tað ov litað gjøgnum mínar egnu brillur. Og kanska minnist eg av somu orsøk ikki alt. Men tað ber til at kanna við at leita í blaðsøvnum og bandasøvnum, um eg havi grein í mínum máli. Og um til ber at sammeta úttalilsi og hendingar. Hartil ber sjálvandi eisini til at síggja tað soleiðis, at summi bara duga betri at takkla og leggja lok á ósemjur, ið koma upp.  Eisini kann tað verða eitt tilvitað val hjá tíðindaleiðslunum at broyta tað stóra fokusið frá ósemjum og úttalilsum til frama fyri onkra meira djúptøkna viðgerð av sam­ felagsspurningum. Og tað virði eg sjálvsagt. Men eftir stendur fatanin av, at tað er serstakliga stór­ ur munur á, hvussu fjøl­ miðlarnir viðgera ósemj­ur í samgongum, í flokk­um og mistøk hjá lands­stýris­ monnum. Og eftir stendur kenslan av, at í løtuni ber alt til í føroyskum politikki. Onki fær avleiðingar og ong­in verður settur til svars fyri nakað sum helst. Tað gagnar tíverri bert aftur­ haldinum, tí tað fær fólk at missa álitið á, at vit megna nakað sjálvi. Høgni Hoydal Eru summar ósemjur betri enn aðrar? - spurningur til fjølmiðlaleiðslur viðmerkingar Alfred Olsen hevur framt eitt satt bragd, sum eingin undan honum hevur megnað. Teir stóru statsmenninir munnu øvunda Alfredi tað polit­iska snildnið, ið hann hevur borðreitt við sein­ astu tíðina. Ein kapittul í endurminningum Alfreds fer óivað at snúgva seg um júst hetta bragd. Næstformaður Sambands­ floksins boðaði fyri jól frá, at hann tekur stuðulin til samgonguna aftur. Tað vil siga, at hann ikki longur er at rokna sum partur av landsstýrissamgonguni, sum hann málbar seg í tíð­ inda­skrivi undan jólum. Hetta var ein beinleiðis avleið­ing av, at løgtingið sam­tykti uppí­skoytið um “kyns­liga orientering” til para­graf 266b í revsi­lógini. Men hvørjar avleiðingar fær avgerðin hjá Alfredi? Hann varðveitir nevniliga tey privilegiir og teir álitis­ sessir, ið hann sum partur av samgonguni hevur tiltuskað sær. Hann er tí framvegis formaður í rættarnevndini og næstformaður í vinnu­ nevndini. Tveir sessir, hann hevur fingið, av tí at hann upprunaliga var partur av samgonguni. Eingi tekin hava verið um, at Alfred verður varp­ aður úr hesum báðum sess­ um, nú hann ikki stuðlar samgonguni longur. Er tað tí, at Alfred er ein so týdningarleysur politikari, ella kann samgongan heilt einfalt ikki liva uttan hans­ ara hjáveru? Tinglimir samgongunnar tíma møguliga ikki at taka hendan dystin, nú bert eitt ár er til valið. Teir hava møguliga meira at missa enn at vinna, og tí verður málið tagt burtur – eingin vil veruliga fyrihalda seg til hesa fráboðan Alfreds. Tað er í veruleikanum væl skiljandi. Samgongan er in­takt, so leingi hon hevur meiri­luta í tinginum, og allir ting­limir vilja bjarga sínum egna skinni. Ríður á tveimum hestum Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at Alfred í løt­ uni ríður á tveimum hest­ um. Hann stuðlar ikki sam­ gonguni, men hann vil ikki taka tær natúrligu avleið­ ingar, ið eiga at standast av eini slíkari fráboðan. Nevniliga at hann tekur seg úr teimum nevndarsessum, ið samgongan hevur latið honum uppí hendi. Karsten Hansen valdi at rinda kostn­ aðin av at taka seg úr einari politiskari eind. Tað er eftir øllum at døma munur á monnum. Tann brennandi spurning­ urin er tí, um Alfred Olsen nú er partur av samgonguni ella andstøðuni. Formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins metir ikki, at støðan krevur bráðfeingis viðgerð í sam­ gonguni, tí sum Kristian Magnussen sigur, so hevur Alfred Olsen “ikki meldað seg uppí andstøðuna”. Mær vitandi hava Jenis