Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 5 - 8. januar 2007 Í fjølmiðlum sunnudagin tekur Anfinn Kallsberg sær æruna av ætlaðu út­ byggingini av flog­vølli­ num í Vágum. Veruleikin er, at Jóannes Eidesgaard hevur loyst hetta mál, eftir at tað ikki eydnaðist Anfinni Kallsberg at finna loysn á málinum. So var Fólkaflokkurin aft­­ur á bananum við ein­ ari rangsnúgving av veru­ leikanum. Eftir­hond­ini sær tað út til, at rang­snúgv­ ingarnar eru vorðnar ein vani. Ella kanska er tað herviligur valfepur, ið herjar ávísar fólkafloksmenn nú um dagarnar... Hesaferð tekur Anfinn Kallsberg sær æruna av, at upp­skot verður lagt fyri danska fólka­tingið um at út­byggja flog­vøllin í Vágum. Í tíðinda­ skrivi verð­ur boð­að frá, at “eftir áheitan frá Anfinni Kalls­ berg, fólka­tingsmanni, verð­ ur uppskotið um útbygging av flogvøllinum í Vágum nú lagt fram á danska fólka­ tinginum”. Tey sum kenna eitt sindur til málið vita, at Anfinn Kallsberg í síni løgmanstíð tosaði nógv um at fáa flog­ vøllin útbygdan og síðani yvirtiknan. Men tey vita eisini, at úrslit spurdust ongi burtur úr teimum mongu proklamatiónunum. Í øllum førum ikki onnur úrslit enn nógvar forsíður í bløðunum. Í so máta ein søga, ið líkist nógv søguni um Gásadalstunnilin, sum Fólkaflokkurin við land­ sins skjaldarmerki aftan fyri seg hevur latið upp og hátíðarhildið rætt iliga nógvar ferðir á ymiskar hætt ir. Altíð við fullum stuðli frá ókritiskum fjøl­ miðl­um. Jóannes fekk semju Í valstríðnum – ikki hesum nýggja hjá Fólkaflokkinum, men til seinasta løgtingsval – lovaði Javnaðarflokkurin at fáa loyst málið um út­bygg­ingina og yvirtøkuna av Vága Floghavn. Hett a lyftið stóðu vit fast við, tá vit 31. januar 2004 skipaðu samgongu og yvirtóku løg­ mansembætið. 4. apríl 2005 var liðugt at samráðast. Formaður Javn­aðarfloksins hevði nú røkt løgmansembætið í eitt stórt ár, og hendan 4. apríl fór hann við morgun­ flogfarinum til Keypmanna­ havnar at skriva undir fe­lags yvirlýsing saman við danska forsætisráðharran um yvirtøku og útbygging av Vága Floghavn, umframt onnur týðandi stórmál. Í felags yvirlýsingini siga Anders Fogh Rasmussen og Jóannes Eidesgaard seg vera samdar um, “at søge driften og ejerskab af de danskejede dele af Vágar Lufthavn over­ført til de færøske myndigheder. Samtidig her­med tilvejebringes den nød­vendige kapital til opda­tering af lufthavnen ved, at egenkapitalen i Investeringsfonden for Fær­ øerne nedkapitaliseres med tilsvarende beløb”. Á ríkisfundi 27. juni 2006 verður avtalan endaliga stað­fest og undirritað í form­ligari semju ímillum danska forsætisráðharran, Anders Fogh Rasmussen, og Føroya løgmann, Jó­ann­ es Eidesgaard. Skuldi henda nú Tíðindavirðið í propa­ganda­ skrivinum frá Anfinni Kalls­berg er, at danska lógar­uppskotið, sum verður grundarlag undir yvirtøkuni og útbyggingini, nú verður lagt fyri Fólkatingið. Men at hett a hendir eftir harra­ boðum frá Anfinni Kalls­ berg er rangsnúgving av grovasta slag. Boðini úr Danmark hava leingi verið, at danska stjórn­in fór at leggja málið fyri Fólkatingið í byrjanini av 2007. Tí er tað púra rætt , sum Høgni Hoydal sigur á Portalinum sunnukvøldið, at danir hava boðað frá, at málið fór at verða lagt fram antin í desember 2006 ella í byrjanini av 2007. Fullur sannleiki er tað eis­ ini, tá Høgni Hoydal í somu tíðindagrein á Portalinum ger vart við, at Anfinn Kalls­ berg pyntar seg við