Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 5 - 8. januar 2007 ] - Riggaði ikki í dag - Í dag riggaði ikki hjá okkum. Vit fylgja væl við fyrstu løtuna, og Finnur Hansson fær nøkur góð mál. Men so bakkaðu teir longur inn í verjuni og fingu betri tak á Finni, segði Regin Didriksen hjá StÍF eftir dystin. - Okkara álop var ov einstáttað í dag. Verjan koydi heldur ikki nóg væl, so tað var ikki okk­ ara dagur í dag. Regin heldur tó ikki, at meistarastríðið er avgjørt. - Nú liggja teir rætti­ liga væl fyri í oddinum, og vit eru als ikki so tryggir. Men vit fara at stríðast. Hetta er ein­ ans fyrsti dystur í enda­ spælinum, og tað eru nógvir eftir enn, sigur vestmenningurin hjá StÍF. - Kunnu anda lættari - Vit fyrireikaðu okkum væl til dystin. Vit hava lagt dent á styrkirnar hjá StÍF og mett, hvussu vit best kunnu byrgja fyri teimum. Teir hava ein sera sterkan vinstrabakk, sum vit høvdu gott tak á í dag, segði Ingi Olsen, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin. - Vit spældu ein góð­ an dyst, men fingu ikki nóg nógv burtur úr yvirtalsstøðunum. Tá blakaðu vit bóltin burt­ur og gjørdu býttar feilir, sigur hann. Ingi heldur, at tað sær gott út hjá VÍF nú, men enn er kappingarárið langt. - Hetta var ein týdningarmikil sigur, og vit kunnu anda lættari nú. Kappingarárið er tó ikki liðugt enn, og vit noyðast at stríðast hvønn einasta dyst. VÍF vann toppdystin móti StÍF í gjár. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men móti endanum dró VÍF frá. Breiddin hjá VÍF var munurin á liðnum, og sigurin var fult uppiborin HONDBÓLTUR Heini S. Kristiansen Heinik@sosialurin.fo Sunnudagin var toppdystur millum VÍF og StÍF í høll­ ini í Vestmanna, sum und­ an dystinum lógu á ávíka­ vist 1. og 2. plássi, men tað vóru ikki so nógvir áskoðarar í høllini, tá ið hugsað verður um, at tað vóru tvey tey fremstu liðini, sum møttust. Fyrstu 10 minuttirnar leik­ aði javnt á, og hesa løtuna brendu vestmenningar nakrar kjansir, tá ið teir vóru leys­ir móti málverjanum. Einstáttað álopsspæl Álopsspælið hjá strand­ing­ um var rættiliga einstáttað. Finnur Hansson avsluttaði mest sum øll álopini hjá StÍF, og sjálvt um hann skorar nógv mál, so brennir hann eisini nógv skot. Eftir 12 minuttir dró VÍF frá. Strandingarnir gjørdu nógvar tekniskar feilir hesa løtuna, og teir høvdu stórar trupulleikar við at lirka sterku VÍF verjuna upp. Tí endaði tað ofta við skotum úti frá, sum Eli ikki hevði stórvegis trupulleikar við, ella mistu strandingar bóltin og vestmenningar runnu í mótálop. Hesa løtuna spældu ungu leikararnir, Rói Lamhauge og Regin Joensen, væl, og teir fingu eisini nøkur góð mál í fyrra hálvleiki. Um miðjan fyrra hálvleik valid Jacob Jónson at taka time-out. Eftir hetta komu strandingar betri við í dyst­ in, og tá ið vestmenn­ingar fingu tvær útvísingar innan stutta tíð - onnur púra óneyð­ug fyri at sparka bóltin - so eydnaðist hjá strandingum at koma uppá javnt. Hálvleiksstøðan var 15- 13 til VÍF, og tað var sam­ anumtikið ein uppiborin leiðsla til vestmenningar. Avgerðin Í seinna hálvleiki byrjaði VÍF væl. Eftir knappar 10 minuttir vóru