av Rana og Høgni Hoydal heldur ikki meldað seg uppí and­ støðuna, men tað er ein sannroynd, at teir eru partur av andstøðuni, óansæð um teir hava meldað seg uppí ella ikki. Alfred dettur niður­ímillum tveir stólar, tí hann er sambært Kristiani hvørki samgongu- ella and­ støðutinglimur! Í hesum føri kunnu orð­ ini hjá Bush (yngra) lýsa støðuna væl: Antin ert tú fyri okkum ella ert tú ímóti okkum! Tí hvussu kann man taka stuðulin til samgonguna aftur, men framvegis sita í teimum sessum, ið samgongan er garantur fyri. Hvat stendur so eftir? Jú, at Alfred úteftir hevur signalerað, at hann ikki stuðlar samgonguni. Men hann situr onkursvegna fram­ vegis í samgonguni í kraft av sínum nevndarsessum. Ergo, alt er við tað gamla. Eingin broyting í løgtinum í øllum førum. Alfred hevur ongan prís goldið fyri at siga seg úr samgonguni – hann hevur ikki ofrað seg fyri nakað sum helst, meðan hann letst at hava tikið stuð­ulin til samgonguna aftur. Og hetta kann ikki tulkast sum annað enn eitt dupultmoralskt hurðaklams ognað veljarum Alfreds í Eysturoynni. Tí hevur fráboðanin hjá Alfredi ongan substans. Hon er eitt tómt hylki av hykli. Tann ultimativa andsøgnin Stefan í Skorini At seta skeiva áskrift á eitt bygdarskelti er at gera seg inn á fólkið, í bygdini býr, tess siðvenju og samleika. Samsvar eigur at vera mill­ um navnaskeltið og tað, bygdarfólkið sigur fremm­ andum, at bygdin eitur. Hetta samsvar er tíverri ikki í øllum førum her á landi. Tað er spell og til miklan ampa. Var á Hellunum til tess at vita, hvat tey hildu um áskriftina á teirra bygd­ arskelti. Úrslitið varð und­ir­skriftir frá øllum, ið heima vóru, við bøn um, at skeltið verður broytt til Hellurnar, soleiðis at samstar verður millum áskrift og tað, bygdin eit­ur, og sum føroyingar hava lært. Í umleið tríati ár hevur Hellur við órætti staðið yvir bygdini. Í skúlanum skuldu vit læra allar bygdirnar í Før­ oyum. Vit sóu æru í at duga tær. Tað var stutt­ ligt, og ikki sørt at vit fingu útlongsul av tí. Men í sjeytiárunum, tá Lands­ verkfrøðingurin setti bygda­skeltini upp, vótu vit mong, sum undraðust og stóðu spyrjandi, tí á nøkrum teirra stóð nú ann­ að enn tað, vit lærdu. Tú kanst so spyrja, hví pilkast skuldi við navnið - arvin, sum bygdarfólkið hevði varðveitt og tað, vit øll høvdu lært. Hví vildi táverandi myndugleiki tað øðrvísi? Setti mær fyri at vita, um vit kundu finna nú­ver­ andi myndugleika, sum kundi endurskoða og broyta áskriftina á ávísum skeltum. Hetta var lættari sagt enn gjørt; men í dag vita vit, at Vinnumálaráðið og Landsverk í felag hava henda myndugleika, og hava hesir stovnar tískil fingið undirskriftirnar av Hellunum og somuleiðis undirskriftirnar frá bý- og bygdaráðum. Vónandi er málið nú í góðum hond­ um, og vónandi verður broyt­ing framd skjótast gjør­ligt. Hetta hevur skund. Bygdir, hvørs navna­ skelti hava elvt til ónøgd, eru: Ánirnar, Hellur­nar, Lamba, Skála, Norð­ skála, Haldórsvík og Kol­ beinargjógv. Tað eru ikki bert navna­ skelti, ið eiga at verða broytt. Sjálvsagt eiga eis­ ini føroyakortið hjá Geo­ dætisk Institut, telefon­ bókin, pappír frá almenn­ um stovnum o.s.fr. at verða broytt samsvarandi. Broytingin fær týdning fyri skúlan og tey, sum undirvísa í heimstaðarlæru og før. landalæru, fyri sam­ skifti, ferðavinnuna, kunn­ ingarstovurnar og føroy­ ingar eins og útlend­ingar, sum ferðast í Før­oyum. Ikki minst siðsøgu­liga og søguliga er týdningar­ mikið, at bygdin fær navna­ skelti við rættari áskrift. Opið bræv til Vinnumálaráðið og Landsverk Bygdin og navnaskeltið Símun Nónklett