Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 9. januar 2007 9 tíðindi Stór framgongd hjá Norðoya Sparikassa Stóri eftirspurn­ing­ur­ in eftir fígging gjørdi, at fyri fyrstu ferð hevur sparikassin lænt pengar uttan­ lands fyri at nøkta eftirspurningin. Fíggjarvirksemi Árni Joensen arni@sosialurin.fo Norðoya Sparikassi hevur styrkt sína støðu á føroyska fíggjarmarknaðinum aftan á eitt gott ár í fjør. Úrslitið var væl omanfyri tær 29 mió. krónurnar, sum leiðsl­ an væntaði, tá fíggjar­ætl­ anin bleiv løgd. Vøksturin í javnanum var eisini stórur - umleið 17 prosent. Í seinastuni hevur Norð­ oya Sparikassi breitt seg til ein størri part av landinum. Í heyst læt nýggj deild upp í Runavík, og flaggdagin letur nýggj deild upp í Havn. Trý fólk arbeiða á deildini í Runavík, og hon ber seg longu, sigur stjórin, Eyðfinn Reyðberg. Á nýggju deildini í Havn fara sjey fólk at arbeiða, og har er viðskiftagrundar­ lagið longu so gott, at deildin fer at geva yvirskot frá fyrsta degi. At sparikassin hevur breitt sítt virkisøki landa­ frøðiliga hevur givið hon­ um fleiri nýggj viðskifta­ fólk. Í fjør komu ikki færri enn 1500 nýggj nøvn í viðskiftayvirlitið, og tað svarar til ein vøkstur upp á heili 10 prosent. Stórur lánsvøkstur Útlánini hjá Norðoya Sparikassa vuksu nógv í fjør og væl meiri enn innlánini. Um ársskiftið vóru innlánini umleið 1,4 mia. krónur, sum var smá 10 prosent prosent meiri enn eitt ár frammanundan. Hinvegin vóru útlánini umleið 1,5 mia. krónur ella umleið 30 prosent størri enn fyri einum ári síðani. Eyðfinn Reyðberg sigur, at meginparturin av vøkstrinum í útlánunum stavar frá sethúsafígging. Av útlánunum eru einar 400 mió. krónur eru heim­ lán, sum Norðoya Spari­ kassi fór undir at bjóða fólki fyri einum ári síðani, og aðrar 300 mió. krónur eru gomul lán við 1. veð­ rætti. Sostatt eru millum 700 og 800 mió. krónur sethúsalán av samlaðu út­ lánunum sethúsalán, og stjórin heldur ikki, at váðin er serliga stórur. – Meðalskuldin í heim­ lánunum er 850.000 krón­ ur, og meðalskuldin í teim­ um gomlu lánunum við 1. veðrætti er millum 300.000 og 400.000 krónur, sigur hann. Norðoya Sparikassi herdi í fjør krøvini í sambandi við at fíggja sethús í Havn. Eyðfinn Reyðberg sigur, at húsaprísurin í Havn fór so langt upp, at sparikassin helt tað ikki vera ráðiligt at fíggja húsini fult út. Tí bleiv krav sett um eina rímiliga eginfígging. Lænt uttanlands Tann stóri eftirspurn­ing­ur­ in eftir fígging gjørdi, at fyri fyrstu fer hevur Norð­ oya Sparikassi lænt pengar uttanlands til virksemið. Tað var í oktober-árs­fjórð­ ingi, og leiðslan hevur longu gjørt av at læna aftur í hesum ársfjórðingi og næsta. Eyðfinn Reyðberg sigur, at hetta er ein spegilsmynd av gongdini í samfelagnum við halli á handilsjavna­ num, nógvum og dýrum íløgum bæði innan fyri tað almenna, kommunala og tað privata og stórari pri­ vatari nýtslu. – Føroysku peninga­ stovnarnir hava ikki pengar til at fíggja alt hetta virk­ semið og noyðast tí at læna pengar uttanlands, men tað er eingin vandi í tí, sigur hann. Íløga kostaði Norðoya Sparikassi var við til leggja lunnar undir flog­ felagið FaroeJet, og tað kom at kosta sparikassanum fimm mió. krónur, tá flog­ felagið fór í gjaldssteðg. Sparikassin átti upp­runa­ liga 2,5 mió. krónur í parta­ peningi í felagnum og átók sær seinni 2,5 mió. krónur afturat. Men missurin nervar ikki úrslitið stórvegis, sigur Eyð­finn Reyðberg, tí spari­ kassin seldi eisini parta­ brøv í fjør við góðum vinn­ ingi. Umframt útlendsk partabrøv seldi sparikassin partabrøv í partafelagnum Kósini í Klaksvík í fjør, og samanlagt gav parta­bræva­ sølan eitt positivt avkast, sigur Eyðfinn Reyðberg. -Tað er ein spegilsmynd av gongdini í samfelagnum, at peningastovnar mugu læna pengar uttanlands fyri at fíggja virksemið, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa. Stanley í Noregi Um vikuskiftið fer fuglfirðingurin Stanley Samuelsen at hava tvær konsertir í Noregi. Konsertirnar verða í Privaten í Holmsbo fríggjakvøldið kl. 22, Bakeren í Åros leygarkvøldið kl. 22.30 og í Slemmestad Pub sunnudagin kl. 18, og skárin umfatar hansara egnu tulkingar av kendum løgum hjá Beatles, Eagles, Neil Young og øðrum. Hetta er aðru ferð, at Stanley Samuelsen spælir í Noregi. Fyrru ferð var í september í fjør. Nýtt blað Eitt nýtt blað er komið í handlarnar og kioskirnar. Talan er um mánaðarblaðið KEND, sum reklamustovan Mediagraph gevur út. Blaðstjóri er Símun úr Konoy, og Hilmar Jan Hansen og onnur skriva og taka myndir. KEND skrivar, sum navnið sigur, serliga um kend fólk so sum politikarar og tónleikarar. Blaðið líkist teimum donsku vikubløðunum, men útgevararnir siga, at innihaldið er øðrvísi. Nakin fólk og gølur fáa ikki pláss í KEND.