Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 5 - 8. januar 2007 tíðindi Altjóða universitet við 5000 lesandi. Betri umstøður fyri útlendskar makar hjá føroyskum studentum. Frægari íbúðamøgaleikar, barnaansing og flexibilitetur. Boðini vóru fleiri í Miðlahúsinum millum jólanna, tá orðaskifti var um, hvussu vit fáa tað vælútbúna fólkið heimaftur KJAK Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Hóskvøldið 28. desember skipaðu Altjóða Skrivstovan og Meginfelag Føroyskra Studenta fyri kjakfundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn, har spurt varð, hvussu Føroyar fáa tey vælútbúnu fólkini heimaftur. Orðstýrari var Holger Arn­bjerg av Altjóða Skriv­ stovuni. Við pallborðið sótu Tor­ kil Ejdesgaard, lesandi í Aberdeen, Jóannes Vitalis Hansen, sum júst er flutt­ ur heim eftir lestur í Bret­ landi, Hjørdis Gaard, full­ trúi í Vinnumálaráðnum og forkvinna í KT-bólki­ num fyri Visjón 2015, og Djóni Dalsgarð av starvs­ fólkadeildini á Føroya Tele. Torkil Ejdesgaard legði fyri við m.a. at vísa á, at krøvini hjá føroyingum, ið lesa aðrastaðni enn í Danmark, ikki eru so nógv øðrvísi enn hjá føroyskum lesandi á flatlondum. Fleiri av hesum eru sam­ bært Torkili Ejdesgaard ørkymlað um tann føroyska arbeiðsmarknaðin, av tí so fá arbeiðspláss eru til granskarar eru í Føroyum. Hann vísti eisini á sosial viðurskifti um t.d. vælvirkandi barnaansing, sjúkrahús og barnaskúlar, sum eru alneyðug, um fólk skulu fáast aftur til Føroya. Somuleiðis hevði Tork­il Ejdesgaard íbúðar­møgu­ leikar á lofti. Hann segði, at teir heimafturkomnu úti­setarnir ikki kravdu marglætisíbúðir, men rími­ligar prísir á íbúða­ marknaðinum, av tí hesi fólkini ofta koma heim til størv, sum eru lægri lønt enn líknandi arbeiði uttanlands, og at tey aloftast hava eitt lestrarlán við í viðførinum eftir loknan lestur. Hann metti tó ikki, at allir føroyingar koma beinleiðis til Føroya eftir lokna útbúgving, av tí at arbeiðisroyndir hjá fólki uttanlands sambært honum eru gagnligar fyri Føroyar. Arbeiðsloyvi til makan Næsti luttakarin við pall­ borðið var Jóannes Vitalis Hansen, sum júst er settur í starv hjá Strandferðsluni. Hann vísti á, at Føroyar eru eitt spennandi land hjá nýútbúnum fólki at koma aftur til, av tí at uppgávurnar ofta eru størri enn tær, tey høvdu fingið í eini fyritøku ella stovni í Onglandi ella Danmark. Tí er neyðugt at vera flexibul, tí fleiri av hesum uppgávum liggja uttan fyri júst tað fakøkið hjá hvørjum einstøkum, sum tey hava spesialiserað seg í. Harafturat kallaði hann arbeiðsumhvørvi í Føroyum meira óformelt enn aðrastaðni. Tað eru tó vansar við at flyta heimaftur. Jóannes Vitalis Hansen nevndi, at unnustan hann hevur funnið sær í Bretlandi hevur trupult við at fáa arbeiðsloyvi her í Føroyum, og tí kann tað vera torført at fáa føroyingar, sum hava funnið sær maka í lestrartíðini, at koma aftur til Føroya. Eisini vísti hann á, at Føroyar ikki broytast ikki eins skjótt og ein sjálvur, tá ein er staddur uttanlands í lestrarørindum, men at fleiri fylgja væl við í føroyskum fjølmiðlum, meðan tey eru uttanlands. Hjørdis Gaard var samd í, at nýútbúnir føroyingar, sum venda heimaftur, helst fáa fjølbroyttari uppgávur á føroyskum arbeiðsplássum, enn tey høvdu fingið í út­londum. Sum leiðari fyri KT-strategibólkin fyri Visjón 2015 gjørdi hon nógv burtur úr síni fram­ løgu við power-point, har ætlanir og hugsjónir, sum strategibólkurin hevur orðað, vórðu presenterað. Strategibólkurin hevur m.a. gjørt vart við, at BTÚ í Føroyum er lágt, breiðbandsútbreiðslan er ov lág, ongar KT-útbúgvingar eru her á landi, og KT- vinnan er lítil. Tí borðreiddi Hjørdis Gaard við trimum hugtøkum, sum skulu bøta um støðuna: víðskygni, nýskapan og altjóðagerð. Hesi hugtøk skulu m.a. fremjast í verki við betra um vælferðartænasturnar, betra føroysku vitanarvinnur, og at tað almenna skal veita eins høga tænastu og tann privati sektorurin. Harafturat skulu internetprísirnir lækka. Tykisskúla og 5000 útlendskar studentar til Føroya Hjørdis Gaard segði m.a., at heilin er høvuðstilfeingið, og tí skulu serligar skipanir fyri m.a. ferðing og skatt til fyri at fáa fólk at støðast. Harafturat metti hon trý sløg av trygd vera neyðug fyri at fáa fólk heimaftur: makatrygd (uppihaldsloyvi til makar), bústaðartrygd og barnaansingartrygd. Neyðugt er eisini at broyta fólkaskúlan, so vit vit m.a. fáa ein sokallaðan tykisskúla ella virtuellan skúla. Lærarafakið er ikki nógv broytt tey seinastu 40 árini, og tí skjýtur Útbúnar føroyingar aftur á - Vælvirkandi barnaansing, sjúkrahús og barnaskúlar, eru alneyðug, um fólk skulu fáast aftur til Føroya - Spesialistarnir teir, sum eru kirurgar á Landssjúkrahúsinum - Eingin býr her av praktiskum orsøkum