hósdagur 11. januar 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 11. januar 2007
7
tíðindi
Føroyskt Lógarrit
víðkar um virksemið,
og er nú bæði at finna
á internetinum og
sum bókaútgevari.
Vit noyðast at tulka
lógirnar hjá okkum
sjálvum, og er hetta
ein av orsøkunum
til útgávurnar,
siga útgevararnir.
Í summar verður
lógarritið vertur fyri
skeiði, har eini 50 fólk
úr norðurlondum
koma hendanvegin
Lóg
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kr. Vang
– Hetta er ikki eitt smalt evni.
Vit lesa jú um løgfrøðiligar
avgerðir hvønn dag í
fjølmiðlunum.
Virkisfýsnið og eldhugin
var ikki at fara at skeivur, tá
Føroyskt Lógarrit skipaði fyri
tíðindafundi í morgun. Ikki
tí, áhugin frá fjølmiðlunum
var so sum so, men tað vóru
tveir engasjeraðir frøðingar,
Kári á Rógvi og Rúni Ras
mussen, sum greiddu frá, at
Lógarritið, sum hevur seks
ár á baki, nú er at finna á
internetinum.
Kári á Rógvi, ritstjóri,
greiddi frá, at arbeiðið við
ritinum byrjaði í sambandi
við grundlógarsmíðið. Hildið
varð, at ov fáar løgfrøðiligar
keldur funnust á føroyskum.
Løgfrøðiligar keldur, ið
m.a. verða nýttar sum
grundarlag, tá løgfrøðiligar
avgerðir skulu takast, eru
ikki bert lógir, men eisini
løgfrøðiligar bókmentir, og
hesum var tað lítið og einki
av á føroyskum.
Og tað kann vera ein
trupulleiki.
Eisini “jarðbundin”
evni
– Løgfrøðingar her hjá okk
um eru upplærdir við, at
teir hyggja í lærubøkurnar,
men einki er um hetta á
føroyskum ella um føroysk
fordømi. Eingin tulkar
lógirnar, sum eru samtyktar,
sigur Kári á Rógvi, ið sipar
til, at donsk og føroysk lóg
førkar seg alt meira burtur
frá hvørjari aðrari, av tí
danska lógarverkið gerst alt
meira ávirkað av ES.
Kári á Rógvi og Rúni Ras
mussen viðganga, at hóast
seks árgangir nú eru útgivnir
við Føroyskum Lógarriti, er
enn talan um eina ikki serliga
langan lista við evnum. Men
um nøkur ár vóna teir, at
listin verður longri. Og tað
meta teir verða neyðugt. Teir
nevna t.d. dømi um gerðarrætt
ella foreldramyndugleika, har
føroyingar hava tosað um at
fáa nýggjar lógir, og tá kann
vera hent at síggja, hvat køn
fólk hava skrivað um evnini.
Teir leggja eisini afturat,
at teir vóna at fáa fleiri
fólk, sum t.d. advokatar, ið
kenna trupulleikarnar frá tí
praktiska arbeiðinum.
– Tað nýtast ikki altíð at
vera landvinningar, sigur
Kári á Rógvi, ið heldur, at
advokatarnir kanska eru í
so trekir at fáa at skriva um
løgfrøðilig problem, av tí
teir altíð vilja hava, tað skal
“vera so gott”, sum hann
tekur til.
– T.d. hava vit ikki viðgjørt,
hvat mismunur, sigur Kári á
Rógvi.
Høvuðstilfarið hevur verið
um stjórnarmál ella statsrætt,
men útgevararnir siga seg
eisini ynskja metingar um
meira “jarðbundin” evni
sum t.d. arbeiðsrætt og
avskrivingar.
Undirvísingartilfar
Føroyskt Lógarrit hevur
seinastu tíðina valt at ganga
nýggjar leiðir. M.a. stendur
lógarritið ikki longur einsa
malt á útgávulistanum.
Herfyri vórðu allar løgmans
røðurnar frá 1986 til 2006
givnar út í tjúkkari bók.
Spurdir, um Føroyskt
Lógarrit nú er vorðið eitt
forlag, siga teir, at eru við
at blíva tað.
– Okkara útgávur eru nógv
grundaðar á serritgerðir. Tað
føroyska máløkið er lítið, so
vit hava fingið góðan stuðul,
men ritini bera seg næstan
sjálv.
Lógarrit hevur eini 300
limir og umleið 500 eintøk
verða prentað hvørja ferð av
ritinum.
Sjálvir halda teir, at
ein bók sum t.d. tann við
løgmansrøðunum er upp
løgd at brúka sum undir
vísingartilfar.
Føroyskt Lógarrit er
nevniliga ikki bara fyri
løgfrøðingar. Eisini stjórn
málafrøðingar eru við í
arbeiðnum, sum t. d. Rúni
Rasmussen, og eisini hava
søgufrøðingar skrivað grein
ir til ritið. Harafturat er
pláss givið fyri greinum hjá
løgtingslimum. M.a. hevur
Johan Dahl skrivað um
Hoyvíkstilgongdina, Finn
bogi Ísakson, sáli, um Føroyar
og ta donsku grundlógina,
og Vilhelm Johannesen um
landsstýrismenn.
Sostatt er bæði talan um
greinir frá serfrøðingum
við nógvum notum og
greinir við ongum notum,
og útgevararnir útihýsa ikki
polemiskum, um tær bara eru
væl úr hondum greiddar.
Spurdir, um tað er tor
ført at skriva um júst tað
løgfrøðiliga økið á føroysk
um, sigur Kári á Rógvi, at
tað heldur hann ikki.
