Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 8 - 11. januar 2007 Bert annað hvørt húsarhald kann líta á, at drekkivatnið er reint, vísir nýggj kanning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni Brúkaramál Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Seinastu tíðina hevur rætti­ liga nógvur orðadráttur ver­ ið um reint og skitið vatn. Í Havn hava borgarar og virki fýlst á, at kommunan ikki hevur boðað nóg skjótt frá, tá vatnið var skitið, og neyðugt hevur verið at kóka tað. Men tá hevur bert verið talan um viðurskiftini í høvuðsstaðnum, og hetta hava fólk kring landið kanska undrast á, tí tey hava altíð sligið seg til tols við, at kommunan ikki rað­ festir reint vatn. Men nú ber so til at síggja, hvar fólk eiga at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður. Ivasom reinsan Sambært nýggju kanningini hjá Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuni fáa 80 prosent av borgarunum sóttreinsað drekki­vatn heima við hús. Men samstundis sigur starvsstovan, at sótt­reins­ ingin hjá nógvum komm­ unum er rættiliga ivasom, og tí kann bert annað hvørt húsarhald líta á, at teirra drekkivatn er reint. Starvsstovan sigur, at tey 20 prosentini av borgaru­ num, sum fáa heilt óreinsað vatn, kunnu ikki líta á, at drekkivatnið er reint. Held­ ur ikki tá talan er um keldu­ vatn. Ónøgd við støðuna Dánial K. Christiansen, eftir­litsmaður hjá Heilsu­ frøðiligu Starvstovuni, hev­ ur staðið fyri kanningini, og hevur sjálvur vitjað kommunurnar í kanningar­ tíðarskeiðinum. - Hóast Starvsstovan als ikki kann vera nøgd við verandi støðu, so havi eg heilt góðar vónir um, at støðan skjótt fer at batna. Fleiri kommunustýrir hava sagt fyri mær, at tey hava sett sær fyri at tryggja borg­ arunum reint drekkivatn í hesum val­skeiði. Haraft­ urat er ein kunngerð í væntu”, sigur Dánial K. Christiansen. Viðbrekin fiskavirki Eitt, sum mangan verð­ur havt á lofti, tá um­ræð­ur vatngóðsku, eru trupul­ leik­­arnir í fiski­vinnuni, tá komm­unurnar ikki síggja til, at reinsa vatnið væl. Reint vatn er ein for­treyt fyri útflutn­ingi av mat­vørum, og tí skal góðskan altíð er fyrsta floks. Sam­bært kann­ ingini hjá starvsstovuni, lítur annaðhvørt fiskavirki ikki á kommunalu sóttreinsingina, men reinsar vatnið sjálvt. Kanningar­ grundarlagið Heilsufrøðiliga Starvs­ stov­an vitjaði allar komm­ unurnar í tíðarskeiðnum juni 2005 til juli 2006, fyri at staðfesta hvørjum standi vatnveitingarskipanirnar eru í. Í teimum 33 komm­ un­unum eru meira enn 118 óheftar vatnveitingar­ skipanir. Bert 39 teirra sóttreinsa drekkivatnið. Meira enn 79 skipanir hava onki sóttreinsingartól. Tað eru serliga tær smærru skipanirnar, sum mangla sóttreinsingartól. Í minsta lagi 15 vatn­ veitingarskipanir eru privat- vatnfeløg, og fáa 2500 borgarar vatn frá privatu vatnfeløgunum. Fleiri komm­unur hava ætlanir um at yvirtaka privatu vatn­ feløgini. Til mat og drekka Sambært Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, er drekkivatn ætlað at drekka ella brúka í matframleiðslu. 80 pro­ sent av føroyingum fáa sótt­reinsað drekkivatn í krananum, og er endamálið við sóttreinsingini, sum fer fram á reinsiverkum, at drepa bakteriur, virus og snúltarar. Tað mesta vatnið, sum brúkt verður til drekkivatn, er omaná vatn og restin er kelduvatn. Næstan allar kommunur veita drekkivatn til síni húsar­hald, bert í onkrari minni kommunu eru privat vatnfeløg. Einstøk matvøru­ virki, og tá serliga fiska­ virki, sóttreinsa vatnið sjálvi. Lógarkrøvini Matvørulógin og um­hvørvis­ verndarlógin fevna um drekkivatn. Um­hvørvis­ lógin skal verja drekki­ vatns­økið ímóti dálking av ymiskum slag, meðan matvørulógin skal tryggja, at drekkivatnið lýkur góðsku- og heilsuverndarkrøv. Vatnveitarar ábyrgdast fyri at krøvini eru lokin og tryggja hetta við sínum egna eftirliti, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við, at vatnveitararnir røkja sínar skyldur. Annað hvørt hús Ljósmøðurnar tóku væl ímóti uppskotinum um loysn á trætuni á føðideildini, sum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, barslaði við í gjár Heilsumál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Sambært forkvinnuni hjá ljósmøðrunum, Eyðfríð Ja­cobsen, frøast tær um, at Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður í