týsdagur 9. januar 2007síða 3
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2007
3
Ein millión
til at marknaðarføra Føroyar
Bjóðið verðini vælkomnari til Føroya at ferðast. Søkið nú um stuðul og verið
við til at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál!
Ferðaráð Føroya bjóðar til samstarv um at marknaðarføra Føroyar sum
ferðamál. Til endamálið eru 1.000.000 kr. settar av til serlig marknaðarátøk.
Milliónin skal nýtast soleiðis, at føroysk virki/feløg, ið fáast við ferðavinnu,
kunnu søkja um stuðul til verkætlanir eftir »krónu fyri krónu« háttinum.
Hetta vil siga, at umsøkjarin letur eins stóra upphædd til verkætlanina, sum
stuðul verður latin frá Ferðaráði Føroya.
Verkætlanir
Minsti stuðul, ið verður latin einstakari verkætlan, er 50.000 krónur, og
mesti stuðul er 250.000 krónur. Ganga fleiri saman um eina verkætlan, kann
í serligum føri verða vikið frá hámarkinum, treytað av at verkætlanin er av
slíkari stødd, at stuðul kann verða latin.
Nýskapandi tiltøk hava fyrimun. Verkætlanir, har tvey ella fleiri virkir/feløg
ganga saman hava eisini fyrimun. Verkætlanin skal ikki vera partur av
vanligu marknaðarrøktini. Stuðul verður ikki latin til faldarar, uttan so at
teir eru beinleiðis knýttir at verkætlanini, ið søkt verður um stuðul til.
Tað ber til at samstarva við sambond uttanlands, men bert tann føroyski
parturin í verkætlanini fær stuðul.
Stuðulin verður útgoldin, tá ið verkætlanin er framd í verki.
Upplýsingar
Í umsóknini skal í øllum førum verða greitt frá:
• endamáli
• kostnaðarætlan
• fíggjarætlan
• tíðarætlan
• samstarvspørtum
Umsóknarblað
Umsóknir skulu sendast Ferðaráði Føroya á serligum umsóknarblaði,
ið kann takast niður frá www.tourist.fo og sum annars er at fáa frá
Ferðaráði Føroya.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 5. februar 2007.
R E P R O Z
Ferðaráð Føroya · undir Bryggjubakka 17 · Postsmoga 118 · FO-110 Tórshavn
Tlf +298 355 800 · Fax +298 355 801 · www.tourist.fo
lýsingar
R E P R O Z
Vilt tú lata
hurðar upp?
Skyn er partur av Føroya Banka
Skyn søkir eftir húsameklara
Føroya Banki fer í næstum at lata upp Skyn, ið fer at handla við fastognum.
Saman við leiðandi meklaranum og einum samskipara verður tú partur av einum
ágrýtnum toymi, sum miðvíst arbeiðir fyri einum góðum úrsliti. Vit bjóða eitt gott
fakligt arbeiðsumhvørvi við góðum møguleikum fyri persónligari menning. Skyn
leggur dent á álítandi ráðgeving, trúvirði og varandi kundanøgdsemi.
Vit sóknast eftur einum persóni við húsameklaraútbúgving ella viðkomandi
útbúgving ella starvsroyndum.
Arbeiðsuppgávurnar eru millum annað:
Framsýning av ognum
Meting av ognum
Papírsgongd frá A–Ø
Umsiting av heimasíðu
Stýring av boðsrundum
Tú hevur stóran áhuga fyri sethúsum og húsamarknaðinum. Vit leggja stóran dent
á, at tú ert opin og dugir væl at skapa samband við kundar okkara. Tú hevur hug at
selja, ert álitisvekjandi og kanst arbeiða skiftandi tíðir.
Vilt tú hava nærri at vita um starvið, kanst tú venda tær til Torgun Davidsen, stjóra, á
telefon 557400, ella senda henni eitt teldubræv á torgun.davidsen@foroyabanki.fo.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. januar 2007 kl. 12.
Send umsókn við útbúgvingarprógvi, CV og viðmælum til:
Skyn
C/o Føroya Banki
Att.: Torgun Davidsen
Postsmoga 3048
110 Tórshavn
Skyn