fríggjadagur 12. januar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 9 - 12. januar 2007
tíðindi
Strategibólkurin
fyri arbeiðsmarknað
hevur lagt fram
uppskot til hoyringar
um framtíðar
arbeiðsmarknað.
Visjón 2015
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Strategibólkarnir
fyri
arbeiðsmarknað, infrakervi
og tilfeingi hava sent upp
skot síni til hoyringar. Í
pappírunum lýsa strategi
bólkarnir hvørji mál eiga
at verða sett fyri økini, og
hvat eigur at verða gjørt,
fyri at røkka málunum.
Í blaðnum í dag vísa vit
á niðurstøðurnar hjá bólki
num, sum hevur arbeitt við
arbeiðsmarknaðinum. Vón
in er, at vit fáa høvi til at
vísa til strategipappírini frá
hinum báðum bólkunum í
einum av komandi bløðu
num.
Líður móti endanum
Sambært heimasíðuni hjá
landsstýrinum um Visjón
2015, líður væl við arbeiði
num at leggja Visjón 2015
til rættis. Sambært tíðar
ætlanini eru nú bert trígg
ir bólkar eftir, sum skulu
leggja tilfar út til hoyringar.
Tað bólkarnir, sum viðgera
alheimsgerð,
samfelags
bygnað og vælferð.
Tá allir strategibólkarnir
eru lidnir við síni strategi
pappír, verður tilfarið savna
í eitt rit, ið verður handað
Landsstýrinum.
Aðalmálið sett
Umframt embætisfólk og
fólk við løgfrøðiligum før
leikum, hevur bólkurin
um arbeiðsmarknað verið
mannaður av fólki frá
arbeiðsmarknaðinum, bæði
løntakara- og arbeiðsgevara
síðuni.
Tey siga, at aðalmálið fyri
føroyska arbeiðsmarknaðin
er ein vælvirkandi, menn
andi, tryggur og rúmligur
arbeiðsmarknaður,
har
tað er lætt hjá øllum at
bjóða fram og fáa skikkaða
arbeiðsmegi.
Rættlag á í 2010
Í niðurstøðuni sigur bólk
urin, at í einum framtíðar
samfelagi eru øll í størri
mun virkin og før fyri at
umstilla seg til nýggjar
umstøður.
- Yvirskipaða málið er ein
vælvirkandi
arbeiðsmark
naður, har sáttmálar, arbeiðs
marknaðarlóggáva og arbeiðs
marknaðarskipanir samvirka,
soleiðis at ósemjur og trætumál
á arbeiðsmarknaðinum verða
loyst skjótt og á rætta staði.
Allar
arbeiðsmarknaðar
lógir og allar arbeiðsmarkn
aðarskipanir skulu vera dag
førdar innan 2010 og síðan
dagførdar við jøvnum millum
bilum, skjýtur bólkurin upp.
Trivnaðin upp
Ein háttur at draga arbeiðs
megi til sín og millum
annað eisini at minka
um sjúkufráveruna, er at
seta trivnaðin á arbeiðs
plássunum í hásæti. Gott
arbeiðsumhvørvi er ein av
hornasteinunum í hesum
sambandi.
Arbeiðsloysisskipan og
arbeiðsávísing eru øki,
sum partarnir á arbeiðs
marknaðinum hava staðið
fyri at skipa. Partarnir á
arbeiðsmarknaðinum skulu
framhaldandi varða av hesi
skipan.
- Høvuðsendamálini við
henni er at hjálpa teimum
fíggjarliga,
sum
gerast
arbeiðsleys, at gera tað
smidligt at skifta arbeiði
og at útvega arbeiðsmegi.
Útgjaldið til arbeiðsleys
skal tryggja tí arbeiðsleysa
nøktandi kor, verður sagt.
Partarnir áseta
Í Føroyum eins og í hinum
Norðurlondunum eru tað
partarnir á arbeiðsmarknað
inum, sum við ásetingum
í sínámillum sáttmálum
skipa viðurskiftini á arbeiðs
marknaðinum. - Tað, sum
partarnir ikki vilja ella
ikki eru førir fyri at skipa í
sáttmála, verður skipað við
lóg, sigur bólkurin.
Hetta hevur við sær støð
ugan og liðiligan arbeiðs
marknað, og vit eiga at
halda fast við hendan leist
in.
Lívslong læra
Strategibólkurin staðfestir,
at yvirskipaða málið er
lívslong læra. Øll, sum í størri
ella minni mun eru knýtt
at
arbeiðsmarknaðinum,
verða partur av eini før
leikamenningarskipan. Á
tann hátt kunnu hesi altíð
økja um førleikar sínar,
og hevur hetta við sær,
at fakliga flytførið eisini
verður økt.
