týsdagur 9. januar 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 6 - 9. januar 2007
Fíggjar- og umsitingarleiðari
Fíggjar- og umsitingarleiðarin í Kringvarpi Føroya hevur avgjørt at royna nýggjar
avbjóðingar, og tí verður starvið lýst leyst at søkja.
Starvið
Sum fíggjar- og umsitingarleiðari stendur tú á odda fyri umsitingini hjá
kringvarpinum. Tíggju fólk starvast á deildini, sum hevur ábyrgdina av
bókhaldi og fíggjarstýring, avgreiðsluni, innkrevjing av kringvarpsgjaldi,
umsiting av spølum, lýsingum og øðrum inntøkugevandi virksemi, starvs-
fólkamálum og sáttmálum um rættindi v.m. Fíggjar- og umsitingarleiðarin er
skrivari í leiðslubólkinum.
Kringvarp Føroya Norðari Ringvegur Postboks 1299 FO-110 Tórshavn Tel.: + 298 34 75 00 Faks: + 298 34 75 01 www.kringvarp.fo
R E P R O Z
Vit kunnu bjóða
Eitt avbjóðandi og spennandi starv, sum gevur tær
møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.
Kringvarpið er framvegis undir uppbygging og
menning eftir samanlegging av útvarpi og sjón-
varpi, og eisini komandi tíðin verður merkt av
broytingum.
Setanartreytir
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og avvarðandi fakfelag. Starvið verður
sett skjótast gjørligt.
Umsóknir
Umsóknir skulu vera Kringvarpi Føroya í hendi í
seinasta lagi 22. januar 2007.
Tínir førleikar
Vit søkja eftir einum leiðara, sum hevur relevanta útbúgving og hóskandi
royndir innan umsiting. Vit leggja dent á, at viðkomandi dugir væl at leiða
og at skapa eldhuga hjá starvsfólkinum gjøgnum góð samstarvsevni, at fylgja
settum málum og støðugt at taka við nýggjum avbjóðingum. Somuleiðis
verður dentur lagdur á góð evnir at orða seg munnliga og skrivliga.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jógvan
Jespersen, stjóra.