Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 5 - 8. januar 2007 ] ítróttur SAMBAND xxxxxx xxxxxxx xxxxxx@sosialurin.fo tlf 3418xx – Her má ein hugburðsbroyting til hjá leikarunum fyri at venda gongdini, tí hetta var ikki gott nokk. Áki Mørk, Neistin – Fáa eina keðiliga periodu Eftir toppdystin millum Neistan og Stjørnuna fingu vit orðið á Ásu Dam á Neystabø hjá Neistanum. Hon var skuffað av dystinum, og helt, at Neistin tapti dystin síðst í fyrra hálv­ leiki og fyrst í seinna hálvleiki. - Munurin á okkum og Stjørnuni er ikki serliga stórur, og oftast eru marginalirnir avger­ andi. Í dag fáa vit eina periodu í endanum av fyrra hálvleiki og fyrst í seinna hálvleiki, har einki riggar, og hetta revsa tær okkum fyri. Vit eru tó líka við at fanga tær aftur, men gerast akkurát ov stutt­ ar. Eg veit ikki, hví hetta hendir, men tað kann sjálvandi vera mangl­andi rutina. – Vit høvdu tamarhald á dystinum Eftir dystin fingu vit eisini orðið á Unu Olsen hjá Stjørnuna. Hon var sum vera man ovurfegin og helt, at Stjørnan var betra liðið henda dagin. - Vit spældu snøgt sagt betur enn tær í dag. Vit vóru sera uppsettar, og tann gejsturin, sum vit manglaðu seinast, vit møttu teimum, hann var veruliga til staðar í dag. Ta einu løtuna fara vit frá teimum, og her stendur verjan sera væl, samstundis sum vit duga at revsa teirra feilir hesa løtuna. Tær eru tó líka við at fanga okum aftur, men eg føldi allatíðina, at vit høvdu tamarhald á støðuni. Stjørnan vann topp­­dystin í Sunset kappingini hjá kvinn­ um, tá tær vitjaðu hjá Neistanum. Við sigrinum hevur Stjørn­an aftur vunnið seg upp á ovastu rók í bestu kvinnudeildini HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lagt var upp til eitt brak av einum dysti í bestu kvinnudeildini í hondbólti, tá fyrsta umfør av enda­ spælinum bleiv skotið í gongd um vikuskiftið. Her tók Neistin nevniliga ímóti Stjørnuni, og hesa bæði liðini hava ligið stavn um stavn á fremstu rók í Sunset kappingini í at kalla alt ár. Undan dystinum lá Neistin fremst við 7 stigum, meðan Stjørnan lá á øðrum plássið við 6 stigum, so vinnarin av dystinum kundi leggja seg einsamallan á odda í bestu kvinnudeildini. Dýr løta fyri Neistan Fyrstu løtuna var eisini líkt til, at dysturin millum Neistan og Stjørnuna fór at gerast sera spennandi. Liðini fylgdust væl at, men sum hálvleikurin leið hevði Neistin hug at fara eitt sindur frá Stjørnuni. Hesa løtuna riggaði væl hjá Neistanum, og tá 10 minuttir vóru eftir førdi bláa havnarliðið við tveimum málum, men so steðgaði eisini fullkomiliga upp hjá teimum. Síðsta 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki sat Stjørnan á øllum. Verjan riggaði væl, og í fleiri umførum gjørdi Neistin feilir, sum Stjørnan dugdi avbera væl at revsa. Henda løtan kom at kosta dýst hjá Neistanum, tí síðstu 10 minuttirnar skor­ aði Stjørnan heili 7 ferðir, meðan Neistin bert fekk 2 mál. Tá liðini fóru til hálv­ leiks førdi Stjørnan 12- 9, og okkurt mátti til hjá Neistanum fyri at venda keði­ligu gongdini síðstu løtuna. Stjørnan mundi blakað alt á gólvið Stjørnan byrjaði seinna hálvleik, sum tær endaðu í fyrra. Fyrstu 10 minuttirnar fekk Neistin einki mál, meðan Stjørnan skoraði 4 ferðir, og nú førdu gest­ir­ nir heili 16-9, og dystur­in tóktist avgjørdur. Neista­ kvinnurnar hingu við høvd­ inum, og alt sýntist at rigga hjá Stjørnuni. Men knappliga var alt vent á høvdið. Neistin byrj­ aði at skjóta mál, verjan og málverjin fingu tak á Stjørnuni, og sum tíðin leið át Neistin meir og meir av leiðsluni hjá Stjørnuni. Tá 5 minuttir vóru eftir at spæla skoraði Ása á Neystabø til 20-21, og nú var bert eitt mál á muni millum liðini, og alt tóktist kunna henda, tí Neistin hevði víst sera gott spæl og góðan vilja at koma innaftur í dystin síðstu løtuna. Síðstu 5 minuttirnar setti Stjørnan tó trumf á, og at enda vunnu kvinnurnar úr Klaksvík 24-21. Við sigrinum hava tær nú lagt seg á odda í Sunset kappingini hjá kvinnum, men sjálvt um Neistin tapti í dag, so eru tær beint í hølunum á nýggja oddaliðnum. Stjørnan vann toppdystin í Sunset kappingini í hondbólti, tá tær vitjaðu hja Neistanum í Havn. Nú er Stjørnan nýtt oddalið í bestu kvinnudeildini Neistin-Stjørnan 21-24 (9-12) Stjørnan aftur á odda Neistin-Stjørnan 21-24 (9-12) Málskjúttar: Neistin: Nicoleta R. Hansen 8 (2), Ása Dam á Neystabø 3, Unn Kragesten 2, Elin Stakksund 2, Gunnvá Brockie 2, Katja Eigemann 2 (1), Louisa Niclasen 1, Rakul Augustinusen 1 Stjørnan: Alina Olaru 6, Simona Petersen 5, Una Olsen 4, Anna K. Samson 4, Durita Christophersen 3, Joan M. Djordjevic 1, Bára S. Klakstein 1 Brotskøst: Neistin 7, Stjørnan 0 Útvísingar: Neistin 1, Stjørnan 4 Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen FAKTA