hósdagur 11. januar 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 11. januar 2007
5
tíðindi
-tað er lykilin til at
lata upp nýggjar
hurðar, soleiðis at
fleiri ferðafólk koma
til Føroya og vilja
leggja meiri pening
eftir seg heldur ein
av stigtakarunum til
Atlantic Hotel í Havn,
Martin Restorff.
Hotellvirksemi
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað eru nú nakrar vikur
síðani, at teir tríggir, Johan
og Martin Restorff og Petur
Jacobsen tóku havnafólk
og føroyingar sum heild á
bóli við ætlanini at byggja
eitt flótandi hotell í høvuðs
staðnum. Umsóknin ligg
ur hjá býráðnum og bíða
teir tríggir spentir eftir at
frætta, hvørja støðutakan
býráðslimirnir
hava
til
teirra verkætlan.
- Tað at vit nú eisini hava
gjørt eitt uppskot til eitt
flótandi hotell í Ålborg hev
ur sum so einki við ætl
anina í Havn at gera. Vit
halda báðar verkætlaninar
vera áhugaverdar og síggja
fram til at fáa ítøkilig svar
frá myndugleikunum sigur
Martin Restorff, sum eisini
fegin vil svara tí kritikki,
sum hevur verið frammi
alment móti ætlanini.
- Vit halda ikki, at hotellið
fer at oyðileggja umhvørvið
við Müller pakkhús. Tvørt
urímóti halda vit, at hesi
bæði kunnu gagna hvør
øðrum. Tað er nevniliga í
tí gamla, at vit skulu fremja
nýhugsan. Eitt flótandi
hotell av hesum slag kann
kanska nettupp koma at
skapa enn størri áhuga fyri
slíkum bygningum sum
Müllers pakkhúsi. Hetta
kann samanberast við tey
mongu ferðafólk, sum eitt
nú hava gist á Hotel Hafnia
gjøgnum árini og sum
gleðast um at kunna vitja
Tinganes.
Nýhugsan lykilin
Martin sigur víðari, at skulu
vit koma víðari og menna
ferðavinnuna, soleiðis at
hon kann geva eitt gott
íkast til samfelagsbúskapin,
so eru vit noydd til at bróta
upp úr nýggjum. Nýhugsan
er lykilin til at lata upp
fyri enn fleiri ferðafólkum,
sum so aftur kunnu leggja
nógvan pening eftir seg.
Hann heldur ikki, at báta
eigarar skulu kenna seg
so skerdar av hesi ætlan.
Talan verður um í mesta
lagi at flyta einar 6-7 bátar,
og slíkt heldur hann, at
myndugleikarnir, um teir
veruliga ynskja at menna
ferðavinnuna, kunnu loysa
á skilagóðan hátt.
- Rætt skal vera rætt. Vit
hava eisini fingið nógvar sera
positivar afturmeldingar frá
fólki, sum frøðast yvir, at
her endiliga hendir okkurt
nýtt og spennandi í einum
annars oftani keðiligum
umhvørvi. Tað ræður um
at fáa enn meira lív í økið
rundan um Vágsbotn, og tað
haldi eg eitt flótandi hotell
við øllum sínum virksemi
kann vera við til at skapa.
Vit fara so at leggja okkum
eftir ikki at spolera nakað
av tí gamla og tí verandi
men heldur vera við til at
geva hesum nýtt lív.
Eiga ikki at óttast
broytingar
Eisini Petur Jacobsen, sum
er ein av íleggjarunum og
stigtakarunum til ætlanina
í Havn og í Ålborg heldur,
at vit føroyingar ikki eiga
at vera bangnir fyri broyt
ingum, tí hesar kunnu nett
upp vera tað, sum skal til
fyri at bróta upp úr nýggj
um og bæði útvega arbeiðs
pláss og nýggjar inntøkur
til landið.
Nettupp við at kunna
brúka kend og roynd fólk á
hotell- og ferðavinnuøkinum
og her sipar hann til
feðgarnar Martin og Johan,
kunnu vit skapa nakað gott
fyri Havnina. Tað er eisini
tørvur á hotellkapasiteti í
høvuðsstaðnum sum er, og
tí kann henda ætlanin gerast
kærkomin fyri at nøkta
eftirspurningin. Hann vísir
á, at við teimum ætlanum,
sum eru knýttar at flótandi
hotellinum, so ber til at
fáa gongd á aðrar smærri
vinnur eisini, eitt nú kann
hetta ganga teimum, sum
sigla við ferðafólki, sum
fiska ol. Norðlýsið vil her
vera ein heilt náttúrligur
partur. Tað snýr seg eisini
um at kunna hava tilboð
til turistar, sum vilja gjalda
nógvan pening fyri nakað
annað enn teir eru vanir við
aðrastaðni.
