hósdagur 11. januar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 8 - 11. januar 2007
tíðindi
Hotellvirksemi
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Teir tríggir havnarmenninir,
feðgarnir Johan og Martin
Restorff og Petur Jacobsen
bjóða sær nú til at byggja
eitt
risastórt
flótandi
hotell í havnini í danska
býnum Ålborg. Tað er
bert stutt siðani, at hesir
somu menn løgdu fram
eina spildurnýggja ætlan
um at byggja eitt flótandi
hotell á Vestaru vág í Havn.
Ætlanin teir nú hava lagt
fyri myndugleikarnar í
Ålborg er fýra ferðir so stór
sum tann í Havn. Martin
Restorff og Petur Jacobsen,
sum
eru
oddamenn
aftanfyri ætlanina, siga, at
teir hava lagt umsókn inn
hjá Ålborg Kommunu, men
enn er ov tíðliga at siga,
hvørja móttøku hon fer at
fáa. Talan er um 90 til 100
verilsi og annars um eina
ætlan, ið fevnir um bæði
matstovur og onnur tilboð.
Havnarmenn vilja byggja
flótandi hotell í Ålborg
Bilmekanikari
Til bilaverkstað okkara, ið er ein av landsins størstu, sóknast vit
eftir einum bilmekanikara at byrja skjótast tilber.
Vit bjóða eitt fjøltáttað og jaligt arbeiðsumhvørvi og fakliga
menning við góðum møguleikum fyri eftirútbúgving og
skeiðum. Bilaverkstaðið veitir tænastuumvælingar til Nissan,
Opel, Peugeot og Saab bilar.
Tað er ein avgjørdur fyrimunur um viðkomandi kann arbeiða
sjálvsstøðugt og samstundis hevur kunnleika til brúk av teldum.
Vit ímynda okkum ein nærlagdan persón, ið hevur koyrikort og
sum stundum kann arbeiða langar dagar, tá ið á stendur.
Løn sambært avtalu.
Eru spurningar til starvið sum bilmekanikari, ert tú vælkomin at
seta teg í samband við Tórur Bærentsen, Verkførara, á tlf.
345400. Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum, skulu
innan 26. januar sendast til:
Auto Service
Att.: Árni Rasmussen
Við Oyggjarvegin
FO-100 Tórshavn
www.autoservice.fo
Innskriving til 1. flokk verður í Adventistaskúla
num 15. januar 2007 frá kl. 16:00 17:30
Nøkur fá pláss eru eftir. Havið navna/dópsseðil við.
Adventistaskúlin er ein frískúli, sum verður rikin út
frá einum kristnum sjónarmiði.
Adventistaskúlin hevur 40 ár á baki.
Adventistaskúlin hevur í løtuni 115 næmingar frá 1.-7. flokk.
Næmingar í 1., 2. og 3. flokki byrja skúlagongdina
í nýggjum bygningi í august.
Fleiri upplýsingar á heimasíðu okkara www.skulin.fo/adv
Hoyvíksvegur 56 · FO-100 Tórshavn · Tel. 31 32 60 · sdaskuli@post.olivant.fo