hósdagur 11. januar 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 8 - 11. januar 2007
Nú føroyska hondbóltskappingin er komin
í helvt verða dyrnar bráddliga latnar upp til
altjóða hondbólt í heimsflokki. Heimsmeistara
kappingin í hondbólti fyri menn stendur á
skránni, og tað er givið, at hon fer ikki bert
at vera ein frálíkur íblástur til okkara egnu
heimligu hondbóltsspælarar í øllum aldri,
men hon fer so sanniliga eisini at vera gott
og spennandi undirhald fyri eina fjøld av
føroyskum sjónvarpshyggjarum.
Sosialurin, sum nú í mong ár, trúliga hevur
roynt at fylgt heimligu kappingunum, ætlar
sær ikki at liggja sjóvarfallið av sær. Vit fara
at bjóða okkara lesarum tilfar undan hesi HM
kapping og fylgja henni sohvørt.
Tað at fleiri av okkara grannatjóðum eru við
í kappingini ger hana ikki minni áhugaverda.
Her er bæði talan um íslendingar, norðmenn
og danir fyri bert at nevna nøkur av londunum,
sum fara at kappast um tað størsta av øllum
innan heimshondbóltin, heimsmeistaraheitið.
Umframt at kunna stimbra okkara egnu kapp
ingar og geva spælarum gott í ”beinið”, so er
manshondbóltur á hægsta altjóða støði nakað
av tí besta sjónvarp kann bjóða, tá tað snýr
seg um ítrótt og kapping. Her er hvørt sekund
áhugavert og avgerandi. Frá byrjan til enda.
Kend føroysk hondbóltsandlit fara at gera
viðmerkingar, soleiðis at vit eisini fáa før
oyskar vinklar uppá hesa kapping. Gera hana
heimliga og ja, rætt og slætt gera hana til tað
góða blaðtilfar, sum hon eisini er. Vit fara
eisini at heita á okkara lesarar um at koma
við sínum viðmerkingum til komandi HM
hondbóltsbløð. Kappingin byrjar 21. januar
men leggja vit í vaðið nakað væl áðrenn.
Vit kunnu so bert ynskja øllum eina góða
kapping og góðar upplivingar.
Sosialurin
Hondbólts-HM
í Sosialinum
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Tingmenn úr bæði sam
gongu og andstøðu eru
farnir at kjakast um, hvør
skal hava æruna av tí, sum
er hent viðvíkjandi Vága
Floghavn. Hetta má sigast
at vera eitt løgið kjak, tí í
veruleikanum er einki hent
á økinum.
Í
samgonguskjalinum,
sum
varð
undirskrivað
fyri trimum árum síðani,
stendur: “Vága Floghavn
verður útbygd og nútímans
gjørd.” Hetta er ein góður
málsetningur, men sum so
mangan, tá tað snýr seg um
politisk mál, so hevur hetta
tikið nógv longri tíð enn
tey flestu høvdu ynskt.
Undanfarna landsstýris
samgonga hevði eisini í
sínum samgonguskjali ætl
anir um útbyggingar og
nútímansgerð av Vága Flog
havn, men heldur ikki tá
hendi nakað sjónligt fram
stig.
Trý ár eru farin av hesum
valskeiðinum, og nú sær
endiliga út til, at eitt uppskot
er á veg í fólkatingið um at
fáa útbyggingina framda.
Men tað løgna er, at nú
er eisini ein kapprenning
farin í gongd, um hvør skal
hava æruna fyri framstigini
– longu áðrenn nakað veru
ligt framstig er hent. Vit
kunnu so spyrja, hvør vil
hava æruna fyri alt tað sum
ikki er hent, ella æruna fyri,
at arbeiðið hevur tikið so
langa tíð?
Sambandsflokkurin fer
ikki einsamallur at taka sær
æruna av framstigunum,
sum nú vónandi henda við
víkjandi Vága Floghavn. Vit
arbeiða saman við tveimum
øðrum flokkum eftir einum
samgonguskjali, og vóna, at
eitt samt løgting í seinasta
enda stendur aftanfyri tey
úrslit, sum fáast burturúr.
Endamálið er ikki at
byggja okkum sjálvum ein
politiskan minnisvarða. Vit
ynskja bara at føroyingar
fáa ein tryggan og góðan
flogvøll.
Sambandsflokkurin tekur sær ikki æruna
Kaj Leo Johannesen
Sambands
flokkurin
Tað hevur ongin trupul
leiki verið hjá føroyingum
at hildið politik og sam
komulív toluliga atskilt
– men seinastu árini hava
politikarar alt meira og
meira brúkt kristiligar
fundir, til politiska til
eggjan
Sum eitt dømi kann eg
nevna at stutt undan seinasta
løgtingsvalið fór ein av for
monnunum í føroyskum
politiskum flokki undir
eina møtirøð kring um í
landinum.
Eftir mínum tykki var
hetta at fara út um mark.
Tað eg sjálvur kenni til sam
komulív, so hava politik
arar undan valinum hildið
seg frá at tikið orðið á
samkomufundum, hóast teir
sjálvandi í øðrum sambandi
hava kítt seg fyri at fingið
undirtøku.
Fólk, sum ganga á møti
og annað slag av kristiligum
fundum eru sjálvandi eisini
politiskt
áhugað.
M.a.
minnist eg tá fyrrverandi
fiskimálaráðharrin í bein
leiðis
sjónvarpssending
sást grátandi á tingfundi.
Tá var tað onkur, sum á
bønarmøti mánakvøld reist
ist og bað beinleiðis fyri
landsstýrismanninum og
familju hansara.
Eru ikki nøgd við
gongdina.
Tað er tó eingin loyna, at
tá ein í dag fer til sam
komufundir og møtir, so
er ikki at misskilja, at tað
er ein sjónlig misnøgd við
tey mál, sum í seinastuni
hava fylt alt tað politiska
rúmið. Flestu prædikur
siga tað ikki beinleiðis,
men boðskapurin er, at tey
virði, sum samkomur og
kirkjur standa fyri, í dag
ikki vera hoyrd í politiska
systeminum.
Hetta er eisini ein trupul
leiki hjá føroysku flokku
num, tí stórur partur av
føroyska fólkinum gongur
regluliga í kirkju og á
møti, og hava tey kristuligu
virðinum nær at hjartanum.
Áheitan
Sum formaður í politiskum
lokalfelag fari eg at heita á
samkomu- og kirkjuleiðara
um at taka omanfyrinevnda
spurning til viðgerar, og vil
eg mæla til, at tá komandi
valstríð er í hæddini, skulu
tey, sum eru uppstillað til
løgtingið, í nakrar vikur sita
millum áhoyrarar og ikki
læra á prædikustólinum.
- Tað er umráðandi at
vit øll luttaka í politiska
orðaskiftinum, men tað er
meira umráðandi at evan
geliið verður framborið
til føroysku tjóðina, eisini
eftir at løgtingsvalið hevur
verið. Politikkur hevur tað
við at seta fólk í bás, men
boðskapurin um uppreisn
Kristusar frá deyða er í bein
leiðis andsøgn til hetta.
Samkomur og kirkjur til løgtingsvalið
Formaður í Norðoya
Sambandsfelag
John William
Joensen