mánadagur 8. januar 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 5 - 8. januar 2007 ]
– Teir vildu
meira
enn vit
Eftir dystin fingu vit
orðið á ein skuffaðan
neistamann. Áki Mørk
helt, at verjan hjá KÍF
stóð væl, og at gestirnir
vildu
meir
henda
dagin.
– KÍF vil stutt sagt
meir enn vit í dag. Teirra
verja stendur væl í dag,
og teir duga væl at steðga
okkara álopsspælið.
Eg haldi heldur ikki,
at okkara verja er nóg
góð í dag, og serliga í
fyrra hálvleiki hava vit
stórar trupulleikar við
at fáa fatur á Daniel
Rapa. Tað hevur ikki
gingið so væl hjá
okkum síðstu dystirnar,
og eg haldi, at her má
ein hugburðsbroyting til
hjá leikarunum fyri at
venda gongdini, tí hetta
var ikki gott nokk.
– Vit vildu
vinna
Vit fingu eisini orðið á
málverjan hjá KÍF, Óla
Kristian Djurhuus, eftir
dystin. Hann helt, at
verjan stóð ótrúliga væl,
og at leikararnir vildu
vinna henda dystin.
– Hetta var ein ótrú
liga góð byrjan uppá
endaspælið. Allir vildu
vinna í dag, og serliga
verjan stóð ótrúliga
væl henda dystin. Tað
er týðiligt, at vit vilja
meir enn teir í dag, tí vit
føra allan dystin. Sjálvt
um teir nærkast í seinna
hálvleiki, so føldi eg, at
vit høvdu tamarhald
á støðuni. Nú eru vit
komnir í gongd, so nú
er bara at koyra á.
Rúni tapti steypafinalu
Rúni Weihe var millum leikararnar, tá norska flogbóltsfelagið
BK Tromsø leikti finalu í steypakappingini leygardagin.
Tromsø møtti Førde í finaluni, og undan dystinum var liðið
hjá Rúna mett at vera stórfavorittur. Teir megnaðu tó ikki
at liva upp til vónirnar, tí Førde vann nevniliga dystin 3-1.
Teir løgdu hart út og vunnu fyrstu tvey settini ávikavist 25-
21 og 25-20. Hetta fekk tó leikararnar hjá Tromsø at rakna
við, og teir vunnu 3. sett 25-20. Í 4. setti var Førde tó aftur
oman á, og teir vunnu 25-23. Sostatt eydnaðist ikki Rúna
at vinna norsku steypafinaluna á hesum sinni.
Jón Harald til EB/Streym
KÍ-venjarin gjøgnum mongu seinastu árini, Jón Harald Poulsen,
skrivaði fríggjakvøldið undir sáttmála við EB/Streym, har hann
skal standa á odda fyri bestu kvinnuliði hjá felagnum. Tað
boðar felagsliðið frá á heimasiðu sínari. Jón Harald Poulsen
er mest vinnandi venjarin í kvinnudeildini í nýggjari tíð. Hann
hevur fingið góð úrslit við besta kvinnuliði hjá KÍ bæði her í
Føroyum og uttanfyri landoddarnar. Var fyrrverandi liðið hjá
Jón Harald Poulsen sigursvant, so kann ikki sigast tað sama
um nýggja lið hansara. Kvinnurnar hjá EB/Streymi hava enn
sítt fyrsta heiðursmerki til góðar í 1. deild.
KÍF fekk eina góða
byrjan uppá enda
spælið í Atlantic
Airways deildini
hjá monnum, tá teir
vunnu tryggan sig
ur á útivølli móti
Neistanum
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Høllin á Hálsi var stúgvandi
full av fólki, tá endaspælið
fór í gongd í Atlantic Airways
deildini hjá monnum við dysti
ímillum Neistin og KÍF.
Neistin hevur havt eitt
gott kappingarár í ár, og
í at kalla alt grundspælið
hava teir ligið og spælt við í
oddinum. Síðstu dystirnar í
grundspælinum var gongdin
tó ikki so góð hjá Neistanum,
so nú skuldu teir royna at
fáa eina góða byrjan uppá
endaspælið.
Hjá KÍF hevur heldur ikki
gingið so gali. Teir lógu leingi
á fjórða plássi, men móti
endanum av grundspælinum
fór Kyndil fram við teimum
á stigatalvuni, so undan
dystinum móti Neistanum
vóru teir at finna á 5. plássi
í bestu mansdeildini.
