hósdagur 11. januar 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 8 - 11. januar 2007
ítróttur
– Reyða kortið var ikki í lagi. Skotið hjá mær var sera vánaligt, tá eg
rakti málverjan í høvdið, men hann flytur seg, og tí átti eg ikki at verið
rikin av vølli
Finnur Hansson, StÍF
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
– Vit vóru
ikki nóg
klárir
Regin Joensen hjá VÍF
var ikki heilt nøgdur
við fyrru hálvfinaluna í
Coca Cola-kappingini,
sjálvt um teir vunnu á
KÍF.
– Nei, vit vóru ikki
heilt nøgdir við dystin.
Vit fáa slett ikki bóltin at
koyra í álopinum, og vit
hava eisini stórar trupul
leikar við at sleppa fram
við verjuna hjá koll
firðingum. Verjan hjá
okkum stóð hinvegin
rættiliga væl, og serliga
Eli stóð ein branndyst í
málinum. Eg haldi sum
heild, at vit vóru ikki
nóg klárir til dystin í
dag, og hetta var ikki
júst útgangsstøðið, sum
vit ætlaðu okkum undan
seinna dystinum.
– Vit mugu
vinna
seinna
dystin
Eftir fyrru hálvfinaluna
millum VÍF og KÍF
fingu vit orðið á striku
spælaran hjá KÍF, Gert
Hansen. Hann var sera
væl nøgdur við verjuna
henda dagin.
– Eg haldi, at vit kempa
ótrúliga væl í dag. VÍF
hevur stórar trupulleikar
av okkara ágangandi
verju, og henda partin
av spælinum eru vit sera
væl nøgdir við. Hinvegin
fáa vit kanska ikki nóg
nógv mál, men verjan og
málverjin hjá VÍF spæla
eisini ein góðan dyst,
og teir gera tað trupult
fyri okkum. Vit ætlaðu
okkum til Vestmanna at
vinna dystin í dag, men
skuldu vit tapa, so er fínt
at tapa við einum málið.
Nú mugu vit bara vinna
seinna dystin í Kollafirði
um tvær vikur.
VÍF dró longra
stráðið, tá teir høvdu
vitjan av KÍF í fyrru
hálvfinaluni í Coca
Cola-kappingini. Men
finaluspurningurin er
enn púra opin
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyrru hálvfinalurnar í
Coca Cola-kappingini hjá
monnum vóru á skránni
í gjárkvøldið, og í øðrum
av dystunum tók oddaliðið
í
bestu
mansdeildini,
VÍF, ímóti grannunum úr
Kollafirði.
Gongdin
hjá
VÍF
hevur verið sera góð í
landskappingini
síðstu
dystirnar. Teir hava vunnið
síðstu 8 dystirnar, og tí vóru
teir eisini mettir at vera
favorittar í dystinum ímóti
kollfirðingum.
Hjá KÍF hevur verið meir
upp og niður í ár. Undan
dystinum ímóti VÍF lógu teir
á fjórða plássi, men síðstu
dystirnar hava víst, at teir
saktans kunnu koma longur
upp eftir stigatalvuni. So
spurningurin var, um KÍF fór
at klára at steðga sigursrøðini
hjá vestmenningum.
Sterkar verjur
Frá byrjan av var einki,
sum bendi á, at VÍF fór at
fáa ein lættan dyst ímóti
gestunum úr Kollafirði. KÍF
legði nevniliga betur fyri, og
um miðjan hálvleik førdu
teir við tveimum málum.
Hesa
løtuna
sóu
áskoðararnir ikki nakað flott
og polerað hondbóltsspæl.
Hinvegin sóu teir verju- og
málmansspæl á sera høgum
støði, og bæði liðini høvdu
stórar trupulleikar at spæla
seg fram við verjuni hjá
mótstøðuliðnum.
Sum hálvleikurin leið
mannaði VÍF seg upp. Spælið
fór at glíða betur í álopinum,
og hetta gjørdi, at teir vunnu
sær eina tvey mála leiðslu
seint í fyrra hálvleiki. Hesa
løtuna riggaði verjan eisini
væl hjá vestmenningum,
meðan KÍF slett ikki fekk
sítt álop at koyra. Nú lá í
luftini, at VÍF skuldi fara
frá gestunum, men hetta
vildi KÍF ikki loyva. Teir
kempaðu seg innaftur í
dystin, og teir fingu eisini
samband, áðrenn farið varð
til hálvleiks.
VÍF hevði munin
Seinni hálvleikurin byrjaði
so at siga akkurát sum fyrri.
Fyrstu løtuna hevði KÍF
munin, og tá ið góðir 5
minuttir vóru farnir, høvdu
teir lagt seg á odda, men
so tók VÍF eitt sindur yvir.
Næstu langu løtuna settu
teir dagsskránna, meðan
KÍF haltaði eitt sindur aftan
á. Tó so, VÍF var ongantíð
langt frammanfyri, og hvørja
ferð teir løgdu seg á odda við
einum ella tveimum málum,
so bardi KÍF seg inn aftur
í dystin. Trupulleikin hjá
kollfirðingum var bara, at
teir kláraðu ikki at leggja
seg á odda. Hvørja ferð teir
komu upp á javnleik, so fór
VÍF fram um aftur.
Sum dysturin leið gjørdist
greitt, at munurin fór at vera
at kalla eingin millum liðini.
Tá tríggir minuttir vóru eftir
at spæla, megnaði KÍF enn tá
at leggja seg á odda, men ikki
gekk log tíð, so hevði VÍF
svarða aftur, og tá dómarin
bríkslaði fyri síðstu ferð,
høvdu vestmenningarnir
vunnið – um enn tepurt.
Sjálvt um dysturin ikki
var tann málríkasti, so var
hann sera spennandi, og
áskoðarnir blivu vitnir til ein
intensan dyst, har verjurnar
og málverjarnir vístu sera
gott spæl. Munurin á liðunum
var ikki stórur, og tí verður
alt avgjørt mikudagin tann
24. januar, tá KÍF tekur ímóti
VÍF í seinnu hálvfinaluni.
VÍF-KÍF 22-21 (11-10):
VÍF vann akkurát
VÍF-KÍF 22-21 (11-10)
Málskjúttar:
VÍF: Áki Olsen 6 (1), Agnar Joensen 5, Regin Joensen
4 (3), Sámal Joensen 3, Áki G. Olsen 2, Ingi Olsen 1,
Harald Bjørgvin 1
KÍF: Damir Oros 9 (1), Gert Hansen 5, Daniel Rapa 4,
Rógvi Weyhe 2, Karl Johan Djurhuus 1,
Brotskøst: VÍF 4, KÍF 4
Útvísingar: VÍF 2, KÍF 4
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen
FAKTA
Vestmenningar hava enn munin, men kollfirðingar hava so sanniliga eisini vónina um, at teir kunnu spæla seg í steypafinaluna fyri fyrstu ferð í 20 ár
savnsmynd