týsdagur 9. januar 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 6 - 9. januar 2007
Føroyar eru komnar upp í granskingar- og
útbúgvingarprogrammini hjá ES. Hetta er uttan
iva eitt stórt framstig fyri føroyska gransking.
Øll eru samd um, at gransking, menning og
innovatión eru forteytir fyri menning av vinnu,
búskapi og samfelag. Tað er royndur lutur, at
tey lond, sum statsa uppá gransking, menning
og innovatión, tey hava framburð og mennast
støðugt, meðan lond, ið ikki satsa á hendan hátt,
drgana afturút og gerast eftirbátar.
Granskingin er eisini ein sera týðandi liður
í Visjón 2015, og er hetta í sjálvum sær ein
viðurkenning av tí týdningi, sum hesin táttur hevur
fyri føroyska samfelagið. Í øllum londum rundan
um okkum henda stórar samfelagsbroytingar.
Londini flyta seg frá at framleiða vørur til at
framleiða vitan ella framleiðslur við støði í vitan.
Samstundis sum henda tilgongd mennist, flyta
tær lægstløntu vinnurnar til láglønarlond. Hetta
rákið er enn ikki komið til okkum av álvara, men
nógv bendir á, at rákið rakar okkum eisini í eini
ikki ov fjarari framtíð. Tað ræður tí um at vera
á varðhaldi og binda um heilan fingur. Hetta
merkir við øðrum orðum, at tað ræður um at
vera væl fyrireikaður til hesa nýggju og broyttu
samfelagsstøðu. Undir hesum umstøðum eru
útbúgving og gransking heilt grundleggjandi og
sera týðandi fortreytir. Samfelagið eigur tí uttan
dvæl at statsa uppá hesar tættir.
Tað er tí í tøkum tíma, at Føroyar eru komnar
upp í granskingarprogrammið hjá ES. Tað er
her tað gongur fyri seg. Tað er her pengarnir
eru, og her eru øll tey týðandi netverkrini.
Luttøkan er heilt einfalt ein fortreyt fyri, at
granskingin skal kunna mennast í Føroyum.
Hetta er eitt stórt stig tann rætta vegin, og nú
er at vóna, at allir viðkomandi partar liva upp
til nýggju avbjóðingarnar og møguleikarnar.
Føroysk gransking og granskingarumhvørvi eru
ikki bert kend fyri dugnaskap og dirvi, men fyri
javnt og samt at lata illa at og fyri at gremja seg
um vánaligu støðuna. Nú er støðan broytt og nú
ræður um ikki at liggja sjóvarfallið av sær. Og
síðst men ikki minst: henda nýggja skipan krevur
øktar játtanir frá okkara polistisku skipan, men
hetta man fara at vera minsti trupulleikin, nú
komið er undir land eftir sjabbið tey mongu ár
á opnum havi.
Sosialurin
ES- samstarv - eitt stig
tann rætta vegin
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Vit hava tvey tingfólk,
tveir landstýrismenn, ein
landsverkfrøðing,
men
ongan nýggjan fiskivinnu
skúla enn
Hvar er menningin?
Vit hava seinastu mongu
árini tosað nógv um før
leikamenning og gransking.
Føroyski flotin er nógv
moderniseraður, men fólk
ini, sum skulu menna okk
ara fiskaframleiðslu, tey
hava enn ikki fingi ein lík
inda fiskivinnuskúla.
Tað verður mangan sagt,
at vit liva mestsum einans
av fiski, men vit skapa ikki
neyðugu fortreytirnar fyri
at menna okkara førleika
innan hesa vinnu. Við hes
um førleika kundu vit verið
við í fremstu røð, tá ið
tað snýr seg um framburð,
bæði tøkniliga og innan
nýggjar marknaðir.
Fiskivinnuskúlin:
Hvar er hann?
Heilt frá byrjan hevur
fiskivinnuskúlin
verið
skerdur, men hóast hetta
hevur hann ment seg heilt
ómetalig nógv. Eg loyvi
mær at ivast í, hvussu
leingi leiðsla, lærarar og
næmingar støðast undir so
ósømiligum
umstøðum,
sum fiskivinnuskúlin hevur
og virkað undir.
Skúlin hevur síðan byrjan
húsast í trimum sethúsum
og nú eisini á einum trol
virki í bygdini, so tað er
eyðvitað, at hetta er ikki
annað ikki ein lappaloysn,
men hvar eru politikkararnir
í Norðstreymi?
Tá vit øll hildu, at ljósast
sá út, var ætlanin at keypa
ein “gamlan” timburhandil,
so skúlin kundi fáa líkinda
hølir, men her fekk onkur
í skipanini forpurrað, at
skúlin skuldi liggja í Vest
manna, og tí varð keypið av
ongum.
