Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 5 - 8. januar 2007 ] Toppskjúttar í Atlantic Airways deildini: Finnur Hansson StÍF 103 Damir Oros KÍF 91 Blagoje Buha Neistin 77 Rókur Akralíð Kyndil 68 Esbern Patursson H71 68 Hans Áki Dal Christiansen Kyndil 67 Tróndur Kragesten Neistin 61 Sámal Joensen VÍF 59 Niels Viggo Niclassen H71 56 Daniel Rapa KÍF 53 Toppskjúttar í Sunset kappingini: Nicoleta Radu Hansen Neistin 91 Daiva Tuomaite VB 86 Lina Andriulyte Kyndil 63 Ninna K. Johansen StÍF 50 Alina Olaru Stjørnan 49 Rebekka Justinussen StÍF 48 Durita Christophersen Stjørnan 38 Simona Petersen Stjørnan 37 Anja Heinadóttir Kyndil 37 Ása Dam á Neystabø Neistin 36 Arsenal vann stórdystin 3. umfar av FA Cup var á skránni í vikuskiftinum, og her var lagt upp til satt brak, tá varandi meistararnir, Liverpool, tóku ímóti Arsenal á Anfield Road. Tomas Rosicky gjørdist stóra hetjan hjá Arsenal, eftir at hann sendi teir fram um bæði 1-0 og 2-0 í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki legði Liverpool eitt stórt trýst á Arsenal málið, og hetta gav úrslit, tá Dirk Kuyt minkaði um munin eftir hornaspark. Móti endanum avgjørdi Thierry Henry dystin fyri Arsenal, tá hann skoraði til 3-1, og sostatt er greitt, at Liverpool ikki fer at endurvinna stóru ensku steypakappingina í ár. Henke á blettinum Nógv mundu hvøkka við, tá Manchester United boðaði frá, at teir høvdu keypt svenska áleyparan, Henke Larsson, frá Helsingborg. Tað vísti seg tó ikki at taka langa tíð hjá Henke at fáa fyrsta málið fyri United. Í vikuskiftinum fekk hann sín fyrsta dyst, tá United møtti Aston Villa í FA Cup, og 10 minuttir inn í seinna hálvleik legði Henke Larsson United á odda 1-0, og harvið skoraði hann í síni debut fyri stórfelagið. Seinni í dystinum javnaði Milan Baros fyri Aston Villa, men í yvirtíðini eydnaðist tað hjá Ole Gunnar Solskjaer at fáa sigursmálið fyri United. Manchester vann á Aston Villa, og Arsenal vann stórdystin móti Liverpool í triðja umfari av FA cup. Charlton og Sheffiled United vórðu sligin út av liðum úr lægru deildunum FÓTBÓLTUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Triðja umfar í FA-cup kapp­­ingini varð leikt í viku­ skiftinum, og hetta umfar er vorðið kent sum eitt ”romantiskt” umfar, tí at tá koma tey størru liðini inn í kappingina og spæla mangan móti onkrum smærri liði. Tí hendir tað ofta, at Dávid vinnur móti Goliat í triðja umfari. Hetta er elsta og mest søguríka steypakappingin í heiminum, og her fara vit at skriva um nakrar av dystunum í triðja umfari. Óvæntað úrslit Hesaferð vórðu Premier League feløgini Sheffield United og Charlton sligin úr kappingini av liðum úr lægru deildunum. Sheffield United leikti móti Swansea. Venjarin hjá Sheffield United, Neil Warnock, hevði valt at spara nakrar leikarar. Dysturin prógvaði, at hópurin er ov smalur, tí at Swansea smurdi teir av. Kreppurakta Charlton spældi móti fyrrverandi stór­ liðnum Nottingham For­rest. Charlton hevur veru­liga havt eitt vánaligt kapp­ingarár higartil, og rákið vendi ikki í vikuskiftinum. Nottingham Forest vann dystin 2–0. Javnleikir Fleiri av stóru Premier League feløgunum spældu eisini javnleikir ímóti smærri liðum, og hesi fe­løg verða noydd at leika ein umdyst, sum skal avgera, hvat lið fer víðari í kapp­ ingini. Hetta verður illa dámt av venjarunum, sum nú fáa ein dyst afturat í eini frammanundan pakkaðari dystarskrá. Av javnleikunum kunnu nevnast, at Newcastle og Birmingham leiktu 2 – 2. Fyrrverandi felagið hjá Juliani Johnsson, Hull, leikti 1 – 1 móti Middlesbrough. Leicester og Fulham leiktu 1 – 1. Sheffield Wednes­ day spældi 1 – 1 móti Manchester City og Totten­ ham og Cardiff leiktu ein málleysan javnleik. Stórdystirnir Risarnir Arsenal og Liver­ pool hittust leygardagin. Thomas Rosicky skoraði tvey mál tíðliga í dystinum, áðrenn Dirk Kuyt minkaði um munin. Afturvendi Thierry Henry skoraði tó til 3–1 við einum góðum einmansavriki, sum fekk nógvar Arsenal-fjepparar at vóna, at Henry aftur nærkast toppforminum. Sunnudagin møttust Man­ chester United og Aston Villa. Henrik Larsson leikti sín fyrsta dyst fyri Man­ chester United, og hann skoraði fyrsta málið. Milan Baros javnaði fyri Aston Villa, men hin skandi­nav­ iski veteranurin hjá Man­ chester United, Ole Gunn­ar Solskjær, skoraði sigurs­ málið í yvirtíðini. Alex Fergusson segði eftir dystin, at 35 ára gamli Henrik Larsson kann koma at skjóta týdningarmikil mál eins og gamla Mancester United hetjan Eric Cantona, so nú verður spennandi at síggja, hvussu fer at ganga hjá ”Henke,” sum hann verður kallaður, komandi dystirnar. Hondbóltsstøður Sunset-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Stjørnan 1 1 - 0 - 0 223 182 41 8 2 Neistin 1 0 - 0 - 1 238 188 50 7 3 VB 1 1 - 0 - 0 214 226 -12 6 4 Kyndil 1 0 - 0 - 1 214 249 -35 2 5 StÍF 0 0 - 0 - 0 178 222 -44 2 Atlantic Airways-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 VÍF 1 1 - 0 - 0 332 293 39 11 2 StÍF 1 0 - 0 - 1 300 295 5 7 3 Neistin 1 0 - 0 - 1 347 328 19 6 4 KÍF 1 1 - 0 - 0 292 310 -18 5 5 H71 1 1 - 0 - 0 299 343 -44 5 6 Kyndil 1 0 - 0 - 1 301 302 -1 4 Flogbóltsstøður Meistaradeild kvinnur v t d v - t sett sett +/- stig 1 ÍF 12 9 - 3 31 21 10 11 2 TB 12 8 - 4 28 14 14 10 3 Dráttur 12 8 - 4 29 22 7 9 4 SÍ 12 7 - 5 26 22 4 8 5 KÍF 12 2 - 10 19 30 -11 2 6 Mjølnir 12 2 - 10 9 33 -24 2 Meistaradeild menn v t d v - t sett sett +/- stig 1 ÍF 9 8 - 1 24 12 12 9 2 Mjølnir 9 7 - 2 24 12 12 8 3 Fram 9 4 - 5 16 20 -4 4 4 Fleyr 10 3 - 7 15 23 -8 4 5 SÍ 9 1 - 8 14 26 -12 1 United og Arsenal víðari í FA cup Tomas Rosicky var ein av eyðsýndu leikarunum, tá Arsenal vann stórdystin í FA-cup ímóti Liverpool. Rosicky skeyt tvey av málunum Mynd: Scanpix