hósdagur 11. januar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 8 - 11. januar 2007
tíðindi
Mentamálaráðið
heiðrar Zacharias
Heinesen og
Jógvan Isaksen
Mentanarvirðisløn Landsins verður latin
Zachariasi Heinesen, listamanni, og Jógvani
Isaksen, rithøvundur fær Heiðursgávu
Landsins frá Mentamálaráðnum mánadagin
TÍÐINDASKRIV
Landsstýrismaðurin í mentamálum letur virðislønina
eftir tilmæli frá nevnd umboðandi føroysk listafólk.
Virðislønin er kr. 150.000.
Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins
skal tann, ið fær virðislønina, hava skapað listarligt
lívsverk á høgum listarligum støði ella hava skapað eitt
ella fleiri listalig avrik, ið gera, at viðkomandi hevur
uppiborið henda heiður.
Týdningarmikil partur av føroyskari søgu
Nevndin, ið ger tilmæli til landsstýrismannin, sigur í
grundgeving síni:
“Mentanarvirðisløn Landsins verður latin Zachariasi
Heinesen, fyrst og fremst fyri hansara framúr góðu
listaverk og harumframt týdning hansara fyri myndlistina
og menning hennara í Føroyum. Sagt verður um
Zacharias Heinesen, at hann við síni sermerktu innliving
í landslagið, sínum viðkvæmi í litunum og musikalsku
strikum hevur verið við til at skapa ta mynd, sum er
kend og elskað sum tann føroyska myndin. Zacharias
Heinesen hevur ígjøgnum eina lívslanga listarliga
tilgongd havt eina tráan eftir nýggjum avbjóðingum og
margfeldi, men tað er kanska mest av øllum hansara
heilt egna og djarva ekspressionistiska landslagsmynd,
ið stendur sum ein varði eftir hann og sum eisini hevur
kveikt listarliga neistan í mongum av okkara listafólkum.
Zacharias Heinesen eigur ein týdningarmiklan part í
føroyskari myndlistasøgu”
Nærlagdur, gávumildur og arbeiðssamur
Umframt Mentanarvirðirsløn Landsins letur lands
stýrismaðurin Heiðursgávu Landsins. Heiðursgávan
er kr. 75.000 og verður latin einstaklingi, felagi ella
fyritøku – t.d. bókaforlagi, tónlistaforlagi ella kóri
– sum tøkk og viðurkenning fyri at hava framt avrik, ið
hava ella hava havt serstakan týdning fyri føroyska list
og/ella føroyska mentan og mentanarlív.
Nevndin hevur gjørt tilmæli til landsstýrismannin
um at lata Jógvani Isaksen Heiðursgávu Landsins fyri
2006, og hon sigur í grundgeving sínari:
“Heiðursgáva Landsins verður latin Jógvani Isaksen
fyri hansara fjølvirkna leiklut á tí føroyska mentanar
pallinum. Sum bókmentafrøðingur hevur Jógvan í
greinum, bókum og monografiskum lýsingum av ein
støkum høvundum varpað ljós bæði á ritverkið og
serstakliga á føroyskar bókmentir í seinasta triðingi
av 20. øld. Sum rithøvundur hevur hann, við teimum
vælskrivaðu og vælflættaðu skaldsøgunum um Hannis
Martinsson, givið Føroyum sess í krimiskorini í heimsins
bókmentahaga. Og sum útgevari hevur hann sum fáur
givið nýggjari føroyskum fagurbókmentum, í bundnum
sum óbundnum máli, prentligan útveg. Hansara leiklutur,
sum eisini fevnir um ritstjóraarbeiði, framflutning av
føroyskum bókmentum uttanlands, krimibøkur fyri ung
og bókmentir um list, er samanumtikið eyðkendur av
nærlagni, gávumildi og merkisverdum arbeiðssemi”
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni,
handar Mentanarvirðisløn og Heiðursgávu Landsins í
Norðurlandahúsinum mánadagin 15. januar kl. 19.00.
