Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 11. januar 2007 11 Vígdis kann dansa, men hví skrivar Carl Jóhan Jensen sum hann ger? Vígdis kann dansa við hjarta, kroppi og sál, men hví skrivar Carl Jóhan Jen­ sen (CJJ) sum hann ger? CJJ er í dag serliga kendur fyri bókina Ó - Søgur um djevulskap, (Sprotin 2005), og sín destruktiva máta at ummæla annans bøkur upp á. Ó- Søgur um djevulskap fekk tó positiva umrøðu, ikki minst frá høvundanum sjálvum, men tung at lesa siga flestu við ein munn. Er hetta veruliga aldarinnar bók á føroyskum, ella er tað sjálvrós við eftirfylgjandi “Kejserens nye klæder syn­ dromi”, har ongin torir at siga Roma ímót? Okkurt illsinnisgleps hevur kortini verið í bløðunum, um tvørr­ andi móðurmálsfynd hjá høv­undanum. Tað var tí ikki uttan for­ vitni, at eg læs hesa 785 síðu longu bókini eftir CJJ. Tað sum longu hevur verið umrøtt um bókina, verður ikki tikið uppaftur her, men bert eitt lættisoppa ískoyti eftir sama leisti sum høvundurin sjálvur er kend­ ur fyri at brúka. Ein pastisja (orðini eigur CJJ) Bygdin (Gásadalur) uppi í dalinum er lítil og óhøglig at koma til, illani kemst til við rossum (rossi) og bert sjóvegis tá tað stendur við klettin, men mjólkabáturin kemur tríggja ferðir um vikuna, her er onki, púr­ sørt, forvitni, illvild og havið ið jaggar við landið, ervamjørki, dalamjørki, lýkku­mjørki, kavamjørki, fleyrið, gulið, strúkin og storm­in, slavið, sirm, driv, regn, drivregn, sam­regn, grimdarrergn og stoyt­regn, húsini standa og bogra, fábroytt hús, miss­litað, laparslig, undir svørt­um homrum, ljótum svøðum, døkk­um skorum, deld­ir­nar, hvamm­arnir, teir gomlu laðaðu við ringum tanna­ biti, fullir av lús og minni­ manskenslu, rot og maðkur, trágongdur og treystur, rindar av sær, fretstingirnir gera vart við seg, hann um­ber stingirnar, býr í húsi­ num upp í millum, hugsar við iskran, við myrkum hevnd-skilsbrýggi, til illa útkomu, slotar, luftin byrg­ ist í tarminum, hugmóð, feigd og fákunna, hvin av sparkaðum hundi, ringt lag ger hann ringan av luft, tí vanin er fanin, eitt andatak, brekkurnar, svaðini, og skorarnar, eitt fiðrildi í hondini, søgufróða merin, vinkirnir, svínabøli av eini bygd, samangift undir­ brotliheit, óreinskapur, summpart lumpið, nelgdur á ein kross av innkroystari tarmluft, tungur og óbe­ kvemmur, setti annan av stólunum um koll, dastið av eftirmiddegnum, hevði ein lukt eins og av úldum fiski, undirbuksurnar í rulki á gólvinum, skortin á sær hevði hon sett í eina skriðu og átti um nýggju tíðina, barnið var skreiðgjørt, hon ól eina dóttir, hon stytti kjólan upp á lørini, gleivaði tvørturum knøini á amtmanninum og hevði migið í fangið á honum, kona hansara var ein skarnskjaftur, hon hevði evni, sum hon hevði kjaft, kom eisini í takføri við aðrar fremmandar, hug­ ar teir barnsliga kjøtleysu reyvabøllarnar á henni, ger hann ríkan av trølskum alvi, hann var ein merlingur av vøkstri, eitt illfygli, hon setist upp undir seg, handa tíkin, gevur ein sterkan súr­ ligan tev frá sær, av kuntu­ bloyttum lukti reisir hon seg, annað bróstið hongur bert, børkur otar seg upp eftir lørunum, við luktinum av ropinum, hon sigur, at hon elskar Jesus, høvundurin skýtur ferð eftir ferð undir, lat pumpuskógvin ganga í jomfrú Louisu síni gessaður av silkiskróvi og