fríggjadagur 12. januar 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 9 - 12. januar 2007
tíðindi
Bryan Rice, sum í
fjør fekk rættiligt
gjøgnumbrot í
Danmark, verður við
til Planet Awards, har
hann fer at hava eina
framførslu við sínum
kendu poppsangum
Ein av best umtóktu popp
sangarunum í Danmark
kemur til Føroya í sambandi
við Planet Awards. Føroyska
virðislønartiltakið verður
hildið á Hotel Føroyum
tann 27. januar, og millum
tey, sum skulu á pallin at
framføra, verður ein danskur
poppsangari.
Tað er Bryan Rice, sum
hevði eitt risahitt við sang
inum No Promises í fjør.
Hann fekk rættiligt gjøgn um
brot í Danmark, og útgávan
Confessional stóð seg so væl,
at Bryan Rice er í uppskoti
til eina Zulu virðisløn sum
besti sangari í 2006.
Rice hevur alt
Bryan Rice hevur eina fram
úr góða rødd, og hann setir
rættiligan dám á sín popp
tónleik við sterku røddini
hjá sær. Hann fær fólk bæði
at smílast og tára, tá ið hann
syngur antin lættar popp
sangir ella vakrar balladur.
Sagt verður, at Bryan Rice
onkursvegna líkist sangarum
sum John Legend, Gavin
DeGraw og James Blunt,
men tað er tó okkurt serstakt
við danska sangaranum.
Sangurin No Promises
bleiv gjørdur til filmin
Nynnes Dagbog, og hann
gjørdist stóra gjøgnumbrotið
hjá Rice.
– Eg gjørdi sáttmála við
Bryan Rice uttan at hava
hitt hann. Eg kendi hann
ikki, men eg hoyrdi hann
syngja, og eg helt, at hann
hevði so framúr góða rædd,
at eg kundi ikki standa ímóti
honum. Hann hevur altjóða
format – bæði við røddini og
síni útstráling, sigur Remee,
sum í 2005 gjørdi soun
trackið til Nynnes Dagbog.
Og tað er okkurt, sum
bendir á, at Remee hevur
rætt, tí tað hevur gingið
strúkandi hjá Bryan Rice,
síðani fløgan hjá honum
kom út í Danmark í fjørvár,
og nú er hann í uppskoti til
eina Zulu virðisløn.
Røddin var til
meira enn kór
Áðrenn gjøgnumbrotið sum
solistur, var Brian Risbjerg
Clausen, sum hansara kristn
að navn er, virkin í donskum
tónleiki. Hann syngur millum
annað kór á sanginum From
Paris To Berlin hjá Infernal,
og hann legg ur eisini rødd til
Jukebox hjá Bent Febricius-
Bjerre.
Men flott røddin hjá Bryan
Rice var til meira enn bert
kórsang, og seinasta árið
hevur hann rættiliga roynt
flogið sum solistur.
Nú kemur hann so til
Føroya á fyrsta sinni, og hann
fer at hava eina framførslu til
Planet Awards.
Atgongumerki til stór
fingna tiltakið Planet Awards
fáast til keyps í Telebúðunum
í Havn, Klaksvík og Runa
vík. Tey kunnu eisini keyp
ast umvegis teleshop.fo
og í Miðlahúsinum í Vágs
botni. Avmarkað nøgd av
atgongumerkjum
verða
seld.
Donsk poppstjørna á Planet Awards
Bryan Rice hevur eina framúr góða rødd, og hann syngur bæði lættan popptónleik og vakrar balladur
Havtaska ferðast
Tey flestu, sum hava sæð ein náttúrufilm av havsins botni,
munnu uppfata havtaskuna sum ein fisk, ið ligg ur í sandinum
á botni og gloypir tí, sum fyri kjaftin rekur. Men kanningar
hjá íslendsku fiskirannsóknarstovuni vísa, at havtaskan men
kann ferðast langan veg. Í einum føri varð ein merkt havtaska
fingin aftur heilar 343 fjórðingar frá tí staðnum, har hon var
vorðin merkt. Hon hevði tá ferðast hálvan fjórða fjórðing
um dagin.
Lógarrit heimasíðu
Føroyskt Lógarrit, vanliga stytt FLR, hevur fingið nýgg ja
heimasíðu, har fólk kunnu fáa upplýsingar um virksemið
hjá Føroyskum Lógarriti. FLR er eitt løgfrøðiligt/
stjórnmálafrøðiligt tíðarrit, og FLR skipar fyri at geva út
tilfar, sum lýsir og greinar mál av týdningi fyri føroyska
løgdømið. Bæði føroyskir og útlendskir frøðingar skriva
í tíðarritið. Á nýgg ju heimasíðuni, sum eitur www.flr.fo
kunnu fólk tekna seg sum haldara.