týsdagur 9. januar 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2007
15
SAMBAND
jan müller
jan@sosialurin.fo
tlf. 341800
vinnusíðurnar
Tað vóru fimm
systkin, sum áttu 20%
í part í felagnum, O.
C. Holding á Oyri.
Nú tvey av teimum,
Ólavur og Sonja, sum
vóru komin at sita
við tilsamans 60% av
partapeninginum,
hava selt síni parta
brøv, er hugsandi,
at hesi hava tjent
miljónir. Hinvegin
hava Edmund og
Hans, sum ikki vóru
við í søluni, ikki
fingið eina krónu
– og sita nú sum
minnilutaeigarar
við lítlari og ongari
ávirkan
Søla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Uppundir endan av 2006
keypti P/F Thor í Hósvík
meirilutan í virkseminum á
havnalagnum á Oyri, sum
upprunaliga hevur røtur
eini 100 ár aftur í tíðina.
Uppi á landi er skelja
virkið, rækjuvirkið og frysti
hús. Við í keypinum er eisini
skeljabáturin
Norðheim
og gággubáturin Varðborg.
Aftrat hesum eigur felagið
eitt rækjuloyvi.
P/F Thor hevur keypt
60% av tí virksemi, sum O.
C. Holding átti. Hini 40%
eiga brøðurnir, Edmund
Joensen og Hans Joensen.
Fimm systkin
Tað vóru fimm systkin
hjá Edmundi, sum vit
øll kenna, ið áttu O. C.
Holding, sum stóð aftanfyri
framleiðslufelagið,
O.C.
Joensen.
Tey fimm áttu hvør
síni 20% hvør. Hesi vóru
Edmund sjálvur og brøð
urnir, Christian, Hans og
fosturbróðurin,
Ólavur
Fløtt. Fimti eigarin var syst
ir Edmund, Sonja Johanne
sen.
Tað, sum hendi umleið
eitt ár fyri søluna til Thor,
var, at tvey av systkjunum,
Ólavur og Sonja, keyptu
partabrøvini
hjá
elsta
bróðurinum,
Christiani.
Eftir keypið sótu tey bæði
tískil við tilsamans 60%
av partabrøvunum í O.C.
Holding.
Fyri at lesarin skal skilja
samanhangin, eru tað júst
hesi 60%, sum Thor keypti
stutt fyri ársskiftið.
Tískil eigur Thor í Hósvík
nú 60% í O. C. Holding og
Edmund og Hans framvegis
hvør síni 20%.
Tað eru soleiðis tvey
av systkjunum, Ólavur og
Sonja, sum hava selt síni
60% og harvið meirilutan av
partabrøvunum í holding-
felagnum til felagið í Hós
vík.
Hvørki keypari ella selj
ari hava upplýst prísin,
men Gunnbjørn Joensen,
stjóri í Thor, hevur sagt, at
báðir partar eru nøgdir við
handilin.
Ongan ”lokkað”
Sosialurin
hevur
spurt
Edmund Joensen, hvussu
tað kennist, at hann og
systkin hansara ikki longur
eiga meirlutan í felagnum,
sum hevur verið í familjuni
í so mong ár.
Tað er heldur eingin
loyna, at okkara fyrrver
andi løgmaður og núver
andi løgtingsmaður og løg
tingsformaður hevur verið
ein rættiligur ”primus-
motorur” í virkseminum á
Oyri, har hann bæði hevur
verið maðurin við hug
skotunum, stjóri og nevndar
formaður í mong ár.
- Eg havi ongantíð átt
meira enn 20% í felagnum,
og tað eigi eg framvegis.
Men eg havi altíð kent meg
at hava havt ávirkan sum
nevndarformaður og stjóri
– frá tí, at vit gjørdu felagið
til partafelag í 1980, til eg
noyddist úr hesum størvum,
tá ið eg gjørdist løgmaður í
1994.
