týsdagur 9. januar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2007
27
lýsingar
Endurstovnan av
felagnum Gjómanni
Verður í Miðlahúsinum
týskvøldið 9. januar kl 19.30
Vegna fyrireikarnar
Hans Andrias Djurhuus
og Sofus Johannesen
Skeiðlærari til
Trygdarmiðstøðina
Trygdarmiðstøðin í Klaksvík søkir eftir fólki at undirvísa í trygd á
sjónum at byrja skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir tí rætta.
Starvsinnihald:
• Undirvísa í trygd á sjónum. Undirvísingin fevnir um bæði
ástøðiliga frálæru og venjingar í at nýta bjargingar - og
eldsløkkiútgerð v.m.
• Vera við til at menna og gera frálærutilfar í samsvar við
altjóða krøv og tørvin hjá vinnuni.
• Vera við til vanligt víðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini og
aðrar fyrifallandi uppgávur.
Førleikakrøv:
Umsøkjari skal hava
• lokið prógv sum navigatørur ella sum maskinmeistari við 3
ára útbúgving, ella hava drúgvar starvsroyndir við neyðugari
eftirútbúgving innan trygd umborð á skipum, boripallum ella
fl ogferðslu, ið kunnu javnsetast við tað
• fyrimunur er, um tann, ið søkir starvið, hevur
undirvísingarroyndir frá t.d. sjóvinnu – ella frálandavinnuni
• kavaraprógv ella aldur og heilsu til at taka prógv sum kavari
• góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og
enskum máli
• góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt og góð
samstarvsevni.
Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at taka ymiskar útbúgvingar
og eftirútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri starvið.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt
hini stjórnarráðini.
Tænastustaðurin er í løtuni Trygdarmiðstøðin í Klaksvík.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í virkisøkinum,
og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur
í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknarfreistin er 19. januar 2007 kl 16.00.
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig
viðmæli skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Postsmoga 347
110 Tórshavn
att: Trygdarmiðstøðin/skeiðlærari
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Marius
Magnusson, leiðara á Trygdarmiðstøðini, á telefon 455882 ella
umvegis teldupost; marius@seasafe.fo.
Lýsingin sæst eisini á www.fi sk.fo
Fiskimálaráðið
Byggifrøðingur, verkfrøðingur ella arkitektur
til Tilbúgvingarstovn Føroya
Starv sum byggifrøðingur, verkfrøðingur ella arkitektur á Tilbúgvingarstovni Føroya,
innan virkisøkið brunaumsjón, er leyst at søkja. Til rætta fólkið er talan um eitt áhugavert,
fakliga krevjandi og persónliga mennandi starv.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávur hjá Brunaumsjón landsins eru m.a. hesar:
• Eftirlit við sløkkiliðum, sløkkiútgerð og tilkallingarskipanum
• Ráðgeving, vegleiðing og undirvísing í brunatrygdarligum viðurskiftum sambært
brunalóggávuni
• Brunatøknilig málsviðgerð av fjøltáttaðum byggimálum o.t.
• Rakstrareftirlit við bygningum o.t.
• Loyvisgevandi myndugleiki í sambandi við stovnseting, flutning, goymslu og nýtslu
av eldfimum og spreingikvæmum evnum
• Gera uppskot til kunngerðir og vegleiðingar innan brunatrygdarliga økið o.a.
Roknast má við nakað av ferðing millum oyggjarnar og uttanlanda.
Fakligur førleiki
Sóknast verður eftir byggifrøðingi, verkfrøðingi ella arkitekti. Ynskiligt er, at umsøkjarar
harumframt hava kunnleika til ella royndir innan sløkkilið, brunatøkniliga byggimáls
viðgerð ella hægri serútbúgving innan brunatøkni.
Tann, ið settur verður, má rokna við eftirútbúgving innan og uttanlands á serøkjum sum
brunatrygd, sløkking og bjarging.
Dentur verður lagdur á góðar persónligar eginleikar, at setti persónurin er fyrikomandi,
hevur góð samstarvsevni, dugir at skipa sítt arbeiðsøki og at taka sjálvstøðugar
avgerðir.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða sambært sáttmála millum Fíggjarmalaráðið og
avvarðandi yrkisfelag. Tænastustaðurin er á skrivstovuni í Tórshavn.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verða at senda til Tilbúgvingarstovn
Føroya, Tinghúsvegi 64 Tórshavn og skulu vera skrivstovuni í hendi innan 5. februar 2007.
Brævbjálvin eigur at merkjast »starv á Brunaumsjón landsins«.
Nærri upplýsningar um starvið kunnu fáast frá Peturi Olsen, deildarstjóra á tlf. 35 66 10
ella 21 50 46. Teldupostur: plo@brl.fo