hósdagur 11. januar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 8 - 11. januar 2007
tíðindi
Seks ungfólk arbeiða
hjá virkinum Báta
fiskur á Eiði. Millum
hesi er Rúni Lobo
Festirstein.
– Tað er gott, at
bara ungfólk arbeiða
her. Tað setur meiri
lív í, sigur hann við
Sosialin
Fiskaarbeiði
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Eiði: Tveir útróðrarbátar
liggja við bryggju. Teir
eru júst afturkomnir av
útróðrartúri – Hvíthamar
og Norðsøki.
Báðar hava avreitt til
Bátafisk sum tekur ímóti
fiskinum, og flytur hann
síðani til víðari framleiðslu.
Inni á virkinum er eisini
nógv lív í. Her eru fimm
ungir mans og ein kvinna til
arbeiðis. Tey geva sær neyvan
far um at tvey umboð fyri
tíðindatænastuna koma inn á
váta gólvið á virkinum.
Larmurin frá maskinunum
ger sítt til, at her hoyrist ikki
mannamál. Men arbeiðs
fólkið hevur hoyrivernd á,
so gangurin sakar tey ikki.
Í dag er nógvur fiskur at
skilja sundur – bara Norðsøki
avreiddi 9000 pund henda
morgunin.
Tað ræður um at gera seg
lidnan. Tað er fríggjadagur,
og neyðugt er at fáa alt arbeitt
undan áðrenn vikuskiftið.
Úr at gera
At tey ungu arbeiðsfólkini
hava úr at gera, er eingin ivi
um.
Nakað ovarlaga við mask
inurnar stendur eitt konufólk
og vigar tann innkomna
fiskin. Mitt á gólvinum eru
tveir mans í ferð við at seta
fiskakassar á plattar.
Við endan á einum flutn
ingsbandi stendur ein ungur
drongur, sum við kønari hond
leggur fiskin í kassarnar.
Tað er 17 ára gamli eiðis
maðurin, Rúni Lobo Festir
stein sum ger hetta arbeiðið
hesa løtuna. Eftir døgurða
verður hann avloystur,
og fer tá í annað arbeiði á
virkinum.
– Í dag vænti eg, at vit
arbeiða til klokkan fýra,
sigur Rúni, nú døgurðatímin
er byrjaður.
Saman við hinum fimm
fer hann inn í matstovuna,
har døgurðin stendur fyri
teimum.
Gott at vera
Rúni hevur arbeitt her hjá
Bátafiski síðani á heysti
2005. Og hann veit tí, hvat
tað vil siga at arbeiða fisk.
At hann byrjaði at arbeiða
her, eru tað tvær orsøkir til: Í
fyrsta lagi, at beiggi hansara
arbeiddi her.
- Og tá so formaðurin
spurdi meg, um eg hevði hug
at arbeiða her, segði eg bara
ja, greiðir Rúni frá.
Hann kom mestsum bein
leiðis úr skúlanum, og hevði
tí ikki arbeitt í fiski, áðrenn
hann byrjaði hjá Bátafisk.
– Her er bara g ott at vera,
sigur Rúni.
Skiftandi arbeiði
Hóast tað bert eru fimm
onnur starvsfólk á Bátafiski,
er arbeiðið kortini rættiliga
fjølbroytt – og skiftandi – frá
einum degi til annan.
- Vit gera alt møguligt –
skilja fiskin, pakka hann og
mangt annað, sigur Rúni.
Skipanin inni á virkinum er
hon, at tey fýra arbeiða í roynd
og veru við øllum - ein leggur
fiskin í skiljimaskinurnar,
ein leggur fiskin í kassarnar,
meðan tveir seta kassarnar á
plattarnar.
– Hesir seinastu koyra
ís omanyvir fiskin og seta
síðani merkiseðlarnar á,
greiðir Rúni frá.
Platta
Tá vit vitjaðu Bátafisk beint
fyri døgurða fríggjadagin í
farnu viku, stóð Rúni við
endan av einum bandi og
legði fiskin í kassar.
Arbeiðsbýtið er annars
soleiðis, at teir skiftast
um tað ymiska arbeiðið á
virkinum gjøgnum dagin.
– Eg fari til døgurða um
eina løtu, og tá vit byrja aftur
skal eg platta, sigur hann.
Bátafisk byrjaði annars
fyri trimum árum síðani
at taka ímóti útróðrarfiski.
Í fjør tóku teir ímóti 2900
tonsum.
Ikki gamal
Rúni hevur longu arbeitt
á virkinum í umleið hálvt
annað ár, og hevur gjørt
sær sínar royndir við
fiskaarbeiðinum.
– Eg haldi, at tað er í
fínasta slag at arbeiða fisk,
sigur Rúni.
Hann hevur tó ikki nakra
serliga orsøk sum skarar
framúr í hesum spurningi.
Men tað er í øllum førum
gott at arbeiða á virkinum,
er hann sannførdur um.
Spurningurin er so, hvussu
leingi hann verður verandi
her.
– Eg fari at arbeiða her fram
til mars ella apríl mánað, tá eg
havi fingið koyrikortið.
– Tá ætli eg mær at royna
okkurt annað, sigur Rúni,
sum ikki ætlar at verða á
virkinum til hann gerst 70.
Lív í
Gongdin seinastu árini
hevur verið hon, at ungfólk
ikki støðast leingi á slíkum
fiskavirkjum. Á nógvum virkj
um sær ein tí meiri tilkomin
fólk vera til arbeiðis.
Øðrvísi er, tá talan er
um Bátafisk á Eiði: Her
er miðalaldurin rættiliga
lágur, tí øll starvsfólkini eru
ungfólk at kalla.
Tað er helst so sum Rúni
tekur til: – Eg haldi, at tað
er bara super at vit eru so
nógv ung til arbeiðis her. Tað
gevur meiri lív í!
Vanliga eru bert ungir mans
til arbeiðis, men fríggjadagin í
farnu viku var kortini eitt ein
stakt konufólk til arbeiðis.
Gott at ungfólk arb
Kjøt
frika
dellur
frá for
mann
inum
Sum nakað
serligt lívgar
nevndarformaðurin
arbeiðsfólkið við
døgurða á virkin
um. Á menu’ini eru
bæði frikadellur og
ræst kjøt.
Trivnaður
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Eiði: – Jú, Asbjørn dugir
bara væl at gera mat,
sigur Rúni.
Fríggjadagin í farnu viku
stóð nevndarformaðurin,
Asbjørn Djurhuus úr
Tjørnuvík við kjøt
grýturnar og gjørdi sós.
Dagsins rættur er kjøt
frikadellur úr lambskjøti,
eplir, reyttkál og súltutoy.
Alt varð gjørt eftir eini upp
skrift, hann hevði fingið
frá vermóðir síni. Aftaná
var kaffi, smákakur og
karamellur at fáa.
Aðrar dagar hevur hann
borðreitt við saltkjøti
og mín sann eisini við
røstum kjøti.
Tað ber væl til at gera
mat til alt arbeiðsfólkið,
tá teir jú ikki eru fleiri enn
seks mans í tali.
– Væl smakkar hjá hon
um, sigur Rúni
Eg fari til døgurða um eina løtu, og
tá vit byrja aftur skal eg platta
”
Tey ungu fiskafólkini skift
ast um arbeiðið – einu
løtuna platta tey og ta
næstu viga tey innkomna
fiskin
Nógv er at gera á virkinum – ofta arbeiða tey leingi. Tá er gott at hava ein góðan kokk og nevndarformann, sum kann borðreiða
við einum døgurðabita