mánadagur 8. januar 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2007
19
tíðindi
– Vit eru væl nøgdir
við, at ein triðingur
av fólkinum longu
kennir seg sum ein
part av Visjón 2015,
siga Bárður Nielsen
og Bjarni Djurholm,
landsstýrismenn, um
úrslitið av veljara
kanningini, sum Fynd
gjørdi fyri Sosialin
Visjón 2015
Rigmor Dam
Rólant Waag Dam
Í seinastu veljarakanning
ini, sum kanningarstovn
urin Fynd gjørdi fyri Sosi
alin, varð millum annað
spurt, hvønn hugburð fólk
hava til Visjón 2015. Í
úrslitinum kom millum
annað fram, at 12 prosent
av fólkinum trúgva uppá,
at Føroyar verða millum
heimsins fremstu lond í
2015. 31 prosent kenna seg
sum ein part av visjónini
og 42 prosent siga seg hava
kjakast um visjónina. 86
prosent hava ikki vitjað
heimasíðuna hjá Visjón
2015.
Fólk eru ymisk á máli
um hesi tøl kunnu metast
at vera nøktandi hjá lands
stýrinum, og Jógvan Mørk
øre, samfelagsfrøðingur,
sum hevur staðið fyri kann
ingini, fór í vikuskiftinum
so langt sum at siga, at
tølini prógva, at visjónin er
miseydnað og eitt tekin um
politiska ómegd.
Eru væl nøgdir
Vit hava spurt teir báðir
landsstýrismenninir Bárð
ur Nielsen og Bjarna Djur
holm, í ávikavist fíggjar-
og vinnumálum, hvat teir
halda um úrslitið av velj
arakanningini, og eru teir
samdir um, at úrslitið er
ikki so galið.
– Tá hugsað verður um,
at visjónsarbeiðið er ikki
liðugt úti bólkunum enn,
so eri eg væl nøgdur við, at
ein triðingur longu kennir
seg sum ein part av vis
jónini, sigur Bárður Niel
sen. Hann vísir á, at tá
bólkarnir verða lidnir við
arbeiðið tíðliga í vár, so
verður tað nú upp til
landsstýrið, at kóka boð
skapin niður og at leggja
úrslitið út til alment kjak.
Bjarni Djurholm vísir á, at
arbeiðið enn er í stoypi
skeiðini.
– Hetta stutta tíðarskeið
ið hevur fólkið fingið
nógva ymiska kunning, so
tað kann vera trupult at
kenna seg aftur í visjónini,
sigur Bjarni Djurholm,
sum eisini vísir á, at tá
arbeiðið fer út sum bein
leiðis niðurstøður, so trýr
hann, at býtið við trið
inginum broytist positiva
vegin, sum hann málber
seg.
Bárður Nielsen greiðir
frá, at tá bólkarnir verða
lidnir við arbeiðið í vár, fer
landsstýrið at leggja upp til
alment orðaskifti um úr
slitið av visjónsarbeiði
num. Í hesum sambandi er
ætlanin at savna niðurstøður
nar í einum bóklingi.
– Hesin bóklingur skal
sjálvsagt ikki sendast út í
hvørt hús í Føroyum, tí tað
er vónleyst at fáa allar
føroyingar at lesa og taka
støðu til eitt rit, sum kanska
er 2-300 síður drúgt, sigur
Bárður Nielsen, sum vænt
ar, at boðskapurin verður
kókaður niður, og styttur í
einum bóklingi, til fólk at
kjakast út frá.
Sæst ikki aftur á
fíggjarlógini
Funnist hevur verið at, at
visjónin ikki sæst aftur á
fíggjarlógini fyri 2007.
Hvat sigur Bárður Nielsen
til tað?
– Hetta er ikki ein
spurningur um at grýta
pening út púra tilvildarliga,
men endamálið er at broyta
hugburðin hjá føroyingum,
so vit í størri mun venja
okkum við at seta okkum
mál, sigur Bárður Nielsen.
