hósdagur 11. januar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 11. januar 2007
9
tíðindi
Beint undan jólum
kom út nýggj føroysk
lestrabók »Trúar
orðið«, sum danski
presturin Flemming
Frøkjær- Jensen hevur
skrivað. Gunnar
Reynslág týddi
lestrarnar til føroyskt.
Bøkur
Snorri Brend
Danski presturin skrivaði
hesar prædikurnar fyri júst
30 árum síðani, meðan hann
virkaði á oynni Fur í Lím
fjørðinum. Tær eru til fyrru
tekstarøð og eru týddar yvir
eitt ávíst tíðarskeið.
Gunnar Reynslág av Argj
um hevur týtt teir til før
oyskt. Júst hetta við lestrum
er ikki nýkomin áhugi hjá
honum.
Áhugan fyri lestrum fekk
Gunnar í heiminum hjá
verforeldrum hansara.
– Her varð lestur lisin
hvønn sunnumorgun og
hvønn halgimorgun. Og
hetta gav mær íblástur at
kanna, hvat var av lestrar
bókum, sigur Gunnar
Reynslág í fororðinum.
Áheitan og stuðul
Tá hann seinni gjørdist
deknur
við Argja
kirkju hugaði hann
nógv um at fáa onkrar
lestrar aftrat at lesa,
tá prestur ikki var til
gudstænastuna.
Hann staðfesti, at
tað fanst nógv gott
tilfari, hóast tað ikki
var so nógv. Hann
umsetti tá og las
onkrar av hesum
lestrum við onkrar
av
deknaguds
tænastunum.
Eftir at hava verið
deknur í nøkur,
kendi hann av álv
ara ein tørv á at
fáa nýggjar lestrar til vega,
soleiðis at teir kundu gerast
fjølbroyttari.
– Hetta byrjaði í 1999 við
einstøkum umsetingum,
sum eg brúkti einstakar
ferðir. Nakað eftir hetta
bæði heitti og stuðlaði
trúboðarin, Johannes Mort
ensen mær til at umseta alla
lestrarbókina hjá Flemm
ingi.
– Tað álit takki eg hon
um fyri, sigur Gunnar í for
orðinum, nú henda bókin
við lestrum til fyrru teksta
røð í kirkjuárinum er komin
út.
Heimamissiónsforlagið
í Nesvík gevur út bókina,
sum kostar smáar 400 kr. í
handlunum kring landið.
Gamal áhugi fyri lestrum
Hent lestrabók til fyrru
tekstarøð í kirkjuárinum
Seinni í hesum mán
aðinum verður hjúna
bandsskeið hildið á
Hotel Vágum.
– Skeiðið er bæði
fyri yngri hjún og
fyri tey, sum hava
verið gift leingi, sigur
Jóni Johannesen,
sum hevur fyrireikað
mong slík skeið áður
Hjúnaband
Snorri Brend
Skeið: Vikuskiftið 26. til
28. januar verður hotellið í
Vágum karmur um eitt skeið
sum er ætlað hjúnum.
Á skeiðnum verður undir
víst í mongum ymiskum
evnum, sum hava við sam
lívið millum mann og konu
at gera.
Skeiðið verður skipað við
fyrilestrum, bólkaarbeiði og
práti millum luttakararnar
og skeiðleiðaran, Eivind
Frøen úr Noregi.
– Hann hevur í fleiri ár
undirvíst í slíkum evnum.
Sigast má, at hann dugir
sera væl, staðfestir Jóni.
Á skeiðnum er pláss fyri í
mesta lagi 24 pørum. Í fjør
var skeiðið fultteknað við
bæði yngri og eldri hjún
um.
– Okkurt árið vóru 35 pør
á leguni, men nú hava vit
avmarkað okkum til 24 pør,
sigur fyrireikarin.
Steðga á
Hjúnarlegan í Vágum byrjar
fríggjakvøldið 26. januar,
tá allir luttakararnir savnast
saman við skeiðleiðaranum,
Eivindi Frøen.
Nógv kenna Eivind Frøen
frá óteljandi vitjanum her á
landi sum talari á møtum.
– Men tað eru eisini mong
hjún sum hava verið sera
fegin um ta undirvísingina,
hann hevur givið á hesum
hjúnalegunum, sigur Jóni.
Í upplegginum til leguna
verður staðfest, at neyðugt
er hjá hjúnum at skilja
hvørt annað betri. Hóast
hjúnabandið er gott, koma
altíð trupulleikar sum mugu
og skulu loysast.
Fyri at geva ungum sum
eldri hjúnum nøkur amboð
at arbeiða víðari við, verður
henda legan fyriskipað.
– Her fáa hjúnini, mitt í
eini stressaðari tíð, møgu
leika at steðga á og geva
sær tíð til hvørt annað.
– Sjálvt um fólk ikki hava
trupulleikar at dragast við,
kunnu tey kortini koma við
fyri at styrkja og upplíva
hvørt annað, sigur hann.
Trupulleikar eru altíð
í einum hjúnabandi
Mong kenna Eivind Frøen
sum talara á møtum.
Men hann dugir eisini at
undirvísa hjúnum
beiða fisk
- Her er gott at vera, sigur 17 ára gamli
Rúni Lobo Festirstein