Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 12. januar 2007  tíðindi Atlantic Airways og Smyril Line fingu tað mesta av milliónini, sum Ferðaráð Føroya í fjør lat eftir krónu-til- krónu prinsippinum at marknaðarføra Føroyar uttanlands Marknaðarføring Gunnar Skúvadal ”Project Name Recog­ nition” hjá Smyril Line. Og “Road Show” í Noregi hjá Atlantic Airways. Hetta vóru tvær av verkætlanunum, sum fingu stuðul frá Ferða­ ráðnum eftir krónu til krónu meginregluni í fjør. Tiltakið er aftur í ár, og Ferðaráðið hevur nýliga havt lýsingar í bløðunum, har tey, sum halda seg ganga undir treyt­ irnar, kunnu søkja. Serliga týskarar Verkætlanin hjá Smyril Line var serliga vend móti týskarum. Við at lýsa í lokalum bløðum, senda út faldarar, vitja ferðamessur sum serliga venda sær til týskarar og lýsa málrættað til týskar ferðamannastovur vildi Smyril Line økja um kunnleikan hjá týskarum og vekja teirra áhuga fyri at koma til Føroyar at ferðast. Tað sigur Unn á Lað, leiðari á Marknaðardeildini hjá Ferðaráðnum. Smyril Line fekk eisini stuðul frá Ferðaráðnum til at lýsa uttanlands við altjóða fiskikappingini sum var í Runavík í fjør, Smyril Line International Sea Angling Cup. Atlantsflog tríggjar Atlantic Airways vendi sær serliga til norskar ferða­­­smiðir í tiltaki­num Road Show í Noregi, sum aðrir før­­­oyskir ferða­ smiðir eisini fingu møgu­ leika at vera við í. Enda­ málið var at lýsa Føroyar sum ferðamannaland hjá norsk­um ferðasmiðum og eisini hjá norskum fjøl­miðlum. Atlantsflog fekk eisini stuðul til tvær aðrar verk­ætlanir. Onnur var ein lýsingar­her­ferð í Íslandi, sum skuldi fáa fleiri íslendingar at koma hendaveg í lágárs­tíðini. Hin var ein verk­ætlan sum saman við het­lend­ ingum skuldi lata eyg­uni hjá bretum upp fyri møgu­ leikanum at ferðast henda­ vegin. Tilsamans fingu Atlantic Airways og Smyril Line meir enn helvtina av millliónini, sum Ferðaráðið hevði sett av til endamálið. Smáu eisini við Millum smærru virkini, sum fingu stuðul, var Green Gate Incoming, sum fekk stuðul til tað tey kalla eina MICE verkætlan. MICE er stytting fyri Meetings, Incentives, Conferences og Events. Endamálið var at marknaðarføra Føroyar sum eitt nýtt og áhugavert tilboð til málbólkin, sigur Unn á Lað. Stuðul varð eisini latin til eitt Cruise samtak, har Tor Shipping, MB Tours, Skipafelagið, Green Gate Incoming og Tórshavnar Havn vóru við í. Endamálið var at marknaðarføra Før­ oyar sum ferðamál hjá Cruise skipum, og soleiðis fáa fleiri at koma til Før­ oyar. Onkur fekk onki Fleiri krøv verða sett verk­ ætlanunum, sum søkja um stuðul til marknaðarføring frá Ferðaráðnum. Talan skal vera um serlig tiltøk, tað vil siga, at Ferðaráðið letur ikki stuðul til vanligu marknaðarføringina hjá fyri­ tøkuni. Eisini skal ætlanin halda seg innanfyri eina kostnaðarrammu. Í ár er hon í minsta lagi 50.000 krónur og í mesta lagi 250.000 krónur. Í fjør vóru nakrar verk­ ætlanir, sum fingu noktandi svar um stuðul. Ein snúði seg um at marknaðarføra føroyska list á internetinum. Og ein onnur snúði seg um at byggja fjallasmáttur, og var meir at meta sum ein íløga heldur enn markn­ aðarføring, sigur Unn á Lað, marknaðarleiðari. Freistin at søkja um at fáa lut í milliónini, sum Ferðaráðið hevur sett av til serlig tiltøk innan markn­aðarføring, er í ár 5. februar. Royndur