Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 9 - 12. januar 2007 ] Toppskjúttar í Atlantic Airways deildini: Finnur Hansson StÍF 103 Damir Oros KÍF 91 Blagoje Buha Neistin 77 Rókur Akralíð Kyndil 68 Esbern Patursson H71 68 Hans Áki Dal Christiansen Kyndil 67 Tróndur Kragesten Neistin 61 Sámal Joensen VÍF 59 Niels Viggo Niclassen H71 56 Daniel Rapa KÍF 53 Toppskjúttar í Sunset kappingini: Nicoleta Radu Hansen Neistin 91 Daiva Tuomaite VB 86 Lina Andriulyte Kyndil 63 Ninna K. Johansen StÍF 50 Alina Olaru Stjørnan 49 Rebekka Justinussen StÍF 48 Durita Christophersen Stjørnan 38 Simona Petersen Stjørnan 37 Anja Heinadóttir Kyndil 37 Ása Dam á Neystabø Neistin 36 Beckham til USA Real Madrid hevur í eina tíð roynt at fingið ensku fótbóltsstjørnua, David Beckham, at longt um sáttmálan, sum gongur út í summar. Nú hevur enska stjørnan tó gjørt av, hvar hann fer at halda fram á síni fótbóltsleið. Í gjár skrivaði hann undir 5 ára sáttmála við amerikanska felagið LA Galaxy, og eftir øllum at døma gevur sáttmálin David Beckham á leið 250 mió $. Umframt góðu evnini hjá David Beckham á einum fótbóltsvølli, so er hann helst eisini sterkasta merkisvøra innan fótbóltsheimin, og einki er at ivast í, at amerikumenn eisini síggja eina góða marknaðarføring í hesum keypinum. Arnold Joensen til LÍF Klaksvíkingurin, Arnold Joensen, hevur skrivað undir sáttmála við 1. deildar felagið LÍF fyri komandi kappingarár. Tað skrivar almenna heimasíðan hjá leirvíksliðnum. Arnold Joensen er 32 ára gamal. Hann er uppvaksin í Klaksvík og hevur spælt nógv av sínum vaksna fótbóltslívið í KÍ. Seinastu árini hevur hann tó eisini roynt seg í bæði B68 og ÍF, og nú skal hann so royna seg í LÍF. Hetta er fyrsti leikarin, LÍF hevur gjørt sáttmála við síðani kappingarárið í fjør endaði. Heimasíðan hjá LÍF skrivar, at felagið fegnast um sáttmálan og roknar við, at Arnold verður ein styrkur fyri liðið. Hondbóltsstøður Sunset-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Stjørnan 1 1 - 0 - 0 223 182 41 8 2 Neistin 1 0 - 0 - 1 238 188 50 7 3 VB 1 1 - 0 - 0 214 226 -12 6 4 Kyndil 1 0 - 0 - 1 214 249 -35 2 5 StÍF 0 0 - 0 - 0 178 222 -44 2 Atlantic Airways-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 VÍF 1 1 - 0 - 0 332 293 39 11 2 StÍF 1 0 - 0 - 1 300 295 5 7 3 Neistin 1 0 - 0 - 1 347 328 19 6 4 KÍF 1 1 - 0 - 0 292 310 -18 5 5 H71 1 1 - 0 - 0 299 343 -44 5 6 Kyndil 1 0 - 0 - 1 301 302 -1 4 Flogbóltsstøður Meistaradeild kvinnur v t d v - t sett sett +/- stig 1 ÍF 12 9 - 3 31 21 10 11 2 TB 12 8 - 4 28 14 14 10 3 Dráttur 12 8 - 4 29 22 7 9 4 SÍ 12 7 - 5 26 22 4 8 5 KÍF 12 2 - 10 19 30 -11 2 6 Mjølnir 12 2 - 10 9 33 -24 2 Meistaradeild menn v t d v - t sett sett +/- stig 1 Mjølnir 10 8 - 2 27 13 14 10 2 ÍF 9 8 - 1 24 12 12 9 3 Fram 10 5 - 5 19 21 -2 6 4 Fleyr 10 3 - 7 15 23 -8 4 5 SÍ 11 1 - 10 16 32 -16 1 Sum skilst, ætlar Klaksvíkar Róðrar­ felag at fáa Stephan Mølvig aftur til felagið at røkja somu uppgávur, sum hann hevði í 2005, tá hann var her seinast KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Í 2005 hevði Klaksvíkar Róðrarfelag ein sera stóran profil innan rógving í fe­lagnum. Tá fingu teir nevni­liga danska olympiska gull­vinnaran í rógving, Stephan Mølvig, til felagið, har hann virkaði sum ráð­ gevi hjá øllum bátunum, samstundis sum hann róði við Nevinum Reyða, sum vann allar róðrarnar hetta árið. Avtalan hjá Stephan Møl­ vig við KRF var bert fyri kappróðrarárið 2005, so hann vendi ikki aftur til Klaksvíkar í 2006. Hetta árið fingu kappróðrarbátarnir í Klaksvík aftur góð úrslit, og millum annað vann flagg­skipið, Klaksvíkingur, meistaraheitið í 10-manna­ førum. Nú ljóðar, at KRF ætlar at fáa Stephan Mølvig aftur til Klaksvíkar. Ætlanin er, at hann skal røkja somu uppgávur, sum hann hevði, seinast hann var í Føroyum, men í staðin fyri at rógva við Nevinum Reyða ætla klaksvíkingar, at hann skal vera við at manna Klaks­víking, sum ætlar at endurvinna meistaraheitið. Enn er eingin ítøkilig avtala komin á pláss millum Møl­ vig og KRF, men formað­ urin í KRF, Jóhan Petur Jacobsen sigur, at um alt gongst eftir ætlan, so verður Mølvig aftur í KRF í ár. - Ja, vit tosa við Stephan um at koma aftur, og hann er áhugaður. Enn er einki endaligt komið uppá pláss, men um tað gongst eftir ætlan, so verður Stephan Mølvig partur av manningini hjá Klaksvíkingi komandi kappingarár. Mølvig aftur til Klaksvíkar BILLARD Tíðindaskriv Leygardagin verður sett hol á føroyameistarakappingina í billard fyri lið. Í mun til undanfarna kappingarár eru ymsar broytingar gjørdar. Heldur laka undirtøkan ger, at tað hevur verið neyðugt at minka um luttakaratalið á hvørjum liði. Fyrr vóru tríggir á liðnum, nú verða tað tveir. Í ár verður so eisini bara spælt í eini deild. Fyrr vóru tríggjar deildir. Feløgini, sum luttaka, eru: Havnar Klubbi, Kaggin og Klaksvíkar Billardfelag. HK og KB hava hvør síni tvey lið og Kaggin eitt. Kappingin fer fram á tann hátt, at hvør spælari dystast tvær ferðir móti spælarunum á mótstøðuliðnum. Fyrstu dystirnir verða í vikuskiftinum. Tá spæla bæði klaksvíkarliðini móti hvørjum øðrum og sama gera liðini hjá Havnar Klubba. Kappingin endar 10. mars. Einstaklingakappingin verður í Klaksvíkar Klubba í mars. Kúlurnar rulla aftur