Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 8 - 11. januar 2007 lýsingar Starvsfólk til Fíggjarmálaráðið Søkt verður eftir starvsfólki til móttøkuna í Fíggjarmálaráðnum at byrja sum skjótast. Starvsfólk til móttøkuna Høvuðsuppgávur í móttøkuni eru: • at svara telefonunum hjá Fíggjarmálaráðnum, Gjaldstovuni, Hagstovuni og Toll- og Skattstovuni • at avgreiða viðskiftafólki, sum koma í Fíggjarmálaráðið • at svara fyrispurningum frá borgarum og virkjum, og senda skrivligt tilfar til borgarar og virkir • at gera aðrar fyrifallandi uppgávur fyri stovnarnar í Fíggjarmálaráðnum Førleikakrøv Tann, sum settur verður, skal hava 9. floks prógv. Royndir frá líknandi starvi eru ein fyrimunur. Tað setti skal vera fyrikomandi, kundavinarligur og hava góðan málburð á føroyskum, donskum og enskum. Setanartreytir Lønar- og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið er flokkað í 1. lf., og er fulltíðarstarv. Setanarøki Núverandi setanarøkið er Stýrið, men fevnir annars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Nærri frágreiðing um starvið Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgit Hansen á tlf. 352600. Umsóknir Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, ummælum og upplýsingum um viðkomandi starvs- royndir, skal vera Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 29. januar 2007 Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Postsmoga 2151 FO-165 Argir Merk brævbjálvan: »Umsókn« Toll- og Skattstova Føroya Í Fíggjarmálaráðnum húsast sjálvt Fíggjar- málaráðið, Føroya Gjaldstova, Hagstova Føroya og Stýrið fyri Toll- og Skattstovu Føroya. Í Fíggjarmálaráðnum starvast 90 fólk. Í deildunum hjá Toll- og Skattstovuni kring landið starvast 140 fólk. Lýsingin sæst eisini á heimasíðu okkara www.tollskatt.fo E-mail: tollskatt@tollskatt.fo H j ú n a l e g a Tit eru hjartaliga vælkomin á hjúnaleguna, sum verður á Hotel Vágum í vikuskiftinum 26.-28. januar 2007. Kostnaðurin er kr. 2.400,- fyri hjún. Pláss er fyri 24 hjúnum. Enn eru pláss eftir. Tekningargjaldið er kr. 400,- sum er íroknað samlaða kostnaðin. Til ber at tekna seg við at ringja 313508 innan 17. januar 2007. Undirvísari verður Eivind Frøen. Hjartaliga vælkomin! > Telefonráðgeving > Anonymitet > Tagnarskyldu > Stundir at lurta K R E A . F O . TEL 47 80 80 www.blakross.fo 80 ára dansur Tann árligi 80 ára dansurin hjá AB-stuðlum verður í Ítróttarhøllini á Hálsi 3. mars. Teir vælumtóktu dansibólkarnir Science Fiction úr Klaksvík og Julianneboys úr Havn spæla. Eisini vendur Gunnar Nolsøe úr Klaksvík plátum. AB-stuðlar