mánadagur 8. januar 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 5 - 8. januar 2007 ]
Christian Poulsen ársins
leikari í Danmark
Um vikuskiftið skipaði Danmark Radio fyri stórum haldi,
har teir sóu aftur á farna ítróttarkappingarár. Nógvir prísir
blivu latnir á kvøldinum, samstundis sum gestirnir sóu nógvar
av góðu hendingunum, sum donsk ítróttarfólk hava upplivað
ígjøgnum júst farna árið. Ein av teimum, sum bleiv heðiraðu
hetta kvøldið, var fótbóltsleikarin, Christian Poulsen. Annað
árið á rað bleiv hann valdur til ársins fótbóltsleikara í Danmark
frammanfyri góðar menn sum Thomas Kahlenberg, Daniel
Agger og Jesper Christiansen. Tað vóru leikarar, sum valdu
Christian Poulsen til ársins leikara.
Kessler ársins ítróttarnavn
Størsti heiðurin ein ítróttaríðkari kann fáa í Danmark, er
at vera valdur ársins ítróttarnavn. Á hátíðarhaldinum um
vikuskiftið, sum Danmarks Radio skipaði fyri, bleiv ársins
ítróttarnavn eisini valt, og á fyrsta sinni nakrantíð gjørdist
ein boksari vinnari. Tað var nevniliga heimsmeistarin hjá
bæði WBA og WBC, Mikkel Kessler, sum fór av stað við
sigrinum. Mikkel Kessler er ósigraður í sínum fyrstu 37
dystum sum professionellur boksari, og hann bleiv ársins
ítróttarnavn frammanfyri súkklaran Michale Rasmussen og
liðið hjá FCK, sum hevur fingið so góð úrslit í Evropa.
VB fekk eina góða
byrjan uppá enda
spælið í Sunset kapp
ingini hjá kvinnum,
tá tær vunnu tryggan
sigur á heimavølli
ímóti Kyndli
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tað var av alstórum týdningi
fyri bæði liðini at vinna fyrsta
dystin í endaspælinum,
tá VB tók ímóti Kyndli í
Vági. Vann VB dystin, so
kundu tær leggja trýst á
bæði Neistan og Stjørnuna,
meðan ein sigur til Kyndil
hevði lagt tær undir liðina á
VB á triðja plássi.
VB avgjørdi í
fyrra hálvleiki
Tað var tó VB, sum var
oman á at kalla allan dystin.
Fyrstu løtuna fylgdust lið
ina hampiliga væl at, men
síðstu 10 minuttirnar av fyrra
hálvleiki lat VB ongan iva
vera um, at tær ætlaðu at vinna
dystin henda dagin. Hesa
løtuna tóku tær avgerðandi
frástøðu frá Kyndli, og tá
liðini fóru til hálvleiks var
støðan 17-11 til VB.
Ein av grundunum til,
at VB fór so avgerðandi
frá Kyndli hesa løtuna var,
at VB valdi at fara út at
mansverja Linu Andriulyte.
Hetta gjørdi, at Kyndil hevði
trupulleikar at fáa mál úti frá,
og tað dugdu kvinnurnar hjá
VB at gera sær dælt av.
Kyndil nærkaðist
Í seinna hálvleiki byrjaði VB
heldur betri, og eftir eina løtu
høvdu tær økt um leiðsluna,
soleiðis at heili 8 mál vóru á
muni. So valdi Kyndil at fara
út at mansverja bæði Daivu
og Ivanu, og hetta vísti seg
at geva VB smávegis trupul
leikar fyrstu løtuna. Sum
hálvleikurin leið minkaði
Kyndil um munin, og tá 10
minuttir vóru eftir, vóru bara
4 mál á muni. Men síðstu
10 minuttirnar tók Asta í
VB-málinum broddin av
kyndlaálopinum, og nú byrj
aðu ungu leikararnir hjá VB
eisini at finna stevið í álopin
um. Meðan bæði Daiva og
Ivana blivu mansvardar bleiv
betri pláss hjá ungu leikar
unum, og hetta dugdu tær at
taka nyttu av. M.a. gekst sera
væl hjá Unu Egilsdóttir henda
dagin, og hon fekk 5 mál.
Endaliga úrslitið av dyst
inum gjørdist 34-27 til VB,
og sum heild hevði VB eisini
fult tamarhald á dystinum.
Við sigrinum hanga tær enn
í hinum báðum oddaliðnum,
meðan tað byrjar at síggja
svart út hjá Kyndli at røkka
heiðursmerkjaplássunum.
