Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 6 - 9. januar 2007 Vágsfjørður enn oljudálkaður Hóast meira enn ein mánaður er liðin, síðan hol kom á ein oljutanga hjá SEV í Vági, liggur enn tungolja í sjónum og frammi við landi. Í Vági er avgjørt heldur at kippa fuglin enn at reinsa hann DÁLKING Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Myndir: Áki Bertholdsen Tað er ikki stuttligt at vera fuglur á Vágsfirði í hesum døgum. Fleiri fuglavinir í Vági siga seg harmast um, at æður og annar fuglur eru oljudálkað. Eftir oljuóhappið tann 6. desember í fjør, tá ein tangabátur fylti 2600 rúm­ metrar av tungolju í tann 3000 rúmmetrar stóra tangan hjá SEV í Vági, fór nakað av olju á sjógv, og enn er ikki alt tikið upp­ aftur. Enn er økið ikki reinsað og tí verður fuglur enn dálkaður í Vági. Fólk, Sosialurin hevur tosað við, siga seg hava sæð fugl flýggja av sjónum at leggja seg at doyggja. Heldur ikki Kári Thom­ sen, formaður í Føroya Náttúruverndarfelag, er fegin um dálkingina. Hann heldur at Føroyar eru eftir­ bátur, tá talan er um tílík óhapp, og at eitt nú skip fáa ov lítlar bøtur, tá tey missa olju á sjógv. – Men so leingi vit ikki hava eina náttúru­verndar­ umsiting er ikki nógv at gera, sigur Kári Thomsen. – Tað er for galið, at oljan liggur enn, heldur formaðurin og leggur aafturat, at tilbúgvingin er so vánalig, at vit ikki ein­ gong hava útgerðina, at reinsa tílíkt við. – Í øðrum londum tekur man fuglin saman og reinsar hann. Lands­mynd­ ugleikarnir eiga at taka málið upp og stuðla teim­ um, sum vilja gera nakað í lokaløkjunum, sigur Kári Thomsen og sipar aftur til tilbúgvingina. – Landsstýrið ger ikki nakað sum helst fyri, at lokaløkini kunnu gera hatta. Kári Thomsen metir, at tann tjúkka oljan í Vági helst leggur seg á botn og verður liggjandi har. Hetta heldur hann kann verða álvarsamt fyri Vágs fjørð, av tí at hann er so aftur­ latin. – Okkum tørvar eitt um­ hvørvismálaráð, men tað verður bara snakk, sigur Kári Thomsen. Ov long tíð Svenning Borg, formaður í havnarnenvdini og heilsu- og umhvørvisnevndini í Vágs býráð, heldur ikki, at tað vanliga fólkið, sum hann kallar tað, merkir so nógv til dálkingina, av tí at tungoljan liggur frammi við landi á einum lítlum øki. Hann metir, at tað vera væl sloppið, at tað sambært honum bara eru eini 20-30 fuglar, sum eru dálkaðir, tí tað er álvarsligt við tung­ olju, sum hann málber seg. Men hvussu ber tað til, at oljan liggur enn? – Tilbúgvingin er ikki góð nokk. Tað er ov seint at leita eftir útgerð og spyrja, hvussu vit gera, tá óhappið er hent. – Tað vísir seg, at í øllum sovorðnum gongur tað ov seint, sigur Svenning Borg, ið tó ikki vil fara so langt sum at kalla hetta ein gølu. Hann vísir á, at óhappið vatð upppdagað beinanvegin og lekin steðg­ aður. – Men tungoljan for­ dampar ikki, tá hon kólnar, og verður bara tjykkri og tjykkri.. - Tað er ikki í lagi, at tað liggur har enn, fleiri mán­ aðir eftir tað er hent. Men eg vil ikki finnast at SEV, tí hatta kundi hent fyri allar fyritøkur, sigur Svenning Borg, ið tó heldur, at nú er ov long tíð gingin og at tiltøk eru neyðug. –Men sum við so nógv­ um øðrum eru ikki nógvir pengar til slíkt, sigur Svenning Borg og sipar til tilbúgving í Føroyum. Kippa fuglin Klæmint Weihe, stjóri í SEV, metir, at alt er farið rætt fram í málinum um oljudálkingina í Vági. – Eg havi varhugan av, at tað er gingið væl og í samstarvi við Vágs býrað og Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuna, sigur SEV-stjórin. Hann leggur afturat, at avgjørt er ikki at brúka kemikaliir at reinsa grótið við, men heldur at trykk­ spula tað, og síðani fanga oljuna á sjónum innan fyri avbyrgingina. Klæmint Weihe upplýsir, at tey meta, at kemikaliir høvdu gjørt støðuna ilt verri, og at tungoljan ikki fellur á botn. Var talan um ein gamlan tanga? – Tangin var frá 1989. – Hetta kom óvart á Ein av oljudálkaðu blikunum stríðist við oljuna.