mikudagur 10. januar 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 10. januar 2007
17
tíðindi
Borgarstjórin:
Trygdin skal
fáast í rættlag
– alt fyri eitt
og at hetta millum annað
hevur við sær, at tá tað
regnar, so er eitt stórt vatn
aftanfyri stovnin.
Kommunan
hevur ábyrgd
- Av tí at økið um stovnin er
so stórt, so tora starvsfólkini
ikki at lata børnini spæla
úti, tá tað er myrkt, tí tey
ríma út í øll heraðshorn,
og kunnu, um illa vil við,
drukna í einum av stóru
hyljunum uppi á høvdini
aftanfyri stovnin, sigur
Martha, sum kundi hugsað
sær, at økið í størri mun var
skermað av.
- Av tí at myrkrið krógvar
børnini, eru tey inni í tímar
á degnum, har tey í roynd
og veru kundu verið úti og
spælt, sigur Martha Sigurð
stein, sum eisini undrast á,
at kommunan ikki hevur
verið úti og góðkent ella
eftirkannað arbeiðið hjá for
eldrunum.
- Eg skilji ikki, at komm
unan torir at lata alt hetta
arbeiðið upp í hendurnar á
vanligum fólki, tí hendir ein
vanlukka, so er tað komm
unan, sum hevur ábyrgdina,
sigur hon.
ikið runudíki
Børnini mugu hava óvanliga nógv
skiftiklæði við, tí næstan alt økið er
eitt stórt runudíki
Stabbarnir skulu kutast
av alt fyri eitt, sigur Heðin
Mortensen, borgarstjóri,
sum ikki hevur hug at
ímynda sær, hvat kundi
hent, um illa vildi við.
Heðin Mortensen,
borgarstjori í
Havn, er samdur
um, at uttandura
umstøðurnar á
dagstovninum eru
bæði vandamiklar
og óhóskandi. Hann
lovar at trygdin
skal fáast í rættlag
beinanvegin.
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Eftir at foreldraráðið í
Dagstovninum á Landa
vegnum gjørdi vart við,
at tey óttast fyri trygdini
hjá børnunum, heittu vit
á Heðin Mortensen, borg
arstjóra, um at koma við
ein túr út á Landavegin,
so vit kundu síggja, hvat
foreldrini meina við.
Heðin Mortensen játtaði
hesum og tók Michael
Jacobæus, lendisarkitekt
ur hjá Tórshavnar Komm
unu við sær.
Í
januar
kuldanum
kreyp borgarstjórin úr
flógva bilinum og skult
aði sær niðan móti stovni
num, og rann í læ undir
húsavegginum.
- Jú, eg skilji væl hvat
foreldrini meina við,
segði Heðin Mortensen,
og peikar yvir móti díki
num framman fyri gamla
hjallinum, sum foreldrini
hava sett upp.
Stabbarnir burtur
Saman við leiðaranum á
stovninum, Kirstin Djur
huus, einum starvsfólki,
tveimum umboðum frá for
eldraráðnum og teimum
vitjandi frá býráðnum,
spáka vit aftur um stovn
in, har langa røðin av
reyðmálaðum stabbum
standa og peiggja upp í
loft.
- Hesir skulu kutast av
beinanvegin, tí her kann
eitt barn lættliga koma
sera illa fyri, sigur borg
arstjórin, sum er ikki sørt
skelkaður av tí, sum hann
sær.
Vit klintra niðan á
høvdina omanfyri stovn
in, og koma oman í eina
djúpa lagd, sum ikki sæst
frá vegnum. Har vísa for
eldraumboðini og leið
arin okkum á eitt stórt
váttlendi og eitt brostið
rør, sum næstan liggur
undir vatni.
- Hetta skal drenast,
sigur borgarstjórin, sum
eisini staðfestir, at økið
omanfyri stovnin sum
heild er so vátt, knortlut
og høgt, at tað eigur at
vera byrgt av.
Skal gera ætlan
Sum skilst, er tað ikki
bert
í
Dagstovninum
á Landavegnum, at ivi
og ótryggleiki valdar í
sambandi við uttandura
umhvørvi. Býurin hevur
fingið nógvar nýggjar
stovnar seinastu árini,
men arbeiðið við at gera
stovnarnar lidnar uttan,
hevur mangan ligið á
láni. Michael Jacobæus,
greiðir frá, at tá býlings
húsini vórðu sett upp
kring um í býnum seinast
í
nítiárunum,
vóru
uttandura
viðurskiftini
heldur ikki fingin í rættlag
har beinanvegin.
- Seinastu árini hava
vit raðfest spæliplássini á
býlingshúsunum, og avrátt
varð, at tá nýggir stovnar
verða bygdir, skal lendið
planerast, flísar leggjast
á og sandkassar setast
upp. Síðani er tað upp til
leiðaranum, í samstarvi
við foreldrini, at leggja
til rættis og at fíggja
restina av rakstrinum á
stovninum, sigur Michael
Jacobæus. Men hann vísir
samstundis á, at her á
staðnum eru umstøðurnar
als ikki nóg góðar, og
hann lovar at fara heim
á býráðið at gera eina
nágreiniliga ætlan fyri,
hvussu stovnurin fær
meira burtur úr økinum.
- Í fyrsta umfari fara vit
frá kommununi at síggja
til at trygdin kemur í
rættlag. Seinni kunnu vit
taka stig til, hvat skal vera
av mennandi og spennandi
tilboðum til børnini, og
tá verður alt hatta helst
tikið burtur aftur, sigur
hann, og peikar yvir
móti moldrúgvuni við
skreiðibananum, sum for
eldrini hava sett upp.
Vitjanin er komin at
enda. Vit siga farvæl,
og borgmeistarin tekur
upp aftur, at nú fer hann
heim í býráðið og heitir
á umsitingina um at
síggja til, at økið verður
drenað, avskermað og at
stabbarnir verða kutaðir
av – alt fyri eitt.