hósdagur 11. januar 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 8 - 11. januar 2007
tíðindi
Evangelisk
fundarrøð
í Klaksvík
Rógvi Joensen sigur,
at undanfarin ár
hevur verið skipað
fyri sonevndum
syngið við sangløtum
í KÍ-høllini saman við
Vitanum, men hesa
ferð verður talan um
evangeliskt møti við
ymiskum sang
kreftum og talarum
Fundarrøð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leygarkvøldið og sunnu
kvøldið verður evangelisk
fundarrøð í KÍ-høllini, sum
Betesda skipar fyri.
Rógvi Joensen sigur, at
fundirnir
leygarkvøldið
byrja klokkan 20, og sunnu
kvøldið
verður
byrjað
klokkan 18.
Við á fundarrøðini verða
ymiskar sangkreftir úr
Betesda, og talarar verða
Rógvi Joensen, Bogi Sim
onsen og onnur.
Broytt í ár
Rógvi sigur, at undanfarin
ár hevur verið skipað fyri
sangløtum í KÍ-høllini
saman við Vitanum, sum
er
gospel-kvartettin
í
Betesda.
– Hetta hava verið so
nevndar syngið-løtur, har
Vitin hevur sungið, og
felagssangur eisini hevur
ljómað. Onkuntíð hevur
verið skipað fyri drama –
við onkrum boðskapi sum
endamáli.
Men soleiðis verður til
takið ikki hesaferð, sigur
Rógvi.
– Eins og onnur ár, hava
vit leigað KÍ-høllina hesar
báðar dagarnar og hava í ár
valt at hava eina evangeliska
fundarrøð, sum vit rópa
tað.
Øll vælkomin
Í KÍ-høllini leygarkvøldið
og sunnukvøldið verður
eisini kaffi at fáa, og Rógvi
Joensen sigur, at øll eru
meira enn hjartaliga væl
komin at verða við til evan
gelisku fundarrøðina hesi
bæði kvøldini.
– Nógv fólk plaga at
koma til tiltøkini í KÍ-
høllini, og vit vænta, at
soleiðis verður eisini hesa
ferð, sigur Rógvi Joensen.
Leygarkvøldi› og sunnukvøldi› ver›ur
stórt evangeliskt tiltak í KÍ-høllini í
Klaksvík, sum Betesda skipar fyri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ein skiftilast mitt
á vegnum
Tá ið starvsfelagi okkara,
Birgir W. Høgnesen, var
á veg úr Vestmanna og
norður til Klaksvíkar í
morgun, sá hann, at
hendan skiftilastin stóð
meira ella minni mitt á
vegnum
oman
til
Syðrugøtu.
Nú ferðslan er vorðin
so nógv, og fleiri keðilig
ar hendingar hava verið
– eisini vanlukkur, har
fólk hava latið lív – halda
vit tað vera rætt av
okkum at gera vart við
og vísa á slíkar støður
sum hesa.
Støður, sum kunnu ger
ast vandamiklar, um illa
vil til.
Í mongun var ljóst, tá
ið Sosialurin koyrdi fram
við, men einki er at ivast
í, at ein slík last so mitt á
vegnum
kann
vera
rættiliga vandamikil fyri
ferðsluna í myrkri.
Vit sóu eingi skelti,
sum siga frá, at lastin
stendur á vegnum í
Syðrugøtu.
Ein slík skiftilast er
tung, og hon fer neyvan
undan, um hon verður
árend av persónbili.
Ivaleyst áttu vit øll at
verið meira umhugsin,
varin og nærløgd, tá ið
vit arbeiða á vegnum –
ella ferðast eftir vegunum
kring um landið.
- vilmund
Leivdir av
flogfarinum
Í Indonesia hava tey nú
funnið leivdir av flog
farinum, Boing 737-400,
sum fyri tíggju døgum
síðan hvarv við 102
ferðafólkum umborð.
Tíðindastovan AP ber
hesi tíðindi.
Tað var í gjár, at leiti-
og bjargingarlið komu
fram á partar av flog
farinum í útnyrðings
partinum av Indonesia –
á oynni Sulawesi.
Tað var leiðarin fyri
leitingini, Eddy Suyanto,
sum í gjár upplýsti, at
teir høvdu funnið partar
av
ferðafólkaflogfari
num.
– Eingi fólk eru funnin,
hvørki livandi ella deyð,
sigur Eddy Suyanto.
Dagin eftir, at flogfarið
hvarv, gingu søgur um,
at 12 fólk vóru funnin á
lívi, men seinni avsann
aðu indonesar tíðindini
og søgdu, at flogfarið
kortini ikki var funnið.
- vilmund
ES tekur tøk fyri umhvørvið
– Ein minking í
útlátinum av CO2-
gassi er av avgerandi
týdningi í stríðnum
móti veðurlagsbroyt
ingum, heldur ES-
nevndin, sum nú
hevur lagt eitt upp
skot fram um nýggjan
orkupolitikk
Umhvørvi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
ES-nevndin legði fyrr í
vikuni fram eitt uppskot
um nýggjan orkupolitikk,
har eitt av høvuðsmálunum
er, at útlátini skulu minka
við 20% í mun til tað, tey
vóru í 1990.
Tey mest týðandi málini,
sum ES-nevndin ynskir at
røkka á orkupolitiska øki
num innan ár 2020, eru
hesi:
• Útlátini av vakstrarhús
gassum skulu minkast við í
minsta lagi 20% í mun til
útlátini í 1990. Í dag er
málsetningurin ein mink
ing upp á 8% innan 2012.
• 20% av orkunýtsluni í
ES skal nøktast við end
urnýggjandi orkukeldum. Í
dag nøkta endurnýggjandi
keldur bert 7% av nýtsl
uni.
•
Limalondini
skulu
sjálvi gera av, í hvønn mun
tey ynskja at gera nýtslu av
kjarnorku sum orkukeldu.
Um kjarnorkuverk halda
uppat, skulu aðrar orku
keldur, sum hava minni
útlát, setast í staðin.
• Í minsta lagi 10% av
ferðsluni í ES-londunum
skal koyra við bio-drív
evni.
• ES-londini skulu minka
um CO2-útlátið.
• 12 stór royndarverk –
við ongum útláti - skulu
setast upp innan 2015, og
innan 2020 skulu kola
orkuverk byggjast út við
tøkni, sum minkar um
CO2-útlátið.
Samtykkjast fyrst
Enn eru hesi glæsiligu mál
bara nøkur uppskot, sum
skulu samtykkjast av ráð
harraráðnum í ES og í ES-
parlamentinum, áðrenn tey
kunnu førast út í lívið.
ES-nevndin ynskir eisini
at gera nógv meira við
gransking innan orku og
orkukeldur.