fríggjadagur 12. januar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 9 - 12. januar 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Nú er nakað fráliðið síðan
Búskaparráðið kom við
síni frágreiðing um gongd
ina í samfelagnum og frá
greiðingin
hevur
verið
umrødd seinasta mánaðin.
Ein av niðurstøðunum í frá
greiðingini er, at virksemið
í kommunum er ein alsamt
vaksandi partur av føroyska
samfelagsbúskapinum og
mælt verður til, at landið og
kommunurnar gera karm
ar fyri kommunala virk
seminum. Og landsstýris
menninir í fíggjarmálum
og í kommunumálum lógu
ikki á boðunum.
Búskaparráðið og lands
stýrismennirnir hava rætt
í, at stórur vøkstur er á
kommunala
økinum,
meðan útreiðslurnar hjá
landinum ikki eru hækk
aðar samsvarandi. Men frá
greiðingin er sera einføld.
Sum heild hevur tað
almenna ikki spart eina
krónu á nøkrum øki. Teirra
háttur at spara, er við at
leggja sínar útreiðslur við
lóg yvir á onnur, t.d. á
arbeiðsgevarar og arbeiðs
takarar, og serliga yvir á
kommunurnar.
Í samband við frágreið
ingina hjá Búskaparráðnum
er nevnt, at kommunurnar
uppføra seg ábyrgdarleyst
í samband við kommunu
samanleggingar. Mær vit
andi eru bert Gøtu Komm
una og Leirvíkar Kommuna,
sum í hesum skeiði hava
gjørt sáttmála um komm
unusamanlegging, og er tað
gjørt í samsvari við almenna
politikkin á hesum økinum.
Tí kann áðurnevnda útsøgn
virka ørkymlandi fyri borg
ararnar í okkara komm
unum og fari eg at lýsa
gongdina og støðuna hjá
okkum í Leirvík.
Leirvíkar Kommuna hev
ur seinastu 20 árini verið
niðurbundin
av
stórari
skuld. Øll hesi árini hava
skiftandi bygdarráð stríðst
við at reka kommununa,
samstundis tey hava gold
ið stóru skuldina niður.
Bygdarráðini hava víst
og vísa framvegis stóra
fíggjarliga ábyrgd. Skatta
prosentið hevur verið uppi á
23, meðan roynt hevur verið
at hildi rakstri og íløgum
niðri. Tí hava viðlíkahald
og íløgur bíðað.
Seinastu
árini
hevur
kommunan fingið størri
fíggjarligt rásarúm. Skuld
in er nógv minkað og inn
tøkurnar eru hækkaðar,
ikki tí at skattaprosentið
er hækkað, men tí at inn
tøkugrundarlagið er mun
andi økt. Hesum kunnu vit
takka arbeiðssomum leir
víksingum og einum virk
num og fjølbroyttum vinnu
lívi í bygdini fyri.
Men føstu kommunalu
útreiðslurnar eru eisini
hækkaðar,
serliga
á
almanna og heilsu økinum.
Tá ið kommunurnar yvir
tóku barnaansingina rind
aði landskassin 40% av
rakstrinum,
kommunan
30% og foreldrini 30%.
Nú hevur kommunan yvir
tikið landskassans part og
rindar 70% av rakstrinum,
allar íløgur og hølisút
reiðslurnar. Hóast kommu
nalu útreiðslurnar til barna
ansing eru øktar við fleiri
milliónum krónum, hevur
yvirtøkan av barnaansingini
verið ein fyrimunur fyri okk
ara kommunu, tí arbeiðs
marknaðurin hevur fingið ta
arbeiðsmegið, sum teimum
hevur tørvað. Virksemi er
økt og tí er ansingartørvurin
øktur og útreiðslurnar á
barnaansingarøkinum eru
vaksnar samsvarandi. Sam
anumtikið hevur hetta verið
til framburð fyri okkara øki
og samfelagið sum heild.
Foreldur, sum ikki fáa
børn síni í kommunala ans
ing, fáa stuðul frá Almanna
stovuni at verða heima
og ansa sínum barni. Her
fann tað almenna aftur ein
genialan hátt at spara, við
at senda rokningina víðari
til kommunurnar at gjalda.
Soleiðis fingu kommunur
nar álagt eina útreiðslu aft
urat frá landinum og eitt
greitt signal um, at barna
ansing ikki longur er eitt
kommunalt tilboð, men
ein uppgáva, sum komm
unurnar hava skyldu til at
loysa. Og tað gera vit fegin.