Spurdur, um landsstýrið
er til reiðar at seta pening
av til ávís øki við eykajáttan,
tá arbeiðsbólkarnir eru
lidnir og mál eru sett, sigur
hann, at um eitthvørt øki er
upplagt og átrokandi, so er
tað ikki óvist, at eykajáttan
má til.
Til spurningin um, hvat
øki hann ímyndar sær kann
koma uppá tal í sambandi
við eina møguliga eyka
játtan, sigur hann, at ongin
ivi er um, at útbúgvingar-
og skúlamál koma at standa
ovarlaga í raðfestingini.
Samgongan
stendur saman
Ein atfinning hevur verið,
at landsstýrið ikki tykist
standa saman um Visjón
2015 og at løgmaður stend
ur rættiliga einsamallur.
Til hetta siga landsstýris
menninir sjálvsagt, at alt
landsstýrið stendur saman
um visjónina.
– Lat meg sláa tað fast, at
eg meti Visjón 2015 vera
eitt positivt, skilagott og
neyðugt stig, sum eg stuðli
løgmanni fult í, sigur
Bjarni Djurholm.
Bárður Nielsen sigur, at
eftir hansara tykki, hevur
alt landsstýrið lagt nógva
orku í visjónina, eitt nú við
nógvum kunnandi fundum
og fyrilestrum, bæði við
útlendingum og føroying
um áðrenn visjónsbólkar
nir fóru í gongd.
– Vit taka øll undir við
visjónini, og tað skal eingin
ivi vera um tað, sigur
hann.
Ítøkiligu úrslitini
Fólk hava víst á, at ongi
ítøkilig politisk úrslit eru at
síggja, og at hetta er tekin
um, at samgongan í veru
leikanum hvørki hevur
nakrar visjónir ella nakran
politikk. Hvat siga teir
báðir landsstýrismenninir
til hesar atfinningar?
– Eg eri ikki samdur við
teimum um, at vit ongan
politikk hava. Um vit vísa
á øki, sum vit hava upp
raðfest, so síggja vit, at
einar 15 milliónir eyka eru
játtaðar til útbúgvingar
økið. Innan granskingina,
so hava vit sett á stovn eitt
vísindaráð, sum júst skal
vera við til at vísa á, hvar
peningurin ger størstu
nyttu. Tað hevur verið
borið fram, at tørvur er á í
minsta lagi 100 milliónum
til granskingina, ið fram
manundan fær 50 millión
ir. Men um vit bara hækka
játtanini, so er vandi fyri,
at hon verður bara spjødd tí
smáum nøgdum, uttan vit
og skil, sigur Bárður Niel
sen.
Og Bjarni Djurholm vísir
á, at:
– Frá vinnupolitiskari
síðu kann eg siga, at eitt
granskingararbeiði er í
gongd. Vit hava arbeitt
nógv við eini granskara
park. Henda granskara
parkin er partur av vinnu
politikkinum,
sum
er
partur av visjónsarbeiði
num, og eg vóni at síggja
hetta aftur á fíggjarlógini
fyri komandi ár.
Viðvíkjandi vinnupoli
tikkinum, sigur Bjarni
Djurholm, at síðani 2004,
og tað vil siga áðrenn
visjónsarbeiðið
byrjaði,
hevur Vinnumálaráðið ar
beitt við at dagføra vinnu
politikkin, og tey hava
síðani valt gera tað til part
av visjónsarbeiðinum.
– Í mun til visjónina er
gongd á vinnupartinum, og
1. mars fara vit at leggja
eina dagførda vinnulóg
gávu fyri tingið, og nýggja
tryggingarlóggávan er til
hoyringar nú, vísir hann á.
Ein triðingur er ikki so galið
– Endamálið við visjónini er ikki at játta pening her og nú, men at broyta hugburðin hjá føroyingum,
so vit í størri mun venja okkum við at seta okkum mál, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum.
– Lat meg sláa fast, at eg meti Visjón 2015 vera eitt positivt, skilagott og neyðugt stig, sum eg stuðli
løgmanni fult í, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.