týsdagur 9. januar 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2007
5
tíðindi
okkum, sigur Klæmint
Weihe, sum ikki metir, at
tangin var tærdur.
Klæmint Weihe, sigur at
SEV boðaði løgregluni,
Heilsufrøðiligu
Starvs
stovuni og brunaumsjónini
frá, og sigur, at alt fór rætt
fram, eftir at óhappið
hendi.
Hann greiðir frá, at fugl
urin, sum verður oljudálk
aður, ikki verður reinsaður,
men kiptur á staðnum.
Sambært Klæminti Weihe
er talan higartil um einar
20 fuglar.
Undir kontroll
Suni Petersen, verkfrøð
ingur á umhvørvisdeildini
á Heilsufrøðiligu Starvs
stovuni, sigur, at tey hava
mælt til eina sonevnda
mekaniska
upprudding,
tvs. at grótið verður trykk
spulað. Hann metir, at
tungoljan helst endar sum
tjúkkir klumpar í sjónum
kann fara til botns og flóta
við vatnskorpuna.
- Talan er um eitt rættiliga
avmarkað øki, sigur Suni
Petersen, sum er samdur
við teimum, ið siga, at
tilbúgvingin er ov vánalig,
men at arbeitt verður við at
bøta um hetta. M.a. er
tilbúgvingin júst yvirtikin
á føroyskar hendur.
Suni Petersen greiðir frá,
at kommunan er myndug
leiki á økinum sambært ha
vumhvørvisverndarlógini.
Tá talan er um tilbúgving,
kann sigast, at arbeitt í
trimum stigum. Fyri tað
fyrsta eigur fyritøkan, sum
dálkar at rudda eftir sær,
síðani kommunan, og eftir
tað eigur landið at taka um
endan, um hini bæði ikki
megna støðuna. Harafturat
krevst loyvi, um kemikaliir
skulu brúkast til olju
reinsing.
Suni Petersen sigur, at
støðan í Vági er undir
kontroll, sum hann tekur
til. Hann metir heldur ikki,
at 20-30 fuglar er eitt høgt
tal, og metir, at teir helst
høvdu verið deyðir kortini,
um teir vórðu reinsaðir.
Sambært Suna Petersen
komu tvinnir lekar á tangan
í Vági, sum júst var um
vældur.
– Vit fara at krevja mun
andi betri eftirlit við
tangum, serstakliga fyri
teir bjálvaðu tangarnar, tí
teir eru heitir, sigur Suni
Petersen og nevnir stóru
tangarnar á verkinum á
Sundi, og at vit bara kunnu
hugsa okkum, hvat hevði
hemt, um hesir fóru at
leka.
– Allir partar hava lært
nakað av hesum, og SEV
tekur støðuna í størsta
álvara, metir Suni Peter
sen.
Her liggja tvær av mongum oljudálkaðum æðum, sum eru deyðar í einum oljudíki, sum eru funnar hinumegin fjørðin við
bedingina. Fuglavinir í Vági hava sæð fylgir av oljudálkaðum æðum leita sær niðan frá at leggja seg at doyggja
Her sæst at enn er nógv olja eftir rundan um tangarnar hjá SEV