tevatni, fær Jesus í hjarta sítt og sáðkyknur hjá tí norska ferða­sølumanninum, hon er ein hora, ein helvitis hora, fær hennara hjarta at sláa óstútt og gáloysið, brenni­vínið var ofta leingi at renna av, eitt andarhald, kroysti seg og fretlaði nakrar ferðir, gjørdi eitt ør­lítið mis­nøgdar­kast við høvdinum, gav eitt hart glett frá sær, við borðini dat tøgn á tvey andatøk, nøkur lifrborin froys, eitt andarhald, svøldi og stoytti luft upp, náttin dillaði og tók at svignað, hon var til­friðs, eitt andatak, men grýtti skjótt (blómu)leggin frá sær, sum ein tík risti hon kroppin, feit og óskot­ lig, tunnhærd, úttent og androm, men ikki hevði hon brátt um, sum dumba, ið fýkur um treskivøll, sam­vist við onnur, fonið í luftini, tey spøkja við­ hvørt, luftin giddar av ill­ skilligum mutli, í meðan gekk postberin braskin og mælskur, ein rakslánur ið hekk saman av skitti, ein ungur og vandlátur dani, við lagaligheit og tilstuðlan, temprað seg hevði hon og tamt, ørska álaði seg upp, bullaði so nærlík greði, hasin pillleysi murgurin, næstan óansaðari irskran, í eina mókaliga kenslu av hugskul­oysi, tevur av freti, fín­ligum eftirreki, við jaksli­ num í kjaftinum, knykilin í reyvarholdi eyðmjúk­leik­ ans, undir morgun, fór at tosa hvatliga, drongurin var sum steinurin, svaraði lánkasliga, lampuljós stoytt­ ist, steintigandi, honum vontraðis, og hvini av sigdum, hesin gorlakkurin, lúsa­skarvur, svínfult smíl, hvørjum bólaði kona sín við, hvítur sum fívil í leik­ húsi, andarúmið var spent, jomfrúin við pretum, við ongum tonnum í yvir­ munni­num, verturin frataði opinskárað og læði, báturin fór at halla, duffaði, og tók sjógv inn, andarhald, skrímdi skapi á henni, teir fullu og balstýrnu skipsmennirnir verða so við og við tíndir umborð aftur, sín yvirlíka í vitsevnum og fanansskapi, skilti , men fýsti hetta lítið, vildi bara elska Jesus, eins og áartunga av ísi skar hann upp ígjøgnum hana, skólpurin slonkin millum lørini, skoyn tær genta, ham­arshøggini (-sløgini) glumdu yvir dalin, hon legði ikki í Jesus longur, orðini slysaðu, tarin dald­ aði og var undan eitt andar­ hald, hon vildi kenna hann uppi í sær, kyldin vaks, hús­kallakristni, kona tín ein hora, hann inn í hana, brádliga var alt av, ein smá­ nipin løta gekk, buksu­reimin hevði dvølt hann, honum fýsti hetta enn lítið, ikki var hann fyrr endaður, so fór hann undir eitt nýtt lag, teir gantaðust, stinkurin orrar um hana, stóð spilnakin í bø­num í oysregni og kol­ myrkri, girndin er ein so ókristiligur eldur, og holdið hoyggj, ikki stál, helviti bíðar grað­fylum, tú ert ein droym­ari, og tú ert ein hora. Homofobi Henda eftirgerðin (ella pastisjan) er í stóran mun essensurin av nýggjastu bókini eftir Carl Jóhan Jensen, skaldsøguni: Ó- Søgur um djevulskap. Hetta eru ikki beinleiðis søgur um djevulskap, men meiri um lítilsvirðing og andstygd fyri menniskjum ella homofobi. Eitt meiri beinrakið heiti á bókini kundi tí verið: “Homofobi í skaldsligari útlegging”. Annars er CJJ ein vitandi rithøvundur, ið hevur høgt flog við nógvum associa­ tiónum og orðum og ferðast víða. Rithøvundurin dámar væl at substituerað vanlig føroysk brúksorð við eldri og lítið brúkt ókend orð, eins og okkurt extrakt úr kvæðamáli eisini er at finna. Hetta kann møguliga geva bókini ein farra av fornum