Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 8 - 11. januar 2007 tíðindi Hc^;g†^7VgW{/ 9gdnb^gjb kZc_VgVhiVgk Nr. 7 | vikuskiftið | 12. -14. januar 2007 | 81. árgangur | kr. 17,00 Vikuskifti - Hóast vit standa mestsum á berum, gevast vit ikki, sigur Pauli Einarsson. Tá ið eldur kom í goymslubygningin á Tvøroyri fríggja­ kvøldið, misti hann tað mesta av tí hann átti í fyritøkuni, hann hevur lagt alla sína arbeiðsorku í nú í nógv ár Áræði Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit fella ikki í fátt, men ætla at herja á aftur. Pauli Einarsson á Tvør­ oyri hevur ikki drigið flagg­ ið. Men hevði hann gjørt tað, høvdu tey flestu helst havt skilt støðuna. Pauli Einarsson hevur fyritøkuna, OSR, sum hevur havt til arbeiðis at taka upp eftir oljudálkingar. Tað allarmesta av teirra útgerð lá á goymslu í bygningininum hjá Shell á Tvøroyri. Men tá ið bygningurin brendi eftir einari løtu fríggja­kvøldið, misti hann eisini tað mesta av útgerð­ ini, teir áttu. - Tað einasta, tað hevur eydnast okkum at bjarga úr toftunum, eru nøkur vørp. Men tað ringasta er, at ógvuliga lítið av tí varð tryggjað og tí er missurin ógvuliga stórur. - Vit hava mist útgerð fyri einar tvær milliónir krónur, sigur Pauli Einarsson. Av tí, at næstan onki er tryggjað, verða teir sjálvir at svara fyri missinum. Onkrir vognar og trukkar vóru tryggjað. Men sperr­ ingar og onnur útgerð, vóru ikki tryggjað. Sostatt varð nógv størsta virðið ikki tryggjað. - Útgerðin var tryggjað ímeðan hon er í arbeiði, sum er tað vanliga. Men hon var ikki tryggjað á goymsluni. Talan var um ein goymslubygning, sum var at kalla tómur og vit trúðu ikki, at nakað var, sum kundi elva til slíkan eld, sum vit sóu fríggjakvøldið. - Vit mettu hetta at vera ein tryggan bygning, leggur hann afturat. Hann viðgongur, at tað tí var ein skelkur at síggja bygningin í ljósum loga. Pauli Einarsson sigur, at eitt, sum ger tað torført at byrja aftur, er, at pumpur og sumt av hinari útgerðini, er torfør at útvega aftur. - Vit høvdu tvær pumpur, sum tóku 180 rúmmetrar um tíman, hvør og eitt aggre­gat, sum hoyrdi til tær, var serbygt. Hinvegin onnur útgerð lættari og skjótari at fáa aftur. Nú tað mesta av útgerðini hjá OSR er farin fyri skeyt­ ið, eru møguleikarnir at basa oljudálkingum við, mun­andi skerdir. Umframt útgerðina í Suð­ uroy, hevur OSR ein treylara við útgerð í Klaksvík og ein í Runavík. Annars hevur Havnin útgerð at bara olju­dálking við. Men so vítt Pauli Einarsson veit, er ongin onnur útgerð av týdningi. - Sostatt er hetta eitt stórt afturstig fyri tilbúgvingina, tí tað hevur víst seg fleiri ferðir, at brúk hevur verið fyri útgerðini frá OSR. Serliga illa fyri er Suður­ oy, tí her er so at kalla ongin útgerð til taks, skuldi olja farið á sjógv. Hinvegin staðfestir hann, at tað hevur ikki eydnast at fáa sáttmála við almennu Føroyar um tilbúgvingina. - Tað hevur áhugi ikki verið fyri, sigur hann. - Høvdu vit havt ein sátt­ mála við almennu Føroyar, hevði útgerðin uttan iva eisini verið tryggjað. Hin­ vegin er tað avmarkað, hvat vit, sum eitt lítið, privat felag, hava ráð til, staðfestir hann. Fella ikki í fátt Og Pauli Einarsson stað­ festir eisini, at hetta fær tey ikki at fella í fátt. - Hetta er ikki fyrsti lús­ ingurin og vit fella ikki í fátt av einum einstøkum bakkasti, hóast hetta svíður fast, sigur hann. Tí fara at tey at royna at fáa OSR á føtur aftur. - Tað noyðast vit. Tey mestu virðini í felagnum eru farin, so skulu vit varð­ veita felagið, mugu vit fáa virði í tey aftur, sigur hann. Tað fara tey nú at kanna møguleikarnar fyri. - Hetta var mítt lívsverk. Tað var ongin fyritøka av hesum slagnum í landinum, tá ið vit byrjaðu. Tíðin hev­ ur eisini víst, at tað varð harðliga brúk fyri okkum, tí vit hava havt nógvar stór­ar uppgávur. Og hóast tað ikki eydnaðist at fáa sáttmála við tað almenna, hava vit havt sera gott sam­starv við Vaktar-og bjargingartænastuna, sum hevur brúkt okkum. Somu­ leiðis hava vit havt gott samstarv við sløkkiliðini. - Í sambandi við royndar­ boringar eftir olju á føroysk­ um øki, hava vit eisini havt sáttmála við oljufeløgini. Pauli Einarsson sigur, at teir hava eisini avtalu í sambandi við boringina, sum skal vera í summar. - Tá skulu vit helst vera klárur til og tað fara vit at gera alt, sum stendur í okkara makt fyri at vera, sigur hann. Lívsverkið farið upp í royk Her stendur Pauli Einarson í teimum syrgiligu leivdunum av tí, sum var hansara lívsverk. Tað eru bara toftirnar eftir av húsinum og útgerð fyri tvær milliónir er farin upp í royk. Men hann fellur ikki í fátt og ætlar at byrja av nýggjum, hóast hann stendur mestsum á berum Úr Vikuskiftinum í morgin: Droymir um venjarastarv Prát við málrevin úr Runavík, Súna Fríða Barbá »Náttin hugsar sítt og dømir ongan« Lesið andaktina, sum Theodor E. D. Olsen, gudfrøðilesandi, helt til aftankvirruna í Havnar kirkju fríggjakvøldið Neyðug byrjunartiltøk í fólkaskúlanum Pauli Ellefsen, fyrrverandi løgmaður, hugleiðir um tiltøk at bøta um fólkaskúlan. Hann heldur, allir næmingar, lærarar og øll starvsfólk í skúlaumsitingini eiga at fáa eina berbara teldu og ein geyma Lív gevst í Barnalindini - Eg elski børnini, sigur Lív Jacobsen, sum í mong ár hev­ur gjørt barn­ a­send­ingar í útvarpsstøðini Lindini