Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 9. januar 2007 17 vinnusíðurnar - Fáa vit útlendska arbeiðsmegi á før­ oysku flakavirkini, er vandi fyri, at føroyska arbeiðs­ megin miss­ur arbeiði, halda arbeiðarafeløgini. Tí mæla tey til størsta varsemi við at fáa fleiri føroyingar til Føroyar at arbeiða á flakavirkjum Trot á arbeiðsmegi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Áðrenn vit fáa fleiri út­ lendingar til Føroyar at ar­beiða á flakavirkjum, skulu allir føroyingar hava nokk at gera. Og tað hava teir ikki í løtuni. Tað siga umboðini fyri arbeiðarafeløgini í Arbeiðs­ marknaðarráðnum. Tey eru tí ikki sinnað at lata slúsurnar upp, so at fleiri útlendingar skulu sleppa til Føroya at arbeiða á flakavirkjum. Tey leggja dent á, at áðr­enn fleiri útlendingar koma til Føroya at arbeiða á flakavirkjum, skal tann arbeiðsmegi, sum longu er í landinum, gagnnýtast til fulnar. - Hetta verður ikki gjørt í løtuni, staðfesta umboðini hjá arbeiðarafeløgunum í arbeiðsmarknaðarráðnum. Tey seta eisini spurnar­ tekin við uppgerðina hjá umboðunum hjá arbeiðs­ gevarunum, sum vit hava aðrastaðni her á síðunum og tey ivast í um trotið á arbeiðsmegi er so stórt, sum tey siga. Umboðini hjá arbeið­ ara­­feløgunum í arbeiðs­ marknaðarráðnum siga, at tey hava verið í sambandi við arbeiðarafeløgini kring landið og upplýsingarnir tey fáa frá teimum, sam­ svara ikki við tey tøl, sum arbeiðsgevarar varta upp við. Men samstundis ásanna tey, at tað er torført hjá arbeiðarafeløgunum at fáa fatur á nágreiniligum upp­lýsingum um trotið á arbeiðsmegi. Verða við sviðusoð Í sambandi við spurningin um útlendska arbeiðsmegi, leggja arbeiðarafeløgini eisini sera stóran dent á rættin hjá arbeiðsmegini, sum longu er í Føroyum, til at hava arbeiði. - Tá ið eitt virki fær út­lendingar at arbeiða, skulu teir tryggjast fulla arbeiðs­viku, sum er 40 tímar um vikuna. Annars fáa teir ikki ar­ beiðis- og uppihalds­loyvi. - Hendan rættin hevur ongin ófaklærdur ella tíma­løntur føroyingur og tískil eru arbeiðarafeløgini varin við at mæla til, at fleiri útlendingar koma til Føroyar at arbeiða. Arbeiðarafeløgini í Ar­beiðsmarknaðarráðnum stúra fyri, at koma fleiri út­lendingar til Føroyar at arbeiða, verður tað arbeiðs­ fólkið, sum longu er í landi­­num, sum verður við sviðu­soð. Hesin vandin er til staðar, tí arbeiðsgevarin skal tryggja einum útlendingi 40 tíma arbeiðsviku. Og er lítið arbeiði, er sostatt vandi fyri, at tað verða útlendingarnir, sum verða tiknir framum føroy­ingar­ nar. - Hetta er ikki óveruligt, tí longu sum er, eru tað nógv virki, sum bara hava arbeiði tveir, tríggjar dagar um vikuna. Arbeiðarafeløgini halda, at hetta vísa tølini hjá ALS eisini, tí í november fingu 324 fiskafólk útgjald úr ALS. Tey staðfesta eisini, at tey virki, sum hava støðugt arbeiði, hava munandi lætt­ari við at fáa støðuga arbeiðsmegi. Arbeiðarafeløgini skjóta tískil upp, at tey fólk, sum longu eru í fiska­virkis­ skipanini hjá ALS, verða gagnnýtt betri. Í hesum sambandi mæla tey til at kanna um tað ikki ber til at gera eina smidliga skipan, har tað skal bera til hjá einum virki, sum hevur trot á arbeiðsmegi, at læna fólk frá einum øðrum virki, sum hevur ov lítlan fisk at arbeiða. - Tey, sum skuldu geva lands­stýris­ manninum álítandi upplýsingar, kunnu ikki semjast Trot á arbeiðsmegi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Er brúk á meiri útlendskari ar­beiðsmegi í Føroyum? Tað er tað ikki semja um, so verri enn so. Arbeiðsgevarar siga, at stórt trot er á arbeiðs­megi. Men tað eru arbeiðara­ feløgini