VB-Kyndil 34-27 (17-11)
VB vann trygt
VB vann tryggan
sigur í fyrsta
dystinum í
endaspælinum, tá
Kyndil var á vitjan.
Mynd: Áki Bertholdsen
VB-Kyndil 34-27 (17-11)
Málskjúttar:
VB: Daiva Tuomaite 10 (2), Ivana Ljubicic 9 (2), Rannvá
Johannessen 5, Una Egilsdóttir 5, Svava Vestergaard
3, Jóna Thorsteinson 2
Kyndil: Randi Wardum 8, Súsanna Petersen 6, Anja
Heinadóttir 5, Lina Andriulyte 3, Ronja M. Mikkelsen
3 (2), Bjørg Syderbø 2
Brotskøst: VB 4, Kyndil 3
Útvísingar: VB 2, Kyndil 1
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr
FAKTA
Unga H71-liðið fekk
enn ein sigur í skjátt
una, tá teir vunnu á
Kyndli um vikuskfitið.
Við sigrinum eru
teir nú bert tvey stig
aftanfyri StÍF á 2. plássi
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tað var av alstórum týdn
ingi hjá bæði H71 og Kyndli
at vinna fyrsta dystin í
endaspælinum, tá hesi bæði
liðini møttust í Hoyvíks
høllini. Bæði høvdu brúk
fyri stigunum fyri at nærkast
ovaru liðunum.
Javnur fyrri hálvleikur
Heimaliðið byrjaði dystin
væl betur. Teir løgdu hart
út, og fyrsta korterið førdu
teir við 2-3 mál. Hesa løtuna
tóktust kyndilsleikararnir ikki
heilt klárir, og hetta dugdu
hoyvíkingarnir væl at revsa
teir fyri. Um miðjan hálvleikin
fekk Kyndil tó veruliga gongd
á spælið, og ikki gekk long
tíð, so høvdu teir lagt seg á
odda. Hoyvíkingarnir vóru tó
sera tendraðir henda dagin, og
síðst í fyrra hálvleiki fingu
teir aftur javnstøðu í, soleiðis
at hálvleiksstøðan var 15-15.
H71 stórum stíli
Í seinna hálvleiki byrjaði
Kyndil betur, og legði seg
á odda. H71 vildi tó ikki
geva seg, og um miðjan
hálvleikinum høvdu teir
aftur fingið javnstøðu í, og
eftir hetta settu teir veruliga
ferð á. Frá at vera aftanfyri
19-21 skoraðu hoyvíkingar
7 ferðir á rað, so nú vóru
teir knappliga frammanfyri
26-21. Hesa løtuna leikti
H71 sera væl, meðan einki
riggaði hjá Kyndli. Serliga
Levi Nybo í H71-málinum
tók fullkomiliga mótið frá
kyndilsleikarunum.
Hetta gjørdist fyri so vítt
eisini avgerðin uppá dystin.
Nú vóru bert 10 minuttir
eftir, og sjálvt um Kyndil
megnaði at minka um munin,
so vóru teir ongantíð nær við
at fanga H71 aftur.
Endaliga úrslitið gjørdist
30-28 til H71, sum sostatt
fekk eina góða byrjan uppá
endaspælið. Fyri uttan Levi
í málinum, so leikti Esbern
Patursson ein sera góðan
dyst, og hann fekk heili 11
mál.
H71-Kyndil 30-28 (15-15)
H71 úr botninum
H71-Kyndil 30-28 (15-15)
Málskjúttar:
H71: Esbern Patursson 11 (3), Poul K. Dam 6, Tróndur
Vatnhamar 4, Niels V. Niclassen 3, Janus Sørensen 2,
Gunnar Bláberg 2, Bjarni Sørensen 2
Kyndil: Hans Áki Dal Christiansen 9, Janus E. Sørensen 6,
Høgni Klein 5 (2), Hjalti Jacobsen 3, Rókur Akralíð 2, Ragnar
Stakksund 1, Hanus Johansen 1, Kenn Zachariassen 1
Brotskøst: H71 3, Kyndil 4
Útvísingar: H71 4, Kyndil 5
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen
FAKTA
Esbern Patursson fekk 11 mál og var ein av mest eyðsýndu
leikarunum hjá H71, tá teir vunnu á Kyndli í fyrsta dystinum í
endaspælinum
Mynd: Álvur Haraldsen