Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2007 15 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk –Vit ætla at brúka kjarnorkuna til elframleiðslu, men verða vitt hótt, er støðan ein onnur Ali Larijani Stutt sagt Formans- stríð Fyrrverandi ísraelski for­ sætisráðharrin Ehud Barak umhugsar nú at fara aftur upp í politikk. Í hvussu er hevur hann boðað frá, at hann ætlar sær at royna at fáa formansstarvið í Arbeiðaraflokkinum aftur. Í løtuni er Amir Perez formaður í flokkinum. Hann er verjumálaráðharri í samgongustjórnini, og hans­ara umdømi er versn­að munandi síðanbi kríggið millum Ísrael og Hiz­bollah. Ehud Barak, sum er fyrrverandi gene­ ralur í ísraelska heri­num, legði í sínari forsætis­ráð­ harratíð stóran dent á at fáa frið við palestinar. Samráðingarnar slitnaðu kortini í 2000, og árið eftir tapti Barak tjóðar­ tingsvalið til Ariel Sharon. Aftan á ósigurin tók Barak seg burtur úr politikki, men nú ætlar hann so at royna aftur. Grashoppu- álop Grashoppur í hundrað­ tús­undatali herja í hes­ um døgum stór land­ bún­aðarøkir í Yucatán í landssynningspartinum av Meksiko, og vandi er fyri, at tann átifreki gesturin fer at oyðileggja nógva grøði hjá bøndrunum. Grashoppur kunnu verða upp í einar tíggju sentimetrar til longdar, og tá taka seg saman, er tað sum at síggja eitt fleiri kilometrar breitt skýggj, sigur ein talsmaður fyri meksikonsku myndug­ leikarnar. Hetta er ikki fyrstu ferð, at grashoppur gera um seg í Meksiko. Í fjør oyðiløgdu tær nógva grøði norðan fyri Yuca­tán. Regn í Brasil Áhaldandi regn hevur elvt til fleiri skriðulop í Brasil teir seinastu dag­ arnar, og sambært mynd­ ugleikunum hava minst 31 fólk latið lív. Ring­ ast stendur til í lands­ partinum Rio de Janeiro. Meiri enn 12.000 fólk eru flýdd heiman orsakað av vandanum fyri skriðu­ lopum, og ty halda nú til í kirkjum, skúlum og øðrum stórum bygningum. Veðurmenninir hava boð­ að frá meiri regni. útlandið Bretska løgreglan hevur skuldsett Steven Wright fyri at hava beint fyri fimm kvinnum í Ipswich, men sjálvur sigur hann, at hann kann ikki drepa nakran - Tú mást trúgva mær, góða. Eg hevði ikki kunnað framt hesi ræðuligu lógarbrotini, skrivar tann 48 ára gamli Steven Wright í brævi til unnustuna Pam Goodman. Blaðið News Of The World hevur fingið hendur á bræv­ inum og endurgav úr tí í gjár. Í brævinum sigur Steven Wright seg vóna, at tað, sum er hent, er bara ein óndur dreymur. - Tú skalt ikki stúra, tí eg eri sálarliga og likamliga sterkari, enn tú kanska heldur, skrivar hann. Steven Wright er er úr Ipswich, har hann varð tikin tann 19. desember. Eftir kravi frá løgregluni har skal hann sita í varðhaldi til tann 1. mai, so løgreglan fær stundir til at kanna, um tað var hann, sum myrdi tær fimm kvinnurnar. Sambært løgregluni bleiv tann fyrsta kvinnan myrd síðst í oktober og tann seinasta um hálvan desember. Viðurskiftini mill­ um Iran og Ísrael versnaðu um vikuskiftið. Enn er talan um hóttanir, men londini nærkast samanbresti Støðan í Miðeystri er versn­að nógv teir seinastu dagarnar, og í fleiri londum stúra fólk fyri, hvat kann henda. Fyrst boðaði leiðar­in fyri iransku kjarnorku­verk­ ætlanini, Ali Larijani, frá, at Iran fer at brúka sína kjarnorkutøkni til hern­ aðarlig endamál, verður landið hótt uttaneftir. Á vitjan í Beijing segði hann, at sum er ætlar Iran at brúka kjarnorkuna til el­framleiðslu. - Men verða vit hótt, verður støðan ein onnur, legði hann afturat. Minni enn eitt samdøgur seinni skrivaði bretska blaðið Sunday Times, at tvær deildir hjá ísraelska flogvápninum eru farnar undir venjingar við tí enda­máli at søkja at trim­ um kjarnorkuverkum í Iran. Blaðið visti at siga, at talan er um verkini í Natanz, Isfahran og Arak, og at ísraelska flogvápnið ætlar at tveita smáar kjarn­ orkubumbur niður yvir verk­ini. Talsmaðurin hjá ísraelska uttanríkisráðnum, Mark Regev, vildi ikki gera beinleiðis viðmerkingar til tíðindini í Sunday Times. Hann segði, at Ísrael styðjar tær diplomatisku royndirnar at fáa Iran at gevast við sínum kjarnorkuverkætlanum. Ísrael hevur fyrr gjørt greitt, at landið fer ikki at góðtaka, at Iran fær kjarnorkuvápn. Tað er ikki bara Ísrael, sum er ímóti, at Iran fær kjarnorkuvápn. Tey smáu londini við Persaflógvan, Kuwait, Qatar og Bahrein, stúra eisini fyri, hvat so kann henda. USA hevur hermenn í øllum trimum londunum, og tí stúra tey fyri iranskum hevndarálopum, tí tað er greitt, at Ísrael fer ikki at søkja at Iran uttan tilsøgn úr USA. Spenningur millum Iran og Ísrael elvir til ótta í Miðeystri – Eg hevði ikki kunnað dripið tær Tær fimm myrdu kvinnurnar. F.v. Gemma Adams (25), Tania Nicol (19), Amaeli Alderton (24), Paula Channell (24) og Annette Nicholls (29). Ali Larijani, sum er leiðari fyri iransku kjarnorkuverkætlanini, ávarar nú fíggindar Irans.