týsdagur 9. januar 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 6 - 9. januar 2007
vinnusíðurnar
Ein nýggj uppgerð
vísir, at tað er so stórt
trot á arbeiðsmegi í
flakavinnuni, at tey
føroysku fiskavirkini
hava brúk fyri heili
165 fólkum afturat.
Og tað er um alt
landið, at brúk er
fyri meiri fólki,
hóast tørvurin er
størstur í Streymoy
og í Eysturoy. Nógv
størstur tørvur er á
reinskerarum
Trot á
arbeiðsmegi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hendan talvan vísir, hvussu
stórt trot er á arbeiðsmegi
á teimum ymsum fiska og
flakavirkjunum kring land
ið.
Her skal kortini havast
í huga, at talan er um eina
uppgerð, sum umboðini
hjá arbeiðsgevarunum í
Arbeiðsmarknaðarráðnum,
hava gjørt.
Uppgerðin er gjørd eftir
eitt spurnarumfar til øll
fiskavirkini beint fyri jól.
Men, sum tað sæst í øðrum
greinum, eru umboðini fyri
Arbeiðarafeløgini als ikki
samd í hesi uppgerðini,
tí tey siga, at tørvurin er
nógv minni enn tað, sum
arbeiðsgevarar siga.
Sum tað sæst á talvuni er
tað um alt landið, at brúk
er fyri meiri arbeiðsmegi á
flakavirkjunum. Kortini má
sigast, at tørvurin er nógv
størstur á virkjunum inni á
meginøkinum, í Eysturoy
og í Streymoy. Hinvegin
eru suðuroyingar frægast
fyri.
Tilsamans hava fiskavirk
ini kring landið brúk fyri
165 arbeiðsfólkum afturat,
men nógv størstur tørvur er
á reinskerarum.
Óstøðugt fólk
Tað er eisini ógvuliga
ymiskt, hvussu tey ymsu
virkini kring landið meta
um støðuna.
Bæði Fiskavirking á Toft
um, Fiskavirking í Runa
vík og Delta á Tvøroyri,
upplýsa, at tað er torført at
fáa fólk við røttu førleiku
num. Fiskavirking í Havn
sigur, at arbeiðsmegin er
óstøðug. Á Vestsalmon noyð
ast tey at hava skúlabørn til
arbeiðis og har arbeiða tey
bara eina vakt, hóast tey
kundu arbeitt tvær.
Á Bakka siga tey, at ímóti
sumri verður brúk fyri
einum 10 fólkum afturat
og eisini á Kryvjing fáa tey
brúk fyri meiri fólkið í ár.
Á Kósavirkið í Klaksvík
noyðist at læna fólk frá
Tekniska Skúla fyri at fáa
tað at bera til.
Hóast Sandoy er lítil
oyggj, hava tey harðliga
brúk fyri fleiri fólkum.
Men har er onki fólk at fáa
og tað fæst heldur onki fólk
aðrastaðni frá, siga tey.
Í Suðuroy sigur Fiska
virking, at tey eru ikki rætti
liga komin í gongd í Vági
enn, men tá ið arbeiðið eis
ini verður í Vági, vænta tey,
at tað verður torført at fáa
arbeiðsmegi bæði til virkið
í Vági og tað á Tvøroyri.
Annars sigur Fiskavirking
í Suðuroy, at arbeiðsmegin
er sera óstøðug. Tað gongur
striltið at fáa fólk at møta
seinnapartar og fríggjadag
ar.
Tað hevur áður verið upp
lýst í Sosialinum, at hetta
trotið á arbeiðsmegi kostar
føroysku flakavirkjunum
minst 300.000 krónur um
dagin, tí tey fáa ikki virka
fiskin, so nógv, sum tey
vildu og tey fáa heldur ikki
tikið ímóti so nógvum fiski,
sum tey vildu.
Rein-
skerarar
Streymoy:
Fiskavirking í
Vestmanna
15
5
20
Vestsalmon
0
30
30
Fiskavirking í
Havn
15
0
15
Tilsamans í
Streymoy
30
35
65
Eysturoy:
Fiskavirking í
Runavík
15
0
15
Fiskavirking á
Toftum
5
0
5
Norðís
5
0
5
Tavan
12
0
12
Fiskavirkið
0
0
0
Nevið
-
-
-
Farita
-
-
-
Vaðhorn
0
0
0
Viking
0
0
0
Faroe Marine
Products
0
0
0
Á Bakka
0
5
5
Tilsamans í
Eysturoy
37
5
42
Norðoyggjar
Kósin
10
10
20
Norðfra
0
0
0
Eystís
0
0
0
Kryvjing
0
0
0
Tilsamans í
Norðoyum
10
10
20
Vágar
Nofa
0
0
0
Fiskavirking í
Miðvági
10
5
15
Tilsamans í
Vágum
10
5
15
Virki
Onnur
Tils.
Sandoy
Sandoy
Seafood
15
0
15
Tilsamans í
Sandoy
15
0
15
Suðuroy
Fiskavirking í
Vági
0
0
0
Fiskavirking á
Tvøroyri
8
0
8
Delta
0
0
0
TG-Seafood
0
0
0
Tilsamans
fyri Suðuroy
8
0
8
Tilsamans
fyri landið
110
55
165
Hesa talvuna hava umboðini fyri arbeiðsgevararnar í
nýstovnaða Arbeiðsmarknaðarráðnum gjørt yvir trotið á
arbeiðsmegi á føroysku fiskavirkjunum
Hava brúk fyri 165 fólkum
- Tað er ein veruligur vandi fyri, at
hevur eitt virki ov lítið av fiski, verða
tað útlendingarnir, sum sleppa til
arbeiðis og føroyingarnir, sum verða
noyddir at ganga hendur í lumma,
siga umboðini hjá arbeiðarafeløgunum
í Arbeiðsmarknaðarráðnum
Savnsmynd
Fyrisiting neyðug
Skulu Føroyar gera seg galdandi í altjóðagerðini, mugu
vit fáa eina veruliga umhvørvisfyrisiting. Tað sigur
Jákup Pauli Joensen, sum er leiðari á umhvørvisdeildini
á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum nú í tveir mánaðir
hevur hann arbeitt í íslendska umhvørvismálaráðnum.
Íslendska umhvørvisfyrisitingin kostar 450 mió. krónur
um árið, og ein tilsvarandi føroysk fyrisiting hevði kostað
75 mió. krónur, sigur Jákup Pauli Joensen.
(Kelda: www.utvarp.fo)
Opera í Fuglafirði
Sunnudagin 21, januar verður forvitnislig konsert í
Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tá fara hjúnini Rúni og
Susanne Brattaberg at syngja kendar operaariur av so
frægum tónasmiðum sum Mozart, Verdi og Wagner. Við
klaverið situr Johannes Andreassen. Rúni er basssangari,
meðan Susanne er sopranur. Rúni arbeiðir fyri tað mesta
í Týsklandi, Susanne er lærari í klassiskum sangi, og
Johannes er lærari á Føroya Musikkskúla.