Men tað kostar pengar,
nógvar pengar……
Í 2006 yvirtóku kommun
urnar
barnaverndarøkið.
Og saman við tí, fylgdu
stuðlarnir eisini við. Í 2005
kostaði hetta økið samlað
Leirvíkar Kommunu 10.000
kr. Í 2007 hava vit avsett
1.700.000 kr. til barnavernd
og stuðlar!
Landsstýrið, ella kanska
rættari sagt landsstýris
menn, hava lyndi til at
skapa ein nýggjan tørv á
ymsum økjum fyri síðan
at tveita tað frá sær aftur.
Sum dømi kann nevnast
fruktskipanin í skúlunum.
Landsstýrismaðurin bjóð
aði øllum skúlabørnum
ókeypis frukt, men á nýggj
árinum tók hann hetta
tilboð aftur. Eitt annað
dømi er almenni stuðulin
til umsorganararbeiði til
tey gomlu í kommunum.
Nú verður hetta tilboðið
partvís tikið aftur við eini
nýggjari kunngerð. Skal
so okkara kommuna eisini
yvirtaka hesa uppgávuna
hjá landinum? Tað gera vit
longu í ríkiligt mát, ikki
minst á eldraøkinum.
Leirvíkar
Kommuna
brúkar í ár yvir 1 mill. kr.
til rakstur og íløgur innan
eldraøkið. Nakrar hundrað
túsund fara á hvørjum ári
til íløgur í Røktar og ellis
heimið í Runavík og restin
fer til rakstur og til lønir hjá
náttarvaktum á sambýlinum,
sum kommunan rindaði
meginpartin av íløguni av.
Alt hetta gjalda nógvar før
oyskar kommunur, hóast
eldraøkið skal eitast at
liggja hjá landinum.
Spurningurin um eina
felags fíggjarstýring hevur
verið umrøddur seinastu 5
10 árini. Í kommununum
hava vit bíðað og bíðað eftir
hesi skipan, men enn er
einki hent. Mær vitandi eru
kommunurnar ikki ímóti
eini felags fíggjarskipan.
Tað hevði verið áhugavert
hjá okkum at samanborið
kommunalu lyklatølini, sum
kundu givið okkum eina
mynd av, um kommunan
eru á rættari leið og hvat vit
kundu gjørt betri.
Nógv ferð er á føroyska
búskapinum í løtuni. Og
kommunurnar eru ein mun
andi partur av føroyska
búskapinum. Kommunur
nar hava higartil hvør í sínum
lagi víst hógv og ábyrgd.
Tí hevði verið skilagott
um kommunurnar sjálvar
settu seg saman at viðgera,
hvussu kommunurnar best
skipa rakstur og íløgur
komandi árini. Tað er ikki
neyðugt hjá landsstýrinum
at leggja seg uppí. Hetta
klára kommunurnar at loysa
hvør sær og í felag.
Landsstýrismaðurin
í
kommunumálum
hevur
longu nú ein møguleika
at stýra kommunala virk
seminum sambært komm
unustýrislógini. Í grein
43 skal landsstýrismað
urin á hvørjum ári áseta
skattaprosentið av eini álíkn
ing, sum skal brúkast sum
grundarlag til útrokning
av mest loyvdu nettoskuld
hjá einstøku kommununi.
Higartil hevur hetta verið
ásett at vera 23%, men
tað kann lækkast niður
í t.d. 20%. Hetta er ein
skerjing av møguligu netto
skuldini á 13% og fyri
Leirvíkar Kommunu hevði
markið fyri nettoskuldini
lækkað við 4 mill.kr.
Ikki er neyðugt at broyta
kommunustýrislógina.
Kommunustýrislógin
er
hóast alt ”grundlógin” hjá
kommununum. Tí ber ikki
til í tíð og ótíð at broyta
lógina. Ta virðing má lands
stýrið hava fyri komm
ununum.
At stórt virksemi er
kring landið kunnu vit bert
frøast um. Tað er gangligt
fyri okkara samfelag at
ikki alt virksemi er í høv
uðstaðarøkinum. Neyðugt
er við øðrum møguleikum.
Okkara øki í landnyrðingi
er eitt veruligt alternativ
til høvuðsstaðarøkið við
stórum vakstrarmøguleik
um, sum kann gera okk
ara land til eitt ríkari og
fjølbroyttari samfelag.
