Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 6 - 9. januar 2007 Á tíðindafundinum hjá fútanum í gjár greiddi Uni Vestureið Politiinspektørur frá gongdini Nýggj­ ársnátt, tá manningin á Lómi varnaðist ein druknaðan mann á sjónum. Druknivanlukka Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í sambandi við drukni­ van­­lukkuna nýggjársnátt og handfaringina hjá løg­ regluni av málinum, hevði fútin bjóðað føroysku miðl­­­­unum á tíðindafund kl. 11 í gjáramorgunin. Á fundinum vóru samrøðurnar millum løgregluna og Havn­ arskrivstovuna spæld­ar av. Í blaðnum í gjár prent­ aðu vit avrit av samrøðu­ num. Umframt at fútin Karen Marie Olesen boð­ aði frá, at hon ikki metti nakra orsøk vera til at finn­ast at avgerðunum hjá vakthavandi á løgreglu­støð­ ini nýggj­ársnátt, greiddi Uni Vestureið politiinspektørur frá, hvussu kanningarnar av hendingunum og em­bætis­ førsluni hesa náttina vóru gjørdar. Samrøður við alarm­ sentralin verða allar band­ aðar, men samrøðurnar hesa náttina vóru ikki til alarm­sentralin, men til bein­­leiðis telefonina hjá løg­regluni. Tílíkar sam­ røð­ur verða bandaðar á mini­disk, men tað er ikki altíð, at minidiskarnir verða skiftir rættstundis. Tí var upprunaliga ivi, um samrøðurnar vóru til. Hetta sást eisini á upp­runa­ ligu útsøgnunum hjá løg­ regluni. Tá ljóðaði nevni­ liga, at samrøðurnar ikki vóru bandaðar. Tilfarið á minidiskinum er vart av tagnarskyldu, men báðir partar í samrøðuni, høvdu givið sítt samtykki til, at samrøðurnar vórðu spældar av á tíðindafundinum. Eisini greiddi Uni Vest­ ur­eið um gongdina hesa náttina. Maðurin, ið drukn­ aði var komin av skipi á Klaksvíkina dagin fyri og fór til Havnar, har hann hevði fingið logi. Hann skuldi suður við Smyrli nýggj­ársdag. Á loginum var einki tekin um, at mað­urin hevði sovið har ella yvirhøvur verið har aftur eftir, at hann var komin har av fyrstan tíð 30. desember. Maðurin varð síðst sæddur í miðbýnum í Havn kl. 22.30, tá hann varð settur av í Steinatúni. Fartelefonin var sløknað, og hann segði seg skula á logiið, at løða sær hana aftur. Hann varð ikki sæddur aftur á lívi. Tveir tímar seinni legði Lómur at bryggju í Havn. Vakthavandi á Havnarskrivstovuni var á økinum eina góða løtu áðrenn hetta, hann gjørdi økið klárt og tók millum annað eina presending upp úr sjónum, ið lá har og fleyt. Har var einki óvanligt at síggja. Tá farmaskipið Lóm­ ur kom at, legði skipið at við gronini fyrst, og brúkti síðani megina frá skrúvuni at fáa hekkuna at. Her er talan um nógv megi, og tí varð alt, ið lá á botni pískað upp, og tað var tá, at manningin varnaðist ein kropp á sjónum. Mann­ingin og vakthavandi á Havn­arskrivstovuni leit­ aðu síðan við lykt, men kropp­­urin var sokkin aftur. Havnarskrivstovan ringdi síðan til løgregluna og spurdi um nakar var saknaður og nevndi, at teir kanska ringdu til sløkki­liðið, og fóru at leita víðari við sterkari lykt. Á Løgreglustøðini í Havn var nógv at gera hesa løtuna, tí Nýggjársnátt vóru nógv­ ar fráboðanir. Løg­reglan gjørdi ikki meira við málið fyrr enn kl. 6.45, tá Havnarskrivstovan ringdi aft­ ur, og tað gjørdist greitt fyri vakthavandi, at talan heilt víst var um ein mannakropp. Tá var vaktarskiftið á løg­ reglu­støðini og á Havnar­ skrivstovuni, tí vórðu boð­ ini um kroppin givin víðari til næstu vaktina á báðum støðum. Løgreglan var tó ikki greið yvir, at Sløkkiliðið hevði dagført sína útgerð, soleiðis at leit­ast kundi um náttina. Tí varð sløkkiliðið ikki boð­sent fyrr enn tað lýsti í. Maðurin varð funnin um kl. 14 Nýggjársdag. Á tíðindafundinum greiddi Uni Vestureið frá, at tann druknaði ongar snuddir hevði ella aðrar umstøður, ið góvu ábendingar um at talan av um annað enn, at maðurin var druknaður. Hann greiddi somuleiðis frá, at av tí at eingi vitni vóru til hendingina, var ómøguligt at endaliga staðfesta, hví maðurin var endaður á sjó­ num. Vevmyndatólini hjá Havnarskrivstovuni vóru óvirkin, og vevmyndatólið hjá Tryggingini, ið eisini kundi givið ábendingar, goymir ikki myndirnar, men sendir tær beinleiðis út á alnetina. Uni Vestureið segði seg vóna, at um onkur hevði upplýsingar um málið, at viðkomandi fór at seta seg í samband við løgregluna. Politiið greiddi frá hendingunum nýggjársnátt Uni Vestureið, politiinspektørur Mynd: Jens Kristian Vang