KÍF legði grundina
Sjálvt um tey flestu mundu
hava Neistan sum favoritt
henda dagin, so vóru tað
tó kollfirðingar sum løgdu
støðið mest sum beinanveg
in. Teir løgdu seg á odda frá
byrjan av, og sjálvt um Neist
in svaraði aftur, so tóktust
leikararnir hjá KÍF at vera
sera uppsettir til dystin.
Serliga verjan hjá kollfirð
ingum tóktist geva neista
monnum stórar trupulleikar.
Neistin fekk slett ikki álopið
at koyra orsaka av ágangandi
verjuni, og tá knappir 20
minuttir vóru farnir, hevði
Neistin bara skorað fýra
ferðir. Tá var støðan 8-4.
Sum hálvleikurin leið
kom Neistin tó betur við í
dystin. Síðstu løtuna hekk
álopsspælið betur saman, og
teir byrjaðu at fáa bóltarnar
í málið. KÍF megnaði tó at
halda leiðsluna, sum teir
høvdu vunnið sær tíðliga í
dystinum, og tá liðini fóru til
hálvleiks, var støðan 15-11
til gestirnar úr Kollafirði.
Neistin nærkaðist
Ikki er lætt at vita, hvat venj
arin há Neistanum hevði
sagt við sínar menn í hálv
leikinum, men teir komu út
sum eitt ódnarveður fyrstu
løtuna av seinna hálvleiki,
og mest sum alt fyri eitt
høvdu teir minka um munin,
soleiðis at tað nú bert vóru
tvey mál á muni.
Tað gekk tó ikki long tíð,
so byrjaði KÍF at fóta sær,
og róliga øktu teir aftur um
leiðsluna. Men leikararnir
hjá Neistanum tóktust sera
tendraðir fyrstu løtuna av
seinna hálvleiki, og teir
settu øll segl inn fyri at vinna
leiðsluna aftur, sum KÍF
hevði tryggjað sær undan
hálvleikinum. Sum seinni
hálvleikur leið minkaði
leiðslan hjá kollfiðringum
støðugt, og tá eitt gott korter
var farið, minkaði Áki mørk
um munin niður í 20-21, og
nú var bert eitt mál á muni
á liðunum báðum. Nú var
dysturin aftur púra opin.
Sjálvt um Neistin spældi
væl hesa løtuna, so tóktust
leikararnir hjá KÍF at hava
fult tamarhald á støðuni.
Spakuliga byrjaðu teir aftur
at økja um leiðsluna, og tá
10 minuttir vóru eftir, vóru
aftur 4 mál á muni.
Nú gjørdi Neistin eina
síðstu roynd at fáa KÍF aft
ur, og teir valdu at fara út
at mansverja bæði Damir
Oros og Daniel Rapa. Hetta
nervaði tó ikki hinar koll
firðingarnir, sum megnaðu at
økja enn meir um leiðsluna,
tá teir fingu so gott pláss at
spæla í.
Tá dómarin floytaði
seinastu ferð vísti talvan 26-
31, og sostatt vann KÍF ein
ruddiligan og uppibornan
sigur á Neistanum. Við
sigrinum hava teir nú vunnið
seg uppá 4. plássið, har teir
liggja beint í hølunum á
bæði Neistanum og StÍF.
Neistin-KÍF 26-31 (11-15)
KÍF vann tryggan sigur
Neistin-KÍF 26-31 (11-15)
Málskjúttar:
Neistin: Áki Mørk 9 (1), Jugoslav Djumic 8, Tróndur
Kragesten 4, Blagoje Buha 3 (1), Carl Herup Olsen 2
KÍF: Damir Oros 11, Daniel Rapa 8 (1), Rógvi Weyhe 7,
Gert Hansen 2, Teitur Joensen 2, Niklas Reginsson 1
Brotskøst: Neistin 4, KÍF 1
Útvísingar: Neistin 2, KÍF 2
Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen
FAKTA
KÍF vann tryggan sigur, tá teir vitjaðu hjá Neistanum í fyrsta umfarið av endaspælinum. Við sigrinum er KÍF nú bert eitt stig
aftanfyri Neistan
Mynd: Álvur Haraldsen