Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2007 13 Kistan við Dávur Jóhan Niclassen, Sørvágur, fer av Landssjúkrahúskapellinum í dag kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Sørvágs kirkju mikudagin kl. 13.00. Tey, ið vilja minnast Dávur Jóhan, kunnu lata eina peningagávu; konta í Eik. Mainhard Danielsen, Nes, vanliga nevnd­ur Mainhard uppi í Forna, andaðist á Lands­sjúkra­ húsinum leygardagin 6. januar, 88 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum týsdagin 9. januar klokkan 17 heim í Fríðrikskirkjuna. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni mikudagin 10. januar klokkan 13 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Dagurin 9. januar. Julianus. Búði í Egyptalandi, og varð umleið ár 300 hálshøgdur, tá ið rómverski keisarin Diokletianus legði eftir teimum kristnu. Sunnudagin 21. januar kl. 19 verður konsert í Vestmanna kirkju við luttøku av so kendum sangkreftum sum Súsonnu og Rúna Brattaberg. Súsanna syngur mezzo- sopran og Rúni bass. Súsanna Brattaberg hevur í tveimum umførum undirvíst Vestmanna Kirkjukóri, og samstarvið teirra millum hevur nú eisini ført til eina konsert. Til konsertina fer kórið at syngja saman við Súsonnu sum solisti í kantatuni “Christ lag in Todesbanden” eftir J. S. Bach. Eisini fer kórið at syngja saman við Rúna Brattaberg. Vestmanna kirkja er nýliga umvæld, og umstøðurnar eru sera góðar til konsertir, so spennandi verður at hoyra hesar kendu sangarar. Tað er Vestmanna kirkja saman við Vestmanna Kirkjukóri, sum skipar fyri hesum tiltaki. Stórfingin konsert: Súsanna og Rúni Brattaberg í Vestmanna kirkju Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaði maður, pápi, sonur, beiggi og abbi okkara Dávur Jóhan Niclassen Sørvágur andaðist 5. januar 55 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Sørvágs kirkju mikudagin kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Sólgerð, Ann, Heri, Jógvan og John Tey, ið vilja minnast Dávur Jóhan, kunnu lata eina peningagávu á konto í Eik. Fríggjadagin 5. januar 2007 hevði Petra Viderø Johannesen, advokatskrivari, 30 ára starvsdag hjá Advokat­ skrivstovuni í Fr. Petersens­ gøtu í Havn. Petra vaks upp á Viðareiði og fór eftir barnaskúlan til Havnar í realskúla. Hon byrjaði sum skriv­ stovunæmingur á Advokat­ skrivstovuni í 1977 og hevur síðani tikið útbúgving sum advokatskrivari. Petra er elst av teimum fýra børnunum hjá Daisy, f. Mellemgaard, úr Klaksvík, og Ásbjørn Viderø úr Havn. Petra er gift Jóannes Jo­hannesen í Havn. Tey búgva í Hoyvík og eiga børn­ini Heina (21) og Bjørg (11). Petra Viderø Johannesen: 30 ára starvsdag á Advokatskrivstovuni 5. januar 2007 hevði Petra Viderø Johannesen advokatskrivari 30 ára starvsdag hjá Advokatskrivstovuni í Fr. Petersensgøtu Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæri maður, pápi,verpápi, abbi og langabbi okkara Thorbjørn Hermansen Tvøroyri andaðist og varð jarðaður. Takk til Jónsvein Bech, prest, organist, klokkara, sangarar og berarar. Takk fyri blómur, kransar, uppringingar og gávu til Tvøroyrar kirkju og til øll, ið fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Oddvør, Herálvur, Sunneva og Finnbjørn