Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. januar 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 7 - 10. januar 2007 Elektrikari til SEV Ert tú útbúgvin elektrikari? Hevur tú evnir og áræði at seta teg inn í fram­kom­na tøkni? Klárar tú at arbeiða undir trýsti í avm­arkaða tíð? Kanst tú arbeiða sjálvstøðugt og taka røttu avgerðina tá ið á stendur? Kundi tú hugsað tær eitt starv sum­ elektrikari á størsta elverkinum­ í landinum­? Svarar tú ja til hesar spurningar, er tað kanska brúk fyri tær á veikstreyms- og teknikkdeildini hjá SEV. Tú verður partur av einum toymi, sum hevur ábyrgd av el- tekniska útbúnaðinum á elverkunum og koblingsstøðum kring landið. Tann ið settur verður fer at verða knýttur at Sundsverkinum. Sjálvandi hevur tú góð samstarvsevnir, og dugir at málbera teg bæði í skrift og talu á føroyskum og donskum. Tú hevur fyrim­un um­ tú: • Kennir nakað til PLC og stýringar sum heild. • Kennir til instrumentering og mátiteknikk. • Dugir at fáast við teldu. • Er næmur, vælgerandi og álítandi. Um­ tú hevur førleikarnar kunnu vit bjóða tær: • Eitt sera fjølbroytt arbeiði, har tú til tíðir fer at arbeiða sjálvstøðugt • Eitt arbeiði sum tú sjálvur er við til at tilrættaleggja. • Møguleika fyri bæði persónligari og fakligari menning. • Eitt gott arbeiðsumhvørvi har álit og hjálpsemi er ein dygd. Lønin: Lønin er grundað á handverkaraløn við einum ískoyti upp á 8% umroknað til eina fasta mánaðarløn. Elfelagið SEV: Felagið, tú fer at arbeiða hjá, er interkommunala Elfelagið SEV, sum tekur sær av at streymveita allar Føroyar frá og við elframleiðsluni og til endaliga brúkaran. SEV hevur uml. 150 fólk í starvi, og á deildini har tú fer at arbeiða, eru frammanundan 3 verkfrøðingar og 3 elmontørar. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Terja Nielsen, deildarverkfrøðing ella Finn Jakobsen, deildarstjóra á telefon 346800. Umsóknir skulu saman við avritum av prógvum og møguligum ummælum sendast Elfelagnum SEV, postrúm 319, FO-110 Tórshavn, og skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi 2. februar 2007. Søkt verður eftir Pedagogi/Hjálparfólkið til Frítíðarskúlan í Runavíkar kommunu Frítíðarskúlin heldur til í gomlu læknahúsunum á Heiðavegi 22 Saltangará. Frítíðarskúlin er normeraður til 30 børn. Pedagogi 25 t vikuna Starvið er tíðaravmarkað, fyribils til 30-06-07 Hjálparfólki 25 t vikuna Starvið er fyri eitt hjálparfólk í barnsburðar- farloyvi Vit ynskja at umsøkjarin: • er áhugaður í at arbeiða við børnum í fyrsta flokki • er íðin, nærlagdur og álítandi • hevur góð samstarvsevnir • hevur umsorgan og viðring fyri børnum og foreldrum Størvini vera sett skjótast tilber. Lønin er sambart sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Leiðaran á tlf. 448594 lok,12 ella 216630 Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndum, skal vera komununi í hendi í seinasta lagi týsdagin 23 januar. 2007. Runavíkar Kommuna Sosiala deild Heiðavegur 26 600 Saltangará 8 vikur gamal schæfari fæst við at venda sær til 221548 / 315048 EL-TEKNIK SØKIR EFTIR FÓLKUM El-Teknik søkir eftir: Einum el-installatøri ella einum við líknandi út- búgving. Tað er týdningarmikið, at tú ert arbeiðs- samur, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og kanst samstarva við onnur Uppgávurnar vera: • At leiða og hava ábyrgdina av installationsarbeiðum • Samskifti við kundar • Fyrireika og útinnað el-installationsarbeiðið • Útrokna tilboð • Dokumentions- og projekteringsuppgávur. • Hava ábyrgdina fyri góðskuskipan smb. SB El-Teknik søkir eftir: Einum fólki til goymslu og sølu: Tað er týdningarmikið, at tú ert arbeiðssamur, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og kanst samtarva við onnur Uppgávurnar vera: • Goymsluleiðari • Uppbyggjan av goymslustýring • Fakturering • Innkeyp • Søla El-Teknik er ein fyritøka við heimstaði í Leirvík og hevur 9 starvsfólk. Uppgávurnar sum vit hava eru millum annað: • Installationir á vinnuvirkjum og alibrúkum. • Uppbyggjan PLC stýringum við yvirvaking • Stýringar til vatnverk • Søla av generatorum og UPS anleggum • Alarmskipanir • Bygningsinstallationir Meira fæst at vita um størvini hjá Jákup Trónd- heim telefon 594419 Skrivlig umsókn skal sendast til El-Teknik Sp/f Postrúm 20 Sporamørk 8 520 Leirvík El-Teknik Kommunustýrisfundir hjá Sands Kommunu í 2007 Mánadagin 29. januar kl. 17.00 Mánadagin 26. februar kl. 17.00 Mánadagin 26. mars kl. 17.00 Mánadagin 30. apríl kl. 17.00 Mánadagin 4. juni kl. 17.00 Mánadagin 25. juni kl. 17.00 Mánadagin 27. august kl. 17.00 Mánadagin 24. septembur kl. 17.00 (1. viðg. Fíggjarætlan 2008) Mánadagin 29. oktobur kl. 17.00 Mánadagin 26. novembur kl. 17.00 (2. viðg. Fíggjarætlan 2008) Mánadagin 10. desembur kl. 17.00 www.sandur.fo | tlf 361034 | fax 361734 lýsingar