– Tað er ein avbjóðing,
men ikki trupult, tí føroyskt
egnar seg væl.
Hann greiðir frá, at í
grundlógar- og stjórnar
skipanararbeiðnum er tað
gamla norrøna málið nýtt
sum íblástur, tí hetta varð
nógv nýtt til lógarmál.
– Føroyskur tekstur fellur
betur enn teir donsku, tí
danskt er nógv ávirkað av
týskum, sum er nógv ávirk
að av týskum við nógvum
innskotnum setningum, sig
ur Kári á Rógvi og leggur
afturat, hvussu týdningar
mikið tað er at nýta sagnorð
heldur enn navnorð.
Løgfrøðingurin Sigurð
Joensen, sáli, gjørdi ein løg
frøðiligan orðalista. Hesum
listanum verður latið væl at,
men hann var umsettur úr
donskum, og avbjóðingin í
dag er sambært Kára á Rógvi
at gera ein føroyskan lista
við hugtøkum úr føroyskari
lóg. Hann veit um dømi,
har hugtøk eru umsett við
ymiskum heitum, og tí er
týdningarmikoð at fáa hetta
í listan.
– Málið verður ymist og
óumhugsað, um tað altíð
verður beinleiðis umsett,
sigur hann, og tí er neyðugt
at fáa hetta í rættlag.
Nú hevur Føroyskt Lógar
rit so aftur víðkað um
sítt virksemið so til ber at
frætta nýtt í tykisrúmdini
– cyberspace- um virksemið
hjá teimum.
– Hetta er meira eitt slag av
dátugrunni enn tíðindasíðu,
sigur Rúni Rasmussen. Tíð
indi um lógarritið kunnu tó
eisini lesast á síðuni, men
ein leitiskipan er eisini, so
til ber at leita eftir tilfari og
høvundum, sum hava verið
at sæð í ritinum millum
ár og dag. Harfaturat eru
slóðir til áhugað, sum vilja
nema sær kunnleika um
ymiskar stovnar, ið fáast
við løgfrøðilig og politisk
viðurskifti úti í heimi.
50 fólk til Føroya
Í summar verður skipað fyri
skeiði fyri fólk, ið skriva
Ph.D.-ritgerð. Vanliga skipar
svensktmælta universitetið
Åbo fyri hesum skeiði, men
fyrstu vikuna í juni í ár
koma eini 50 fólk ú r m.ø.
Finnlandi. Íslandi, Noregi og
Danmark til Føroya til hetta
skeið, sum Føroyskt Lógarrit
er vertur fyri hesaferð.
Lógarritið fær góða hjálp
frá m.ø. universitetunum
í Åbo, í Akureyri, manna
rættindastovninum í Keyp
mannahavn og Tórshavnar
býráð.
Temað á skeiðinum verður
mannarættindi, sum sambært
Kára á Rógvi er eitt evni,
hvørs støða er nógv broytt
seinastu árini. Frá at hava
verið eitt heldur ástøðiligt
evni, eru mannarættindi vorð
in alt meira sjónlig, og dómar
eru m.a. falnir um eksklusiv
sáttmálar á arbeiðsmarkn
aðinum. Sostatt eru fleiri
lógir í okkara grannalondum
broyttar, so tær hóska til
hesar dómar, og tey ymisku
parlamentini smíða eisini alt
fleiri lógir, sum skulu samsvara
við mannarættindini, so sum
dómstólarnir krevja, tey skulu
vera.
Hildið verður, at av tí at
hetta eru ungfólk, sum vænt
andi fara at granska og vitja
ráðstevnur fleiri áratíggju
fram í tíðina, kann eitt
slíkt skeið, um tað eydnast
væl, fáa positiva ávirkan
á Føroyar sum vertur fyri
altjóða kongressum.
Lógarritið gongur nýggjar leiðir
Kári á Rógvi, ritstjóri, Ph.D.-lesandi og næstformaður í Stjórnarskipanarnevndini og Rúni Rasmussen, stjórnmálafrøðingur og
skrivari í Stjórnarskipanarnevndini
Valrætt til 16-ára gomul
Uppskot verður nú lagt fyri løgtingið um at lækka aldurin fyri valrætt niður í 16 ár
Tað eru Torbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu, Bill Justinussen og Jenis av Rana, sum
fara at leggja uppskotið fram.
Í viðmerkingunum til uppskotið siga teir fýra, at upplýsingin í dagsins samfelag er
somikið góð, at ung gerast vaksin nógv skjótari, og tí er tað ikki nakað mótargument í
sjálvum sær, at ung eru ov løtt at ávirka.
Hartil halda teir fýra, at demografiska samansetingin av íbúgvunum talar fyri eini
lækking av valrættaraldrinum. Og at ein slík lækking eisini vildi ført til økta politiska
tilvitan millum yngra ættarliðið.
Stýrisskipanin ásetir, at tvey fylgjandi løgting skulu samtykkja hesa broyting, tí fær
ein slík samtykt ikki avleiðingar fyri komandi løgtingsval.
Lestrarstuðul í Íslandi
Føroyingar, sum ætla sær til Íslands í lestrarørindum, kunnu
nú søkja íslendskan lestrarstuðul og Travel Scholarship.
Íslendska mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja
stuðul, sum er 77.500 ísl. krónur um mánaðin í átta mánaðir,
til lestur í íslendskum máli og bókmentum á hugvísindadeild
Háskóla Íslands lestrarárið 2007-2008. Altjóða skrivstovan
sigur, at stuðulin røkkur til vistarhald. Meiri fæst at vita á
www.setur.fo