teir framman fyri 18-14, og í roynd og veru var tað ein útvísing til Finn Hansson, sum fekk gongd í strandingar aftur. Hesa løtuna góvu dómar­ arnir nakrar ivasamar út­­ vís­ingar til strandingar. Tá ið vestmenningar har­ afturímóti sluppu avstað við nøkrum, sum nógv hildu vera revsivert, so kókaði yvir hjá strandingum. Strandingar fingu tvær út­vísingar – eina fyri at brúka munn - men aftur hesaferð stríddust strand­ ingar eyka væl í undirtali, og tí eydnaðist ikki VÍF at fara frá StÍF hesa løtuna. Gestirnir dovnaðu tó aftur, og tá ið 22 minuttir vóru farnir, var VÍF á odda 24-19. StÍF tóktist ikki at hava meir at bjóða uppá hesa løtun, og tað høvdu teir fyri so vítt heldur ikki. Upp­spælið koyrdi ikki, og neyðloysnin var, at Finnur Hansson skeyt hvørja ferð. Sum heild gav hetta ikki nóg gott úrslit, tí hansara kreftir sluppu eisini upp, og at enda mátti eisini hann út á beinkin at hvílast. Breiddin sigraði Endaliga úrslitið gjørdist 28-21 til VÍF. VÍF var klárt tað betra liðið. StÍF megnaði at fylgja við fyrsta korterið, men eftir hetta tók VÍF yvir. VÍF hevur ein breiðari hóp enn strandingar, og sostatt hava teir eisini fleiri streingir at spæla á. Tað var hetta, sum gjørdi útslagið í síðste enda í Vestmanna sunnudagin. VÍF vann tryggan sigur í toppdystinum í fyrsta umfarið av endaspælinum, tá StÍF var á vitjan. Nú eru teir heili 4 stig fremst Mynd: Jens Kristian Vang VÍF-StÍF 28-21 (15-13) Málskjúttar: VÍF: Agnar Joensen 6 (1), Regin Joensen 4 (1), Sámal Joensen 4, Ingi Olsen 3, Rói Lamhauge 3, Áki G. Olsen 3, Harald Bjørgvin 2, Sjúrður Poulsen 2, Áki Olsen 1 StÍF: Finnur Hansson 8 (3), André Danielsen 4, Mortan Hansen 3, Jakob Jónson 2, Regin Didriksen 2, Bárður Danielsen 1, Jørmund Joensen 1 Brotskøst: VÍF 4, StÍF 3 Útvísingar: VÍF 4, StÍF 4 Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum FAKTA VÍF – StÍF: 28-21 (14-12) VÍF vann toppdystin Svimjarar fingu gullnál Jutta Thomsen og Mona Simonsen frá Tvøroyrar Svimjifelag vunnu sær báðar gullnál í Vági fríggjakvøldið. Fyri at ogna sær gullnál skulu svimjararnir svimja í eini tíð, sum tryggjar teimum minst 730 stig, og hetta megnaðu tær báðar á teininum 800 m frí fríggjakvøldið. Jutta Thomsen svam í tíðini 9.09.69, og hetta tryggjaði henni 737 stig, meðan Mona Simonsen kom á mál beint í hølunum á Juttu í tíðini 9.09.95. Hetta tryggjaði henni 736 stig. Tíðirnar hjá teimum vóru so góðar, at báðar svumu undir fyrrverandi føroyska metið á hesum teininum, og sostatt eigur Jutta Thomsen nýggja metið á teinunum 800 m frí. Kári heldur fram á Toftum B68 og Kári Hansen eru samd um at halda fram við samstarvinum, tí Kári Hansen hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið. Sáttmálin er galdandi fyri 2007. Í fjør flutti Kári Hansen úr NSÍ og út á Svangaskarð. Hann spældi bæði á miðvøllinum og í verjuni, men gagnið varð ikki so stórt, sum Kári Hansen og B68 høvdu vónað. Orsøkin var tann, at Kári var skaddur stóran part av tíðini eftir summarsteðgin. Nú veit B68 heimasíðan at siga, at Kári Hansen skal hjálpa B68 at endurvinna plássið í Formula deildini, sum toftamenn mistu í heyst.