samleika, men ger samstundis málið í bók­ini stívt og tungt - næstan kon­ struerað. Mann kann altíð kalla eina kúgv fyri ein hest, men tað er óprakt­iskt! Høvundurin er vulgerur og bondskur í sínum orða­ lagi, í støðum yvir í tað sarkastiska. Hetta kann geva onkrum ta fatan, at høvundurin beinleiðis dám­ ar at skriva niðrandi um fólk? Imaginerur kontra veruligur Kjøtbúðin í Dalinum, er ein tilhugsaður handil (finst ikki í slíkari bygd). Mjólka­ báturin siglir til sovandi brim­pláss 3 ferðir um vik­ una (til hvat?). Tað er bert lendandi tá tað stendur við klettin! Sjálvandi kann høvundurin frítt gera Dal og tíð so imaginera ella tilhugsaða, sum honum lyst­ir, men høvundurin av­dúkar við hesi skriving ein vantandi fysiskan og sosialan kunnleika til før­ oyskt bygdarlív og tess stolt­leika og lívsfrælsið. Hann átti tí heldur at valt sær okkurt meiri abstrakt sum miðdepul ella plat­ form, okkurt ið var meiri í samsvar við hansara imagineru tilvitsku. Harvið hevði hann sloppið undan at snáva um veruleikan, og at happa dalsfólkið ið jú frammanundan hevur bæði lús og minnimanskenslu at stríðast við. Eitt afturvendandi plagi­ erað tema í bókini er dual­isman hjá brøðra­sam­ komuni, har Várharra og Girndin taka hornatøk, lýst við primitivari eroto­ man atferð, eins og íscenu­ setan av teimum stóru kom­ponistunum, eitt nú Teleman (Rondeau úr svitu í E minor) v.fl. eisini er nakað vit kenna frá øðrum. Bókin er ikki óspennandi, men hví skrivar og ummælir Carl Jóhan Jensen sum hann ger – kanska av berum tramansskapi? 11.01.2007 Regin Eikhólm Úrmæli? Jarðarferðin hjá Haldis Eade, fødd Jensen, ættað úr Leynum, búsitandi í Liss í Onglandi, verður týsdagin 16. januar klokkan 11.00 úr Sankt Peters Churce Tervick rogate í Onglandi. Tey ið vilja minnast Haldis, kunnu lata Føroya Felag móti krabbameini eina peningagávu. Bjarni Olsen, Tórs­ havn, andaðist týsdagin 9. januar, 70 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju leyg­ar­ dagin 13. januar klokk­ an 13. Símun Berthelsen, fer til gravar úr Sjóvar kirkju fríggjadagin kl. 13.00. Tey, ið vilja minnast Símun, kunna lata eina peningagávu til nýtt Missiónshús á Strond­um; konta í pen­ ingastovninum Andlát og jarðarferðir Dagurin 12. januar. Reinaldur. Týskur riddari, sum gjørdist munkur í Köln, men varð myrdur sv steinhøggarunum umleið ár 1200, tá ið hann koyrdi undir teir í arbeiðinum at byggja eina kirkju. Týskt navn, sum merkir tann, sum hevur vald á Gudum Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at kæra kona, mamma og systir okkara Halldis Eade fødd Jensen ættað úr Leynum, og búsitandi í Liss í Englandi,andaðist í heiminum 5. januar 62 ára gomul. Jarðarferðin verður týsdagin 16. januar kl. 11.00 úr St Peters Church, Terwick Rogate, Hants í Englandi. Familjunnar vegna Sonny, Jónathan og Annika Tey, ið ynskja geva blómur ella krans, kunnu ístaðin geva eina peningagávu til Føroya Felag móti Krabbameini konta í peningastovnunum. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara elskaða kona, mamma, vermamma og systir Kirsten Dalfoss Tórshavn ættað úr Vági andaðist mánadagin 8. januar á Landssjúkrahúsinum, 59 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju mánadagin 15. januar 2007 kl. 13.00. Familjunnar vegna Signar, Heidi, Poul og Chiharu