Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. januar 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 7 - 10. januar 2007 tíðindi Springaradráp er ikki so vanligt sum grindadráp, men tað eru tey størstu drápini Grindadráp Árni Joensen arni@sosialurin.fo Í fjør vóru grindaboð 19 ferðir, men í átta førum vóru tað springarar, sum løgdu beinini á hvalvágunum. Í nøkrum førum var talan um heilt fáar springarar. Eitt nú legði ein einsamallur springari beinini í Hvalvík tann 20. februar, og tann 13. september varð aftur ein einsamallur spreingari hildin til í Havn. Hinvegin vóru onnur spring­aradráp størri enn tey størstu grindadrápini. Tað størsta var tann 8. august, tá 327 springarar doyðu í Klaksvík, og tann 26. august løgdu 223 springarar beinini á sandinum í Hvalba. Størsta grindadrápið í fjør var í Sandágerði tann 13. september, tá 176 hvalir løgdu beinini. Næststørsta grindin var í Leynum tann 6. september, tá 141 hvalir doyðu. Tann triðstørsta var í Gøtu. Tað var tann 4. apríl, tá 138 hvalir doyðu á sandinum í Syðrugøtu. Tilsamans løgdu 856 grinda­hvalir upp á 6.614 skinn beinini í fjør. Spring­ ararnir vóru 617 í tali, og har­umframt vóru 17 hvess­ ingar og ein einstøk nísa, sum legði beinini í Klaksvík tann 1. november. Meiri enn 600 springarar løgdu beinini í fjør Pentagon í REX Leygarkvøldið spælir klaksvíksbólkurin Pentagon aftur í REX. Kvøldini, ið Pentagon hevur spælt í REX hava verið sera væleydnaði, og tí spælir bólkurin aftur nú. Hetta sigur Rúni Djurhuus úr Rex. Pentagon er nýggji dansibólkur hjá Karl Martin Samuelsen og spælir nýggjari og eldri kend løg Í Pentagon hevur Karl Martin funnið saman við nøkrum av fremstu tónleikarunum í Klaksvík. Magna Husgaard á ljómborðið, Mikkjal Hvannastein á gittara, Høgna Klakstein á trummum og unga Jógvani Fróða Baldvinsson á bassi. Pentagon spæla løg hjá útlendskum nøvnum, bæði nýggjari løg sum Have a Bad Day hjá Daniel Powder, men eisini løg hjá t.d. Stevie Wonder og nógvum øðrum. Sjálvandi er eisini pláss fyri onkrum Hjarnar lagi á skránni. Drápini í 2006: 20. februar: 29 hvalir og 8 hvessingar í Gøtu 20. februar: 1 springari í Hvalvík 20. februar: 24 hvalir í Klaksvík 22. februar: 1 hvalur í Hvalvík 4. apríl: 138 hvalir í Gøtu 24. juni: 64 hvalir í Hvalba 22. juli: 6 springarar í Trongisvági 7. august: 131 hvalir og 9 hvessingar í Gøtu 8. august: 327 springarar í Klaksvík 14. august: 27 springarar í Hvalba 18. august: 64 hvalir í Hvalba 24. august: 3 springarar í Hvalba 26. august: 223 springarar í Hvalba 28. august: 37 hvalir í Hvannasundi 6. september: 51 hvalir í Hvalba 6. september: 141 hvalir í Leynum 13. september: 176 hvalir og 1 springari í Havn 29. september: 29 springarar í Fuglafirði 1. november: 1 nísa í Klaksvík. Ósemja hevur í longri tíð verið millum nakrar av hýru­vogns­ førararunum og nevndina í P/f Auto ÓSEMJA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Stóra stríðsmálið er, at rakstrar­gjaldið av støðini er sett so nógv upp við tí grundgeving at støðini vantar pening til raksturin. Sosialurin skilir, at um rakst­rargjaldið ikki verð­ ur goldið áðrenn á mið­ degi í dag, fáa hýruvogns­ førararnir ongan túr frá støðini. Sum skilst eru tað nógvir av hýruvognsførararunum, sum ikki ætla sær at gjalda, tí teir góðtaka ikki hækk­ ingina. – Tað er nóg trupult sum er at reka hýruvognsvirksemi sum er, og nú er bussleiðin eisini ókeypis og so skal rakstrargjaldið eisini hækka, suffar ein hýruvognsførari sum Sosialurin hevur tosað við. Hvat úrslitið verður, vita vit ikki í skrivandi løtu, men greitt er at nevndin hevur kallað til fundar við partaeigarnarnar. Ósemja í Auto