mikudagur 10. januar 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 7 - 10. januar 2007
tíðindi
Uttandura økið á
dagstovninum á
Landavegnum er
somikið óliðugt,
vátt og stórt, at
foreldur og starvsfólk
óttast fyri trygdini
hjá børnunum.
Kommunan hevur
vitað av trupul
leikanum, men enn
er onki hent. Nú hava
foreldrini fingið nokk
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Um tað var upp til Tórshavnar
Kommunu, so vóru runa
og vatn í høvuðsheitum
einastu uttandura leikurnar
hjá børnunum, sum ganga
í dagstovninum á Landa
vegnum í Havn. Stovnurin
lat upp í 2004, men tá var
uttandura økið ikki gjørt,
og enn stendur tað, sum tá
byggifyritøkan fór av stað
num. Foreldrini hava roynt
at hampa um, men í juni
2006, eftir nógvar garðdagar
og útreiðslur, gjørdu tey av
at senda kommununi eina
klagu við undirskriftum. Í
tí sambandi vóru tey eisini
á fundi við borgarstjóran og
umsitingina.
- Men vit hava onki hoyrt
aftur, og tað undrar okkum
ikki sørt, sigur Martha
Sigurðstein, sum limur í
foreldraráðnum. Hon eigur
tvey børn á stovninum, sum
eru ávikavist 2½ ár og 4 ár.
Foreldrini royndu
Hon vísir á, at tað, sum
børnini hava at spæla við,
hava foreldrini tikið stig til
og goldið fyri. Eitt nú hevur
foreldraráðið skipað fyri
garðdøgum, har tey hava
sett upp ein hjall, ein bát
og ein skeiðibana, umframt
at tey hava lagt mold og
graslíki á.
- Foreldrini eru sera
ónøgd og ótrygg við støð
una. Higartil hava vit
goldið alt sjálvi, tí vit
kunnu ikki liva við, at tey
umleið 60 børnini bara
hava sandkassar og tvær
reiggjur at spæla við, sigur
Martha Sigurðstein, sum
fyrst og fremst finst at, at
kommunan ongantíð gjørdi
økið rundan um stovnin
liðugt.
- Økið er alt sum tað
er eitt stórt runudíki, og
so stendur ein long røð
av løgnum stabbum og
peiggja upp í loft, greiðir
Martha frá. Hon vísir á,
at foreldrini eru ótrygg
við hesar stabbarnar, tí tey
óttast, at børnini koma at
sita føst. Harumframt vísir
hon á, at økið er ikki drena,
Eitt stórt og vandami
Her er sera opið og ábart, men fólk eru samd um, at mest átrokandi er at byrgja økið omanfyri av, tí tað er so vátt og vandamikið
Foreldrini hava sjálvi sett
upp skreiðibana, bát og
hjall, men av tí at økið er
ikki drenað, er alt kortini
eitt stórt runudíki