Edmund hevur ikki hug
at gera so nógv burtur úr
søluni alment, tí hetta so
sanniliga eisini snýr seg um
familjuviðurskifti.
– Hetta er slíkt, sum kann
henda í familjum, sigur
hann við einum farra av
sorgblídni.
Vit kunnu gita okkum,
at systkini, Ólavur og
Sonja, sum nú hava selt
síni partabrøv, hava tjent
nógvar miljónir í part,
meðan Edmund og Hans
ikki hava fingið eina krónu
burtur úr.
Honum so líkt tekur
hann skemtandi til, at hann
ongantíð hevur ”lokkað”
nakran við miljónum.
- Tað eru Ólavur og
Sonja, sum hava selt – og
ikki eg og Hans, leggur
hann aftrat.
Edmund heldur tó ikki, at
ætlanin hjá Ólavi og Sonju
við at keypa elstra bróðurin,
Christian, út, var fyri lættari
at kunna selja meirilutan
av felagnum og fáa nógvan
pening burtur úr.
- Nei, tað haldi eg ikki var
ætlanin, tá ið tey keyptu, og
eg velji at trúgva, at aðrar
orsøkir lógu til grunds fyri
hesum. Mær vitandi ætlaðu
tey tá at reka virksemið
víðari, sigur hann.
Umhugsa støðuna
Men er tað hugsandi, at
Edmund og Hans eisini fara
at selja síni partabrøv í O. C.
Holding, nú teir kortini eru
vorðir minnilutaeigarar?
- Hetta er so nýtt enn, og
vit hava ikki verið uppi í
hesum við søluni. Men vit
fara sjálvandi at umhugsa,
hvat vit skulu gera. Vit
fingu ikki kjansin at selja
saman við Ólavi og Sonju.
Men kundu tey bæði
vænta, at Edmund og Hans
eisini vildu selja síni parta
brøv, tá ið tey avgjørdu at
selja?
- Ja, eg haldi ikki, at
tey høvdu nakra orsøk til
at trúgva nøkrum øðrum,
sigur hann.
Edmund heldur – eisini
skemtiliga fyri – at tá ið
partabrøvini, sum systkini
seldu Thor, eru so nógv
verd, sum líkt er til, at tey
eru, væntar hann, at tey
40%, sum hann og Hans
enn eiga í felagnum, eisini
mugu vera nakað verd.
- Tað vóna vit í hvussu er,
leggur hann aftrat.
Edmund sigur, at hann
tosaði við Hans Andreas
Joensen, annan av brøðr
unum í Thor, beint eftir
søluna, og hann fer at venda
sær aftur til felagið í Hósvík
so skjótt, sum høvið býðst.
Kunnu ”dikterast”
Vit spurdu eisini Edmund
Joensen, hvørja ávirkan
hann og bróðurin, Hans,
vænta sær í O. C. Holding,
nú meirilutin í felagnum
ikki longur er í familjuni.
- Nei, tað dugi eg slett
ikki at siga í løtuni. Vit eiga
so okkara part í felagnum
enn, og eingin kann noyða
okkum at selja. Men nú vit
eru minnilutaeigarar, kann
meirilutin ”diktera”, sum
hann tekur til.
Edmund Joensen um søluna
av O. C. Holding:
– Hetta er
slíkt sum
kann henda
í familjum
Á síðu 18 og 19
verður í stuttum
greitt frá søguni
um O. C. Joensen.
Vit hava eisini eina
viðmerking frá
stjóranum í P/F
Thor, Gunnbjørn
Joensen
- Eg havi ongantíð átt meira enn 20% í felagnum, og tað eigi eg framvegis. Men eg havi altíð
kent meg at hava havt ávirkan sum nevndarformaður og stjóri – frá tí, at vit gjørdu felagið
til partafelag í 1980, til eg noyddist úr hesum størvum, tá ið eg gjørdist løgmaður í 1994, sigur
Edmund Joensen