Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 5 - 8. januar 2007 Sunnukvøldið 7. januar var árliga nýggjárskonsertin í Norðurlandahúsinum. Tað eru Norðurlandahúsið saman við og Føroya Sym­ foniorkestri og Kring­ varp­inum, sum skipa fyri nýggjárskonsertini. Tey luttakandi vóru Før­ oya Symfoniorkestur sam­ an við Kóri Føroya Sym­ foniorkesturs. Dirigentur var Bernharður Wilkinson og sopran solistur var Sigrún Hjálmtýsdóttir (Diddu), klarinett solistur var Anna Klett, kór repititørar vóru Kári Bæk og Sunleif Rasmussen. Frásøgumaður var Ólavur Jakobsen. Hetta var konsert nr. 70 hjá Føroya Symfoniorkestri, men orkestrið hevur tilsamans verið 100 ferðir á palli, síðan tað varð stovnað. Kringvarpið sendi kon­ sertina beinleiðis úr Norð­ur­ landahúsinum. Á skránni vóru hesi verk: Ouvertura til Gandafloytuna (Wolfgang Amadeus Moz­ art), Der Holle Rache Kocht in meinem Herzen - fyri sopran solo(Wolfgang Amadeus Mozart), Waltz úr Masquerade (Aram Kha­ chaturian), Casta Diva úr Norma - fyri sopran og kór (Vincenzo Bellini), Alla Polacca úr Klarinettkonsert nr. II - fyri klarinett solo (Carl Maria von Weber), La vergine dell’gli angeli úr La Forza del Destino - fyri sopran solo og manskór (Giusepp e Verdi), Ouvertura úr Leichte Kavallerie (Franz von Supp é), Patria opressa úr Macbeth - fyri kór (Giusepp e Verdi), Humluflugan úr ævin­týrinum um Zar Salt­an(Nicolai Rimsky-Korsakoff), I wonder as I wander- fyri a capella kór og sopran solo( Amerikanskur Fólkasangur), Il Bacio - fyri sopan solo(Luigi Arditi), Nimrod úr Enigma Variations (Edward Elgar), Mein Herr Marquis úr Die Fledermaus - fyri sopran solo og kór (Johann Strauss), Finale Act II úr Aida - fyri kór (Giusepp e Verdi), og Radetzky March (Johann Strauss). mg Nýggjárs­ konsertin 2007 Fríggjakvøldið var aftan­ kvirra í Havnar kirkju, har fólk kundu hvíla eina løtu frá dagsins stríði og bert njóta friðin í sera hugnaligum umhvørvi Síðani í summar hevur verið skipað fyri aftankvirru í Havnar kirkju, fyrsta fríggja­kvøld í hvørjum mánað. Hetta var so fyrsta aftan­kvirran í 2007. Aftankvirran byrjaði kl. 21 við einari stillari løtu til kl. 22, har fólk kundu sita í friði fyri seg sjálvi og nýta løtuna til umhugsan og meditatión. Frá klokkan 22 spældi Ólavur Jakobsen, tónleikari, nøkur friðarlig gittarløg í umleið hálvan tíma. Síðan hevði Theodor E. D. Olsen, gudfrøðilesandi, eina andakt, har hann m.a. tók saman um jólaboðskapin um Jesus sum frelsara heimsins. Aftaná var kaffi at fáa í forkirkjuni, har fólk kundu heilsa upp á hvønn annan og fáa eitt hugnaligt prát. Hesi tiltøk hava fingið góða undirtøku, sigur Helgi í Brekkunum, sum er limur í kirkjuráðnum í Havnar kirkju. Eitt sera hugnaligt tiltak har fólk kunnu njóta friðin og fáa eitt orð við vegnum. mg Fólk nýttu friðin Theodor E. D. Olsen, gudfrøðilesandi, hevði andaktina Ólavur Jakobsen spældi nøkur friðarlig gittarløg Bernharður Wilkinson dirigerar Sopran solistur var Sigrún Hjálmtýsdóttir (Diddu) Lesið