Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 11. januar 2007 13 -Tað er í fínasta lagi, at Jógvan Isaksen verður heiðraður fyri sítt arbeiði, sigur Hanus Kamban, rithøvundur Heiðursgáva Árni Joensen arni@sosialurin.fo - Jógvan Isaksen hevur ver­ ið og er ein sera virkin bókmentafrøðingur, og tað er fyrsta grundgevingin fyri, at eg haldi tað vera rætt av landsstýrismanninum at heiðra hann, sigur Hanus Kamban. Hann vísir á, at Jógvan Isaksen var tann fyrsti at seta nøvn frá sekstiárunum so sum Róa Patursson, Gunn­ar Hoydal, fleiri kvinn­ur og Hanus sjálvan á tað bókmentafrøðiliga land­kortið, tá hann skriv­aði bókina ”Føroyski mentanar­ pallurin”, sum kom út í 1983. Harafturat hevur Jógvan skrivað staklýsingar av skaldskapinum hjá Róa Paturssyni og Gunnari Hoydal og heilar bøkur um skaldskapin hjá Williami Heinesen, Jørgen Frantz Jacobsen og Heðini Brú. Í øðrum lagi vísir Hanus Kamban á, at Jógvan Isaksen hevur verið nýskapandi. Hann var tann fyrsti, sum skrivaði eina dygdargóða føroyska krimi, sum var væl skrivað, spennandi og hevði eitt gott plott. Og í triðja lagi eigur Jógv­ an Isaksen heiðurin sum ein sera dúgligur forleggjari, sigur Hanus Kamban. Hann vísir á, at tey seinastu nógvu árini eru tær flestu føroysku fagurbókmentirnar kom­ nar út á forlagnum hjá studentafelagnum, har Jógv­ an er stjóri. - So samanumtikið er tað í fínasta lagi, at hann fær Heiðursgávu Landsins, sigur Hanus Kamban. Ein virkin pionerur – sigur starvsfelagin Bárður Jákupsson Heiðursgáva Árni Joensen arni@sosialurin.fo - Ja, tað er náttúrligt, at Zacharis fær eina tílíka almenna viðurkenning, sigur Bárður Jákupsson, tá hann staddur á einari gøtu mitt í Keypmannahavn verð­ur kunnaður um, at Zacharis Heinesen hevur fingið Mentanarvirðisløn Land­sins. Bárður Jákupsson vísir á, at Zacharis hevur verið ein týðandi listamaður síðani á heilt ungum árum. Hann hevur alt sítt lív arbeitt við føroyska landslagnum og hevur skapt sær sína egnu fatan av tí. Harafturat hevur hann gjørt nógv við at prýða bøkur, eins og hann hevur gjørt nógvar málningar, sum prýða veggir og bygningar ymsastaðni. - Hann hevur verið ein virkis listarmaður, sigur Bárður Jákupsson. Spurdur, um arbeiðið hjá Zacharisi minnir um tað hjá pápanum, sigur Bárður Jákupsson, at tað, sum Zacharis hevur gjørt sum bókaprýði, bendir á eina ávísa inspirasjón frá pápanum. Zacharis hevur tað uppiborið – Eg síggi bara meg sjálvan í speglinum, meðan onnur síggja meg frá fleiri vinklum, sigur Jógvan Isaksen, sum verður skýrdur nærlagdur, gávumildur og arbeiðssamur í tilmælinum um at geva honum Heið­ ursgávu Landsins LIST Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo – Fullkomiliga! Hetta hevði als ikki borið við meg, svar­ ar Jógvan Isaksen, tá vit hava hann í horninum úr Danmark, og spyrja um tað kom óvart á hann, nú hann fær Heiðursgávu Landsins og 75.000 krónur. Hann er ógvuliga fegin um virðislønina, men hevur ikki gjørt sær nakrar tankar um, hvat hann skal brúka heiðurin og peningin til. Dovinskapur ella arbeiðssemi Sambært nevndini, sum hevur gjørt tilmælið til lands­stýrismannin, er tað sum eyðkennir Jógvan Isaksen hansara nærlagni, gávumildi og merkisverda arbeiðssemi. Vit spyrja rit­ høvundin, um hann kennir seg aftur í hesum? – Man hugsar ikki um seg sjálvan, sum onnur gera tað. Eg síggi bara meg sjálvan í speglinum, meðan onnur síggja meg úr fleiri øðrum vinklum við, sigur Jógvan Isaksen. – Eg havi ikki altíð hild­ ið meg verið so arbeiðs­ saman, so tí havi eg kanska arbeitt alla tíðina, fyri at dovinskapurin ikki skal koma yvir meg, heldur Jógv­an Isaksen, sum í løt­uni arbeiðir við fjórðu bók­ini í røðini um Hannis Martinsson. Gevast út í Týsklandi Hesar bøkur hava, sambært nevndini í gjørdi tilmæli, givið Føroyum sess í krimi­ skorini í heimsins bók­ menta­haga. Tær hava verið ómetaliga vælumtóktar her heima, og hava eisini vakt ans úti í heimi. Fyri jól kom “Kross­ messa” út í Íslandi, og nú verður arbeitt við at geva bøkurnar um Hannis Martinsson út í Týsklandi. – Eg var í Dortmund í november, og í komandi mánaði skal eg til Hamburg í samband við at bøkurnar eru ávegis har, sigur Jógvan Isaksen, sum kemur heim til Føroya sunnudagin, so­leiðis at hann sjálvur kann taka ímóti virðislønini, sum verður handað mánadagin. – Onnur síggja meg úr fleiri vinklum – Eg havi ikki altíð hild­ ið meg verið so arbeiðs­ saman, so tí havi eg kanska arbeitt alla tíðina, fyri at dovinskapurin ikki skal koma yvir meg, sigur Jógv­an Isaksen