læntum fjaðrum og at hann onki hevur við málið at gera. Hett a var enn eitt dømi um eitt mál, har føroyska pressan uppfatar Anfinn Kalls­berg sum tað fullkomna oraklið og letur seg brúka í einum ósmædnum val­ takt­iskum spæli hjá Fólka­ flokkinum. Men pressan er ikki einsamøll. Í onkrum politiskum flokki, sum eg kenni rætt iliga væl, er Anfinn Kallsberg eisini tað fullkomna oraklið. Tí hoyra vit so fá mótmæli ímóti rangsnúgvingunum... Anfinn byggir ongan flogvøll Løgtingsmaður John Johannessen Finnur Helmsdal, nú er ovboðið! Í Sosialinum 28. de­ ­ sember skrivar Finnur Helms­dal ein kritikk av viðmerkingum stjórn­ mála­­frøðingurin Rúni Ras­mussen hevði í Dimmu 27. desember um fólka­atkvøðu um sokall­aðu glíði­breyt­ina ella um 266b. Tú sigur, at skrivarin hjá stjórnar­ skipanar­nevndini mælir til, at Føroya fólk skal til fólkaatkvøðu um at tað skal vera loyvt at niðurgera sam­kynd alment. Hett a er ein reingj­ an av veruleik­anum, sum hevur eyðkent teg í øll­ um hesum málinum og á hendan hátt hevur tú villleitt ein stóran part av Føroya fólki. Tú setur spurningin um ein slíkur maður kann starvast sum skrivari hjá stjórnar­ skipanar­nevndini. Slíka vanvirðing skal ein leita leingi eftir, er hett a ikki happing á hægsta stigi av einum, sum ikki hevur somu meining sum tú? Minst til, at tú ert ikki hvørt sum helst, men ein løg­tings­limur, sum sigur seg umboða minni­ lutaverju og tol­semi. Sólfríð Heinesen Tað má bera til eisini at heilsa teimum, sum eru á lívi, við fagnaði! Hví bara skriva minningarorð um tey, ið farin eru av verðini? Tey síggja tað ikki. Hví ikki bera teimum núlivandi eina væluppiborna tøkk, sum tey sjálv kunnu meta um, og geva teimum eitt herðaklapp, ið hava evnað nakað sera virðismikið í okkara samfelag, eitt nú innan tónlist. Tað kann stimbra tey, og kanska geva teimum ein íblástur. Nú á jólum var so vakurt og yndisligt at hoyra ungar tónleikanæmingar í Musikkskúla Føroya spæla í sjónvarpinum – eitt nú jólakonsertina hjá italska barokktónaskaldinum, Corelli. Vinmaðurin, slóð­ brót­arin og javnaldurin, Ólavur Hátún, eigur sín stóra lut í heiðurinum, sum fyri mær var ein so stór uppliving. Eitt ótrúligt avrik við tógvið stríð, hann hevur megnað at útinna. Kanska nevnt áður so fór hann - Ólavur - ikki uppum, har garðurin var lægstur, men legði á, har eina ringast var at klíva upp - nevniliga at fáa landsins myndugleikar, ið ikki van­ liga stuðla stórvegis upp­ undir mentanartiltøk, at taka undir við stremban hansara, at fáa ein veruligan musikkskúla sett an á stovn. Tað hevur so eydnast honum. At fylgja honum eftir megnaði eg ikki; kortiliga eygleidd i eg hann við vælvild í klintran síni upp ígjøgnum teir brøtt u og illgongdu stíggjar, til eg at enda helt hann vera komnan upp á slætt – nær tað so einaferð eftir hansara tykki verður. Brátt 76 ára gamal sæst ikki hóllur á honum. Hann er altíð til dystin fús, og orkan sýnist at vera óavmarkað. – Tað higartil seinasta stóra avrik hansara var at framføra Messias av G. F. Handel – eitt av teim størstu verkum, ið skrivað eru í tónlistasøguni. Føroya Symfoniorkestur var ikki fyri so mongum árum síðan hildið at vera nakað fullkomiliga óhugsandi – eins og undirsjóvar tunnlar. Í dag eru bæði veruleiki. Við áræði, dirvi og orku tykist nærum alt at bera til. Tøkk fái tit, ið so væl hava dugað at stíla fyri. Gleðiligt nýggjár. Millum jóla- og nýggjárs 2006 Ívar Iversen