Martin Restorff leggur
aftrat hesum, at vit í Før
oyum eiga so nógv at bjóða
fremmandafólki, men vit
duga ikki at troyta hesar
møguleikar. Tað er m.a. við
hesum í huga, at teir hava
bjóðað seg fram at byggja
eitt flótandi hotell.
Uppá fyrispurning um
teir fara aðrastaðni í Før
oyum við ætlanini, um
Havnin takkar nei sigur
hann, at tá verður hetta av
ongum. Hetta riggar einans
í tí serstaka umhvørvinum
rundan um Vágsbotn og
Skálatrøð. Sum skilst er
talan um eina íløgu uppá
einar 30 mill. kr. Flótandi
hotellið kemur liðugt gjørt
í sektiónum til Føroya.
Tað er unikt, nakað av tí
fyrsta av sínum slag, har
tú kombinerar hotell og
matstovur á sjónum. Tað
kann standa klárt til at taka
í brúk um eitt hálvt ár ella
so. Og tað fer at fáa heitið
Atlantic Hotel.
Flótandi hotell í Havn:
Tørvur á nýhugsan í ferðavinnuni
Fyribils sær tað út til
at føroyingarnir, sum
ætla at byggja eitt
flótandi gistingarhús
í Ålborg, mugu skjóta
ein hvítan píl eftir
ætlanunum. - Vit eru
til at tosa við, Hotellið
kann flytast har sum
kommunan vil, siga
stigtakararnir
Hotell
Gunnar Skúvadal
puffin@post.olivant.fo
”Nei tak til flydende hotel”.
So kontant er yvirskrivtin
í lokalblaðnum Nordjyske,
sum í seinastuni hevur skriv
að nógv um Atlantic Hotel
Ålborg, sum Martin Restorff
og Petur Háberg Jacobsen
hava ætlanir um at byggja
við sonenvdu Honnørkaiina
í Ålborg. Sambært blaðnum
ætlar tekniska umsitingin hjá
kommununi at mæla frá at
geva loyvi til at byggja á
staðnum, tí tað hóskar ikki
inn í ætlanirnar við økinum.
Ríva niður gamalt
Kommunan hevur í fleiri
ár arbeitt við ætlanum um
at fríðka havnarlagið, ikki
minst á tí staðnum, har ætl
anirnar eru at hotellið skal
liggja.
- Vit ætla at ríva niður
gamla terminalbygningin
á havnalagnum, fyri at
útsýnið útyvir Limfjørðin
skal vera so gott sum tilber.
Geva vit loyvi at leggja
hotellið har sum søkt er
um, so verður alt hetta
arbeiðið gjørt til fánýtis,
sigur Christian Bjerg, stjóri
í teknisku umsitingini hjá
Ålborg kommunu. Málið
hevur ikki verið til enda
liga politiska viðgerð, men
tekniska umsitingin ætlar so
at mæla frá at geva loyvi.
Ongin treyt
Men sambært øðrum av
stigtakarunum, Peturi H.
Jacobsen, er staðið við
Honnørkaiina bert eitt ynski
og ikki nøkur treyt fyri, at
teir vilja byggja flótandi
gistingarhúsið í Ålborg.
- Vit halda, tað fer at
taka seg sera væl út við
havnarlagið, og fer veruliga
at geva býnum nakað, sigur
hann. Um kommunan vil
hava hotellið flutt nakað
antin oman ella niðan eftir
fjørðinum, so er tað ikki ein
trupulleiki sum fær okkum
at sleppa ætlanini, sigur
hann.
Ongin sjóverkur
Álvur Mortensen frá Mare
tec Shipbrokers, umboðar
eisini stigtakararnar, og
hann vissar Nordjyske um,
at fólk, sum fara at gista á
Atlantic Hotel Ålborg, fáa
ikki sjóverk.
- Tað stendur á stórum
betongbjálkum í sjónum, og
er fullkomuliga friðarligt.
Tað rørist als ikki, sigur
hann við blaðið.
Atlantic Hotel Ålborg
verður nærum 4 ferðir størri
enn flótandi gistingarhúsið,
sum somu menn ætla at
leggja á Havnarvág. Tað
skal hava útivið 100 dupult
kømur, matstovu til 150
fólk umframt fleiri onnur
rúm, sum eisini kunnu taka
fitt av fólki. Kostnaðin vilja
teir ikki út við, men vanliga
verður sagt, at gistingarhús
kosta eina millión krónur
fyri hvørt kamar, tey hava.
Flótihotell fær kaldliga móttøku
Økið kring Vágsbotn og Skálatrøð er ideelt til at fremja nýhugan í ferðavinnuni