almanna- og heilsumálum, endaliga stað­ festir, at tað at vera við barn er ikki ein sjúka. - Hetta er júst tað, sum hevur verið stríðsmálið, og sum vit hava staðið uppá alla tíðina, sigur hon við Sosialin. Vóru á fundi Ljósmøðurnar vórðu rópt­ ar inn til fund við lands­ stýrismannin og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum í gjár, mikudagin. Har vóru tær kunnaðar um upp­skotið, og fingu boð um at siga frá, um tær standa við upp­ søgnunum, í sein­asta lagi mána­dagin. Fríggja­dagin skal nevndin hjá ljós­møðru­ num á fund við leiðsluna á Landssjúkra­húsinum. - Hetta uppskotið líkist avgjørt nøkrum, sum vit kunnu taka undir við, sigur Eyðfríð Jacobsen, sum tó vísir á, at hon sjálv­sagt ikki kann vita, um allar ljósmøðurnar taka upp­ søgnina aftur enn. Ógreiður bygnaður Í uppskotinum frá Hans Paula Strøm, sum vit hava fingið innlit í frá heilsu­ málaráðnum, verður sagt, at tann yvirskipaði bygnaðurin fyri ljósmøðravirksemið hevur verið ógreiður tey seinastu 8 árini. - Skipanarligar broyting­ ar eru gjørdar innan mið­ fyrisitingina og sjúkrahúsini hesi árini, uttan at skipanin av ljósmóðirvirkseminum er fingin endanliga upp á pláss. Alla hesa tíðina hevur starvið sum leiðandi ljósmóðir verið sett fyribils í avmarkaði tíðarskeið, vanliga í 3 mánaðir í senn, sigur landsstýrismaðurin í uppskotinum. Grundarlagið fyri bygnaðinum Landsstýrismaðurin stað­ festir, at tað at verða við barn og føða er normalt og ikki ein sjúka. - Sjúkrahúsið eigur primert at taka sær av sjúkum, og tí eigur skipanin av ljósmøðravirkseminum at taka atlit fyri hesum, verður sagt. Harumframt sigur hann, at ljósmøður kunnu virka sjálvstøðugt innan normalar/frískar viðgongur, føðingar og aftaná, og at ljósmøður hava virksemi uttanfyri og inni á sjúkrahúsum - Ein varandi loysn innan fyri Landssjúkrahúsið skal virða leiðslubygnaðin á sjúkrahúsinum, tó við serligu viðurskiftunum hjá ljósmøðrum í huga, verður sagt. Bygnaðarliga skipanin Landsstýrismaðurin skjýtur upp, at ljósmøðratænastan verður skipað sum ein ser­ lig fyrisitingarlig eind á Lands­sjúkrahúsinum við tilknýti til kirurgiska depil­ in. Eisini verður skotið upp, at leiðandi ljósmóðir er fakligi, fyrisitingarligi og fíggjarligi leiðarin av ljósmøðratænastuni, og at til hjálpar í leiðsluni kann ein yvirljósmóðir verða sett. - Leiðandi ljósmøðir er ovasti fakligi leiðarin innan ljósmøðravirksemið í Føroyum og vísa allar ljós­ møður fakliga til hennara, sigur landsstýrismaðurin í uppskotinum. Og hann stað­ festir, at leiðandi ljósmóðirin er innan fyri kirurgiska depilin bygnaðarliga á sama støði sum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur, og vísir til leiðandi yvirlæknan í fíggjarligum og fyri­sit­ ingarligum málum. - Ein týðandi partur av virkseminum hjá ljós­ møðrum er á føðideildini (A2) á Landssjúkrahúsinum og skal arbeiðið har verða samskipað við serlæknar og sjúkrarøktarfrøðingar. Grund­arlagið fyri býtinum av virkseminum skal vera, at ljósmøðurnar taka sær av tí fríska, meðan sjúkra­ røktarfrøðingar taka sær av tí sjúka. - Tað skulu gerast fastar rættningslinjur fyri, hvat er frískt og hvat er sjúkt, og skulu allir viðkomandi partar luttaka í hesum arbeiðinum, verður millum annað sagt. Víst verður víðari á, at føði­deildin (A2) er ein obstretisk serdeild, har ser­ læknin innan økið hevur ta yvirskipaðu medi­sinsku ábyrgdina og avgerðar­ rætt­in. Innan fyri tað neonatala økið á A2 er tað ser­læknin innan pædiatri, sum hevur ta yvirskipaðu medi­sinsku á ábyrgdina og avgerðarrættin. Hans Pauli Strøm sigur í uppskotinum, at sjúkra­ røktarfrøðingarnir á føði­ deildini eru undir leiðslu av einum deildarleiðara, sum er sjúkrarøktarfrøðingur. Hesin vísir til kirurgisku depilsleiðsluna. Føðiskipan Í uppskotinum sigur lands­ stýrismaðurin víðari, at sett verður ein føðiætlanar­ nevnd, sum hevur til upp­ gávu at tryggja eina góða og vælvirkandi viðgongu- og burðarskipan fyri Før­ oyum, har atlit verða tikin fyri tvørfakliga sam­starv­ inum til tess at tryggja, at fakliga tilboðið til barna­ konur til einhvørja tíð fylgir tilmælum frá heilsu­ stýrinum – við møguligum tillaginum fyri serlig før­ oysk viðurskifti. Vón fyri føði- deildini – Tað at vera við barn er ikki ein sjúka, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður tíðindi