Zacharias Heinesen
er ovfarin av rósandi
orðunum, sum standa
í tilmælinum frá
nevndini. – Alt eg
havi fingið fyri mítt
arbeiði, havi eg brúkt
til at menna meg sum
listamann, og tað fari
eg eisini at nýta hesa
virðislønina til, sigur
hann
LIST
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
– Ja, eg eri ovfarin av rósandi
orðunum handa vegin frá,
sigur Zacharias Heinesen,
tá vit fáa orðið á hann,
og spyrja hann eftir eini
viðmerking, nú hann hevur
fingið Mentanarvirðisløn
Landsins og 150.000 krón
ur.
– Hóast eg eri greiður
um, at virðislønin verður
latin árliga, so havi eg í
roynd og veru ikki roknað
við hesum, sigur hann.
Altjóða virðislønir
Zacharias Heinesen hevur
verið virkin listamaður
síðani 1965, eftir at hann
hevði nomið sær útbúgving
og vitan innan list í Íslandi
og Danmark. Hann hevur
sýnt fram bæði í øllum Norð
urlondunum, serliga nógv í
Danmark, men eisini hevur
hann verið í bæði Paris og
Berlin og víst fram.
Í dag hevur Mentamála
ráðið kunngjørt, at hann
fær
Mentanarvirðisløn
Landsins. Hetta er fyrsta
viðurkenningin, Zacharias
Heinesen fær í Føroyum,
men
samstundis
eisini
størsta viðurkenningin tú
kanst fáa sum listamaður
her á landi. Áður hevur
Zacharias tó fingið aðrar
viðurkenningar
uttan
úr heimi – Henry Herup
minnilegatið, og ein altjóða
kanadiskan prís fyri at hava
myndprýtt 1000 krónu seðil
okkara.
Ikki bara føroyskt
produkt
– Alt sum eg havi fingið fyri
list mína, havi eg brúkt til at
menna meg sum listamann,
og henda virðisløn fer
sama veg, sigur Zacharias
Heinesen. Men 150.000 eru
nógvir pengar, og Zacharias
flennir og sigur, at hann nú
má mennast øgiligt.
Í tilmælinum frá nevndini
til landsstýrismannin verð
ur sagt, at Zacharias Heine
sen “hevur kveikt listarliga
neistan í mongum av okkara
listafólkum”. Sjálvur hevur
Zacharias Heinesen eisini
sínar fyrimyndir, og nevnir
hann
modernistarnar
í
Evropa. Tað tíðarskeiðið
endaði í 1973, men Zacha
rias Heinesen hevur altíð
fingið íblástur hagani.
– Soleiðis hevur tað,
eg havi avrikað ikki bara
verið eitt føroyskt produkt,
tí onnur fólk skulu eisini
kenna seg aftur í tí, greiðir
Zacharias Heinesen frá.
Hann sigur, at sum lista
maður gert tú tær altíð
nakrar tankar og nøkur
hugskot um nøkur ting, tú
átti at gjørt, og nógv av
teimum er hann als ikki
komin til enn.
– Men tað vóni eg at
eg geri, um eg havi tíð og
heilsu til tað, sigur hann.
Fegnast um Jógvan
Tað verður mikudagin, at
virðislønin verður handað
Zachariasi Heinesen, men
tað tekur kortini onki av
gleðini, at hann má bíða
nakrar dagar til handanina.
– Hetta er fyrsta før
oyska, men eisini størsta
virðislønin eg havi fingið,
so tað eri eg glaður um.
Men eg fegnist eisini og
seti stóran prís uppá, at
Jógvan Isaksen hevur fingið
Heiðursgávuna, sigur Zacha
rias Heinesen, vinnari av
Mentanarvirðisløn Land
sins 2006.
– Virðislønin skal
brúkast til menning
– Alt sum eg havi fingið
fyri list mína, havi eg
brúkt til at menna meg
sum listamann, og henda
virðisløn fer sama veg, sigur
Zacharias Heinesen