Í samgonguni undan hes
ari hoyrdist ofta, at fiski
vinnuskúlin í Vestmanna
skuldi ofrast í eini politiska
kabalu og flytast saman við
tekniska skúla í Klaksvík,
men tá stóðu politisku
feløgini í Norðstreymi sam
an.
Fyri ikki at “missa” skúl
an av bygdini, tók Vest
manna Kommuna stig til
at bjóða landsstýrinum
ókeypis grundstykki inni á
Fjørð, og myndugleikarnir
tóku av. Men hvar er bygn
ingurin, kundi vit spurt.
Nýggja samgonga
og fýra fólk
Tá seinasta landsstýris
samgonga varð skipð, var
roknað fyri vist, at nú var
rokkið á mál við fiskivinnu
skúlanum í Vestmanna.
Og hvat annað skuldi ein
trúgva: Norðstreym fekk
heili fimm fólk at ráa yvur,
tá ið løgmaður hevði gjørt
av, hvør skuldi sita saman
við honum í Tinganesi; av
hesum fimm átti Vestmanna
fýra fólk.
Vestmanna kemur neyv
an aftur í ta støðu aftur
at fáa fíggjarmálaráharran
(Bárður Nielsen), 2 nevnd
arlimir í mentunarnevnd
ina í Løgtinginum, sum
eru Olav Enomoto og
Heidi Petersen, og so eisini
Hans Paula Strøm, lands
stýrismann.
Vit vita, at alt fiskivinnu
skúlaprojektið er útbjóðað,
og nú alt er innkomið aftur,
sigur stjórin í Landsverki,
sum eisini er vestmenningur,
í viðmerking við fjølmiðl
arnar, at innkomnu tilboðini
eru ov høg. Hvat er so til
ráa at taka hjá stjóranum í
Landsverk? Jú, hann kann
biða um meira pening
frá politisku skipanini at
fremja projetið, ella – sum
nú er avgjørt – at fáa eina
útlendska arkitektafyritøku
at meta um projektið, tí
so hendir als einki (“Da
Fanden ville, at intet skulle
ske, da satte han i verden
den første komité”).
Tá flest hvørki merkir
best ella mest
Við
tveimum
tingfólk
um, tveimum landsstýris
monnum
búsitandi
í
Vestmanna og einum vest
menningi í stjórastarvinum
á Landsverki hevur tað
enn ikki eydnast at skøva
asfaltið inni á Fjørð, har
fiskivinnuskúlin var ætlaður
at standa.
Við einum pennastroki gav
Torbjørn Jacobsen ordrar
undir seinastu samgongu,
at
Heilsuskúlin
skuldi
leggjast á Tvøroyri. Fáa vit
ein “nýggjan“ Tobba út í
Tinganes eftir næsta val, so
endar fiskivinnuskúlin í eini
kabalu, har vestmenningar
mugu síggja í eyguni, at tað
ikki loysir seg, at hava nógv
fólk í longum talvi.
birgir@kallnet.fo
Birgir Waag
Høgnesen
Vestmenningar spyrja: “Hvar er skúlin”?
Nummar 2
Nýggja árið á 15 teimum bestu byrjar við broyting í ovasta
enda av listanum, Nummar hjá The Dreams, ið lá á odda,
tá listin fór í jólasteðg er nú á øðrum plássi.
Tað er Justin Timberlake og lagið My Love, ið hevur
tikið oddasessin frá The Dreams. Tað sum er merkisvert
við listanum hesa vikuna, er at einans 4 av teimum
fimtan løgunum eru føroysk, hetta hóast jólatíðin hevur
verið virknasta útgávutíðin á árinum. Næsta føroyska
lagið á listanum er Don’t Want You To Wake Up á triðja
plássi, meðan Martin Joensen & Hinir við Eivør og lagið
Kavin kom liggur á 11. plássi framman fyri Kvølur hjá
Villmonnum á 12. plássi.
Ein føroyskur sangari er millum eykaløgini, hetta er
tulkingin hjá Kristleif Zachariassen av Number Of The
Beast hjá Iron Maiden, ið roynir seg.
Stanley í Noregi
Hetta vikuskiftið spælir føroyski trubadururin Stanley
Samuelsen í Noregi. 3 konsertir í tríggjar dagar í trimum
býum.
Fríggjakvøldið kl. 22.00 fer Stanley á pallin í Privaten í
Holmsbu, leygarkvøldið kl. 22.30 hjá Bakeren í Åros og
sunnudagin kl. 18.00 í Slemmestad Pub. Hetta er aðru ferð
seinasta árið, at Stanley vitjar í Noregi. Í fjør í september
var Stanley við síni gittar- og sangtrio Vocaltrio Accoustica
á konsertferð í Noregi. Hetta var sera væleydnað. Tí roynir
Stanley seg nú aftur, hesaferð verður Stanley einsamallur
og við egnum tónum, umframt tulkingum av løgum hjá
eitt nú The Beatles, Eagles, Crosby, Stills og Nash og Neil
Young.
nud