danskur trubadurur í Café Natúr Danski sangarin og sangskrivarin David Skydsgaard fer frá í annað kvøld hóskvøldið og fram til og við sunnukvøldinum at undirhalda á Café Natúr. Skydsgaard er royndur trubadurur og hevur altíð skriva og spælt løg. Hann hevur arbeitt innan nógvar ymiskar tónleikagreinar, m.a. harðan rokkónleik, akkustiskan fólkatónleik, blústónlei og sum einmannsbólkur í einum sirkusi. Seinastu 15 árini hevur hann liva av tónleikinum, sum einstaklingur og í ymiskum bólkum. Nú gongur leiðin til Føroyar, har Café Natúr leggur pall til hansara. nud Atgongu­ merki til Planet Awards til sølu Atgongumerkini til ársins gallaveitslu Planet Awards eru nú komin í handlarnar, men talan er um sera avmarkaðar nøgdir. Planet Awards Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Aftur í ár heiðra Planet.fo og Sosialurin føroyskum tónleikalívi. Hetta verð­ur gjørt á stórum gallatiltakið á Hotel Før­ oy­um leygarkvøldið 27. januar. Á tiltakinum vera Planetir handaðar til: • Besta útgávu • Besta bólk/einstakling • Besti sangara • Bestu songkvinnu • Besta nýggja bólk/ einstakling • Besta útlendska bólk/ einstakling • Serliga planet herðaklappið Eisini verður góður tón­ leikur at hoyra, bæði føroyskur og útlendskur. Á tiltakinum verða tey innstillaðu gestir, her er tilsamans talan um 35 bólkar, og hetta eru nógv fólk. Tí er talið á seldum atgongumerkjum avmarkað til 400. Kom­ andi dagarnar verða lut­ takandi tónleikanøvn av­dúkaði. Men longu nú ber til at tryggja sær at­gongd til ársins galla tiltak. Atgongumerki til Planet Awards, ein væl­ komudrykk, herligt One Fork Meal og dans aftan á kostar kr.250 og fæst í Telebúðunum í Havn, Runavík, Klaksvík, í Miðla­húsinum í Vágs­ botni og á teleshop.fo Tiltakið hevur 18 ára aldursmark. Hetta vikuskiftið verða nógv lániløg at hoyra í Manhattan, tá tveir av okkara bestu barrsangarum gera um seg í barrini Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fríggjakvøldið fer Jens Marni Hansen at undir­ halda í Manhattan, ið fríggja­­kvøldið leggur pall til sein­astu konsertina við Høgna Reistrup í hesum umfari­num. Høgni Reistrup tvífaldur finalistur í Singer/Song­ writer kappingini og odda­ maður í Lawetz, í báð­um samanhangum hevur Høgni víst seg sum ein fram­úr­ skarandi sangskriv­ara. Men leygarkvøldið verður ikki talan um egin løg. - Eg fari mest at spæla Bob Dylan og tílíkt, sama program, sum eg og Finnur Jensen plaga at spæla, sigur Høgni. Høgni hevur spælt rætti­ liga fitt í Manhattan og á Café Natúr, síðan hann kom til Føroyar í sambandi við jólafrítíðina. Men sunnu­ dagin gongur leiðin aftur til Århus, har hann lesur. Jens Marni Hansen hev­ ur, síðan hann fyrstu ferð gjørdi vart við seg sum næst stuttligasti maður í Kollafirði og sum gittar­ leikari í Kjølum, verið odda­ maður í All That Rain og ein av nógvum oddamonnum í Showmonnum. Men øll árini hevur Jens Marni verið at hoyrt sum einstaklingur við kassagittaranum. Við ráðu røddini er hann uttan iva Føroya besti Bryan Adams tulkari, og skemtiligur sum fáur. Høgna Reistrup Jens Marni og Høgni í Manhattan Teir stóru fóru við milliónini Saman við fløgførunum hjá Atlantic Airways fór Norrøna avstað við bróðurpartinum av milliónini, sum Ferðaráðið læt til marknaðarføring í fjør. Freistin fyri nýggjum umsóknum er í ár sett til 5. februar