Samanumtikið er tað
bæði áhugavert og skilagott,
at búskaparfrøðingar og
onnur gera vart við gongd
ina í samfelagnum og koma
við ávarðingum, eisini til
kommunurnar. Men komm
unurnar eiga at fáa høvi til
at vísa samfelagsábyrgd so
at kommunala sjálvræðið
kann varðveitast.
Tí er skilabest, at landsins
myndugleikar taka sær av
sínum trupulleikum fyrst
og lata kommunurnar taka
sær av sínum.
Kommunur og samfelagsbúskapurin
Leirvík
Fríðgerð
Heinesen
24. desember 2006 fingu Elsubeth Johannesen og Rógvi
A. Fossádal, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 50 cm
long og viga›i 3524 gram.
24. desember fingu Karin Maria Djurhuus og Rúni Peter
sen, Fuglafjørður, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og
vigaði 3825.
Tann 31. desembur 2006 fekk Maja K. Hansen Rødovre
eina lítla systur, hon viga›i 4050 gr., var 54 cm og hevur
fingið navnið Sita Hansen. Foreldrini eru Kurt Hansen av
Glyvrum og Maiken Hansen, Klaksvík.
1. januar fingu Tórunn Guttesen og Heini Thomsen, Hoy
vík, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4200 gr.
2. januar fingu Eydna Ljósheim og Johnleiv Thomsen,
Klaksvík, eina dóttur. Hon var 48 cm. long og vigaði
2325 gr.
3. januar fingu Kristvør og Leif Mohr, Klaksvík, eina
dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3200 gr.
4. januar fingu Poula Simonsen og Ásbjørn Petersen, Tórs
havn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3300 gr.
5. januar fingu Kinna Poulsen og Herluf Lützen, Tórshavn,
ein son. Hann var 43 cm. langur og vigaði 1760 gr.
6. januar fingu Gunnbjørg og Jón Guttesen, Trongisvágur,
ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3170 gr.
6. januar fingu Magnhild Joensen og Eirikur Poulsen, Eiði,
eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3300 gr.
9. januar fingu Elken Jacobsen og Dan Eliasen, Skála, eina
dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4200 gr.
10. januar fingu Jona og Eystan í Lon, Húsar, ein son.
Hann var 52 cm. langur og vigaði 3700 gr.
Føðingar
15. november
fekk Baldur ein
lítlabeiggja sum
eitur Bastian,
hann var 43
cm. langur og
vigaði 1730
gr. Foreldrini
eita Rósa og
Pasquale Zarra-
Jacobsen og
búgva í Luzern,
Schweitz.
Malta í Hirtshals
skipar fyri føroysk
um møtum í hesum
býum í Suðurjútlandi:
Esbjerg, Vejkle og
Sønderborg. Elsa og
Poul Jóhan Djurhuus
frá Malta vera við til
møtini
Tíðindaskriv
Annað vikuskiftið í hvørj
um mánað eru vit í Esbjerg,
Vejle og Sønderborg. T.v.s.
at komandi vikuskifti eru
vit á ferð “suður á land”
til hesi møtir:
Fríggjakvøldið 12. januar
kl.19.30 í Esbjerg, møti í
“Den Kristne Forsamling”,
Spangbjerg Møllevej 16c
Mølleparken.
Leygarkvøldið 13. januar
kl.19.00 í Sønderborg,
møti í Skolehjemmet, Sønd
erlandevej 28. Sunnudagin
14. januar kl.10.00 í Sønd
erborg, breyðbróting í Skole
hjemmet, Sønderlandevej
28.
Sunnudagin 14. januar
kl.16.00-16.30 í Vejle,
breyðbróting í hølunum hjá
Frelsunarherinum í Stald
gårdsgade 4. Sunnudagin
14. januar kl.17.00 í
Vejle, møti í hølunum hjá
Frelsunarherinum í Stald
gårdsgade 4.
Øll eru meiri enn hjarta
liga vælkomin til hesi møtir.
Høvið verður at hugna sær
við einum drekkamunni eftir
hvørt møti. Um onkur ynskir
at vita meiri um hesi møtir er
ein vælkomin at ringja ella
skriva til okkum á Malta:
Tlf: 98944370 ella +298
228314 ella GJARANES@
POST.OLIVANT.FO
Malta, Hirtshals:
Føroysk møtir í
Suðurjútlandi