ikki samd í Av tí, at meiningarnar eru so ymiskar, setti Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður í innlendis­ málum, seint í fjør eitt Ar­beiðsmarknaðarráð. Har sita umboð fyri ar­­beiðs­ gevarar og arbeið­ara­feløg og onnur. Endamálið við ráð­num var at geva lands­stýris­ mann­inum til­mæli um ym­isk viður­skifti, sum hava við arbeiðs­marknaðin at gera. Ein ítøkilig uppgáva, sum ráðið fekk, var at geva landsstýrismanninum eina meting av, um tørvur er á útlendskari arbeiðsmegi í føroysku flakavinnuni og, hvussu stórur hesin tørvur er. Kundu ikki semja Men hevði landsstýrismað­ urin vónað at fingið eina greiða niðurstøðu, varð hann vónbrotin. Tí tað vísti seg nevni­ liga, at Arbeiðs­mark­naðar­ ráðið kundi ikki semjast um eitt tilmæli. Sum tað sæst aðra­ staðni er á síðunum, siga umboðini hjá arbeiðs­­gevar­ unum, at flaka­vinn­an hevur tørv 165 fólk­um. Men tað trúgva arbeið­ arafeløgini onki upp á. Tey siga, at ein máti at nøkta tørvin á arbeiðsmegi við føroyskari arbeiðsmegi, er at hava støðugt arbeiði, góða løn og trivnað á arbeiðsplássinum. Tí er tað ein spurningur um Jacob Vestergaard er vorðin stórt klókari tí, sum Arbeiðsmarknaðarráðið hevur avrikað á hesum øki. Formaðurin í Arbeiðs­ marknaðar­ráðnum, Jákup Pauli Strøm, staðfestir eisini, at sjónarmiðini eru mótstríðandi og at tað tískil er torført at seta tal á, hvussu stórur tørvurin á útlendskari arbeiðsmegi er. Men samstundis stað­ festir hann, at ein ávísur tørvur er til staðar. Og tað er eisini hetta, sum landsstýrismaðurin arbeiðir við og í vár er ætlanin at gera eina skipan, sum ger tað smid­ligari og lættari at fáa útlendingar til Føroya í ávísa tíð at gera ávís arbeiði. Tað, hann hugsar sær, er, at hevur ein arbeiðs­gevari brúk fyri útlend­ingum til eitt ávíst ar­beiði, kann hann fáa útlend­­ingar til tað. Tá ið arbeiðið so er gjørt, fara teir so avstað aftur. Gjørdi ikki Jacob Vestergaard klókari Vandi fyri at føroyingar fara at liggja eftiri á Men sum tað sæst aðra­ staðni, eru arbeiðara­fe­løg­ ini alt annað enn samd í uppgerðini hjá arbeiðs­gev­ arunum. Fleiri arbeiðsleys í ALS Hinvegin má staðfestast, at hendan uppgerðin hjá ar­beiðsgevarunum stendur í skerandi andsøgn til teir upplýsingarnar, ið arbeiðs­ loysisskipanin hevur. Um sama mundi, sum hendan kanningin varð gjørd, vísa arbeiðs­loysis­tøl­ ini hjá ALS; at 105 fiska­fólk ganga hendur í lumma. Tølini hjá ALS vísa, at í Suðurstreymoy eru 19 arbeiðsleys fiskafólk, í Vágum og í Norðstreymoy eru 7, í Eysturoy eru 6 í Norðoyggum eru ikki færri enn 22 arbeiðsleys fiskafólk og í Suðuroy ganga heili 46 fólk í hesi vinnuni við ongum arbeiði, sigur ALS. m afturat Vindorka bíligari Ein frágreiðing, sum altjóða kanningarstovnurinm Emerging Energy Research hevur gjørt fyri danska vindmylluvirkið Vestas, staðfestir, at í framtíðini verður tað bíligari at útvega fólki og fyritøkum elorku við vindmegi enn við olju, gassi ella koli. Stovnurin vísir á, at Kyoto-protokollin, sum kemur í gildi næsta ár, leggur gjald á CO2-útlát, og tað fer at hava við sær, at vindorka verður bíligari orkukelda til el orkuenn olja, gass og kol. Eisini menn Tey flestu munnu hugsa kvinnur í neyð, tá tosað verður um kreppumiðstøðir, men tann fyrsta royndin í Danmark vísir nú, at menn í neyð hava eisini brúk fyri einari kreppumiðstøð. Í hvussu er hava meiri enn 60 menn verið í sambandi við stovnin Mandecentret í Keypmannahavn, síðani hann byrjaði fyri stuttum, og sambært leiðsluni er talan um menn úr øllum samfelagsbólkum, sum koma í kreppu av hjúnarskilnaði o.ø.