- Arbeiðstøka arbeiðs
megin,
harundir
eisini
leiðslan, skal støðugt før
leikamennast, eitt nú við
skeiðum og styttri útbúgv
ingum. Serligur dentur
skal leggjast á at førleika
menna ófaklærda arbeiðs
megi. Framhaldandi eftirút
búgvingarskipanir
skulu
skipast, soleiðis at málið um
førleikamenningartilboð
til øll, uttan mun til starv,
kyn og bústað, kann verða
rokkið, siga tey í uppriti
num.
Eftirløn til øll
Yvirskipaða málið í mun
til tann trygga arbeiðs
marknaðin eru persónligar
eftirlønarskipanir, sum sam
virka við fólkapensjónina
og samhaldsføstu arbeiðs
marknaðarskipanina. Sam
felagið hevur evstu ábyrgd
av, at øllum er tryggjað
lívsgrundarlag við pen
sjónsaldur. Til tess at tryggja
fíggjarligt lívsgrundarlag í
pensjónsaldri, skulu øll, sum
eru á arbeiðsmarknaðinum,
gjalda í eina alment góð
kenda eftirlønar-skipan.
Rúm fyri øllum
Í mun til tann rúmliga
arbeiðsmarknaðin, skal rúm
vera fyri øllum á arbeiðs
marknaðinum.
- Øll skulu kunnu hava eitt
virkið arbeiðslív, og eingin
skal vera fyri mismuni á
arbeiðsmarknaðinum,
hvørki av skerdum arbeiðs
førleika ella aldri. At skapa
rúm fyri fólki við skerd
um arbeiðsførleika er ein
gagnlig íløga, ikki bert
hjá viðkomandi fólki, men
eisini hjá arbeiðsplássunum
og samfelagnum sum heild.
Fólk við skerdum førleika
eru virðismikil arbeiðsmegi,
sum arbeiðsgevarum fer at
tørva framyvir, sigur bólk
urin.
Góðar liviumstøður
Bólkurin sigur, at síðst,
men ikki minst, skal tað
vera lætt at bjóða fram og
fáa skikkaða arbeiðsmegi.
- Í hesum sambandi er
yvirskipaða málið at beina
burtur allar forðingar fyri at
bjóða fram og fáa skikkaða
arbeiðsmegi, bæði tá talan
er um arbeiði í Føroyum
og uttanlands, verður borið
fram.
Og skoytt verður uppí, at
Føroyar skulu allar vera ein
arbeiðsmarknaður.
- Ein av fortreytunum
fyri hesum er, at samferðslu
kervið skal vera vælútbygt,
ferðakostnaðurin millum
heim og arbeiðspláss lágur,
eins og at bústaðar- og barna-
ansingarmøguleikarnir
skulu vera góðir um alt
landið.
Arbeiðsmegi
millum lond
Tað skal vera lætt hjá før
oyingum at bjóða fram
arbeiðsmegi sína uttanlands,
og útbúgvingarkrøv, útbúgv
ingarstandardir, løggilding
ar o.a. skulu sostatt vera í
samsvari við krøvini aðra
staðni.
Bólkurin sigur, at er ikki
nóg mikið av (skikkaðari)
arbeiðsmegi tøk í Før
oyum, skal vera lætt hjá
arbeiðsgevara at fáa neyðuga
útlendska arbeiðsmegi ta
tíðina, ið tørvurin er. Hetta
skal fremjast soleiðis, at
útlendsk arbeiðsmegi virkar
undir
teimum
treytum,
sáttmálum og lógum, sum
galda í Føroyum.
Visjónir um arbeiðsmarknaðin
Sólarmagn vitjar Vágs kirkju
Hetta vikuskiftið er kórið Sólarmagn farið á venjingarlegu í Suðuroy. Í
vetur hevur kórið arbeitt við skránni til eina Várkonsert, sum skal verða í
høvuðsstaðarøkinum seinni í ár. Men í fyrsta umfari er kórið farið suðureftir at
brýna tónleikin í Vágs kirkju.
Vágs kirkja er tiltikin fyri góð ljóðviðurskifti. Kórið venur dagliga í trongum
umstøðum og gleðir seg tí til at royna síni evnir í hesum framúr góða kirkjurúmi,
har góð hjálp fæst úr akustikkinum.
Kórið fer at enda venjingarleguna við eini óhátíðarligari konsert og tey vóna,
at sanghugaðir suðuroyingar koma at lurta – og kritisera. Skráin er blandað, men
meginparturin er svenskur tónleikur. Fróði Sandoy stjórnar kórinum. Konsertin
verður leygardagin 13. januar klokkan 17.
Í bólkinum um arbeiðsmarknað vóru
• Maria Róin, deildarstjóri, formaður
• Snorri Fjalsbak, deildarstjóri
• Alfred Petersen, formaður stýrið ALS
• Kári á Rógvi, løgfrøðingur
• Kristoffur Laksá, stjóri
• Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum
• Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag
• Joanna Djurhuus, fulltrúi
• Sólrun Gleðisheygg, journalleiðari